mánadagur 31. oktober 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í tíðindaskrivi í dag
hevur Føroya Banki
boðað frá, at bankin
hevur tillagað
bygnaðin til nýggju
leiðslustøðuna við
einum stjóra
BYGNAÐAR-
BROYTINGAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bygnaðarbroyingarnar eru
gjørdar, soleiðis at bygn-
aðurin nú kann stuðla undir
framtíðarætlanirnar
hjá
bankanum um vøkstur.
Neyðugt at broyta seg
til umstøðurnar
Janus Petersen, stjóri í
Føroya Banka, sigur í
tíðindaskrivinum millum
annað, at fíggjarheimurin
broytist allatíðina, og tí er
tað neyðugt at tillaga seg til
broyttu umstøðurnar.
- Hetta hevur bankin nú
gjørt, og vit hava stungið
nýggja kós út í kortið við
ætlanum fyri menning av
virkisøkjum bankans, bæði
núverandi og nýggjum økj-
um, sigur Janus Petersen.
Stjórin í Føroya Banka
sigur, at viðskiftafólkini hjá
bankanum skulu vera í
miðdeplinum fyri virksemi
hjá bankanum, og at ein
nýmenning av tænastum og
virkisøkjum bankans verð-
ur ein náttúrligur partur av
virksemi bankans framyvir,
sigur Janus Petersen.
Nýggj leiðsla
Undan stjórnarskiftinum í
bankanum vóru tveir stjór-
ar í bankanum umframt 14
deildarleiðarar, ið høvdu
beinleiðs
tilvísing
til
stjórnina. Í nýggja bygnað-
inum fara tað at verða
fimm deildarleiðarar um-
framt forstjóran í ovastu
leiðsluni.
Tær fimm deildirnar, ið
nú koma at hoyra beinleiðis
til ovastu leiðsluna eru
privat, íløgur, fyrisiting,
stjórnarumsiting og so ein
nýggj deild, sum hevur
fingið navnið menning &
samskifti. Henda deildin
kemur at hava sum høv-
uðsendamál
at
fremja
nýggjar verkætlanir í verki
til at menna virkisøkini, og
at varða av samskifti bank-
ans. Leiðari á nýggju deild-
ini verður Johnny í Grót-
inum, ið annars hevur
starvast í Føroya Spari-
kassa, umframt at hann er
formaður í Búskaparráð-
num.
Vinna hoyrir eisini til
ovastu leiðsluna, og hesum
øki kemur Janus Petersen
sjálvur at hava ovastu
leiðslu av, verður sagt í tíð-
indaskrivinum.
Nr. 208 - 31. oktober 2005
3
Føroya Banki
broytir bygnaðin
Janus Petersen, forstjóri
í Føroya Banka, kemur
nú at hava fimm
persónar afturat sær í
ovastu leiðslu bankans,
sum koma at varða av
hvør sínum virkisøki.
savnsmynd