mánadagur 31. oktober 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 208 - 31. oktober 2005
Eitt ferðsluóhapp í
Vágatunnlinum
sunnunáttina kundi
havt nógv størri
avleiðingar, um ein
ung kvinna ikki sat í
trygdarbelti.
ÓHAPP
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Óhappið hendi beint eftir
klokkan eitt sunnunáttina,
tá ið ein ung kvinna á veg
vestur í Vágar, sovnaði við
róðrið og rendi inn í tunn-
ilsveggin.
Kundi verið verri
Tíbetur fyri ungu kvinnuna
sat hon í trygdarbelti, og
tað hevur uttan iva verið
orsøkin til, at kvinnan slapp
so mikið væl frá óhappin-
um.
Bilurin, sum unga kvinn-
an var einsamøll í, gjørdist
ivaleyst vrak av saman-
stoytinum við tunnilsvegg-
in, men unga kvinnan slapp
snikkaleys frá óhappinum,
hóast hon sjálvsagt gjørdist
ógvuliga skelkað.
Sýslumaðurin í Vágum,
Regin Jespersen, sigur, at
hevði unga kvinnan ikki
sitið í trygarbelti, hevði hon
ivaleyst
fingið
stóran
skaða. Hann heldur tí, at
óhappið sunnunáttina er
eitt gott dømi um, hvussu
stóran týdning tað hevur at
sita íbundin.
Trygdarbeltið bjargaði
ungari kvinnu
Klokkan sjey í dag fer
nýggi Smyril í rutu-
sigling. Fyrsti túrur
hjá snotuliga Suður-
oyarskipinum verður
av Havnini klokkan
sjey í kvøld, og hann
verður væntandi á
Krambatanga um
hálvgum níggjutíðina
SMYRIL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nú er ein góð vika síðani,
at nýggi Smyril kom til
landið, og føroyingar flest
hava havt høvi at sæð stási-
liga skipið. Lítið er at ivast
í, at serliga suðuroyingar í
spenningi hava glett seg til
dagin í dag, tí nú ber til hjá
teimum at vita, hvussu
skipið roynist í sjónum.
Tann gamli takkar
fyri seg
Samstundis sum at nýggi
Smyril fer í regluliga sigl-
ing, takkar gamli Smyril
fyri seg. Smyril 1, sum
hann nú eitur, hevur verið í
føroyska flotanum síðani
1975, so hann má sigast at
hava tænt fyri seg eftir 30
ára trúgva tænastu. Seinasti
túrurin hjá Smyril 1 verður
av Drelnesi klokkan hálv-
gum fýra í dag, og ivaleyst
fara nógvir suðuroyingar at
siga honum farvæl.
Nýggi Smyril hevur um
vikuskiftið verið bæði í
Eysturoynni og í Norð-
oyggjum, so nú hava før-
oyingar flest havt høvi at
síggja hetta nýggja og
stásiliga far.
Í sambandi við at nýggi
Smyril fer fyrsta túrin, fer
rullandi redaktiónin hjá
Sosialinum við, og stór
frásøgn verður frá túrinum
í komandi blað.
Nýggi Smyril fyrsta túrin
Norrøna, nýggi Smyril og Smyril 1 við bryggju í Havn í morgun.
Mynd: Árni C. Joensen
Ein ungur drongur gjørdist
leygarnáttina so ónøgdur
um, at hann ikki slapp inn á
eitt dansistað í Havn, at
hann skallaði ein rút uttan
fyri dansistaðið.
Drongurin, sum er 17 ára
gamal, bleiv noktaður at-
gongd til dansistaðið, tí at
hann var ov ungur. Hetta
hóvaði ikki unga drongin-
um, og hann gjørdi tí ikki
mætari enn at skalla ein rút
uttan fyri dansistaðið. Rút-
urin brotnaði, og tilburð-
urin bleiv meldaður til løg-
regluna. Drongurin fekk
ongan skaða av at skalla
rútin.
tn
Skallaði rút