mánadagur 31. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hans Pauli Strøm
skal greiða løgting-
inum frá, um nakað
hald er í uppáhaldum
hjá Johan Peturi
Davidsen, nú frá-
koyrda yvirlækna, í
Sosialinum herfyri, tá
hann m. a. segði, at
heilsuverkið er eitt
botnleyst hol og at so
nógv orka verður
brúkt til fyrisiting, at
hetta gongur út yvir
heilsufremjandi
arbeiðið
HEILSUVERKIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Er heilsuverkið eitt botn-
leyst hol? Ber tað til at
rationalisera nógv meira
enn í dag? Er tað satt, at
játtanin í dag ikki verður
brúkt so effektivt sum
gjørligt?
Sosleiðis ljóða tríggir av
spurningunum, sum Jenis
av Rana, løgtingsmaður, vil
hava Hans Paula Strøm,
landsstýrismann í almanna-
og heilsumálum at svara.
Spurningarnir eru settir,
eftir at Jenis av Rana hevur
lisið eina samrøðu í Sosial-
inum 2. september í ár við
Johan Petur Davidsen, leið-
andi yvirlækna á Lands-
sjúkrahúsinum.
Í viðtaluni segði Johan
Petur Davidsen m. a., at:
»… fyrisitingin er vorðin
alt ov stór - og hon tykist
bert at økjast… Ofta hevur
ein varhugan av, at fyrisit-
ingin er blivin eitt endamál
í sær sjálvum, og bureukra-
tiið er stórt. Men hetta gerst
ein stórur trupulleiki, tá tað
fyrisitingarliga virksemið
leggur hald á heilsustarvs-
fólkið, so at orkan verður
tikin frá heilsufremjandi
arbeiðinum.....«
Jenis av Rana vil tí hava
landsstýrismannin at greina
fyri løgtinginum, hvussu
stórur partur av játtanini til
sjúkrahúsverkið
verður
brúktur til ávikavist fyrisit-
ingarliga økið og til við-
gerðarøkið, eins og lands-
stýrismaðurin skal greina
fyri løgtinginum niðanfyri
nevndu uppáhaldini hjá
Johan Peturi Davidsen:
At
...heilsuverkið er eitt botn-
leyst hol
...tað ber væl til at ratio-
nalisera nógv meira enn í
dag
...játtanin í dag verður ikki
brúkt so effektivt sum
gjørligt
...kanska hevði verið betri
at havt eina nógv minni
tilbúgving í Klaksvík
...tað er eingin trygd í smáu
lokalsjúkrahúsunum
...sjúkrahúsini hava ikki
brúk fyri meiri pengum
...fyrisitingin er vorðin alt
ov stór
...fyrisitingin tykist bert at
økjast
... Fyrisitingin er vorðin eitt
endamál í sær sjálvum
... bureaukratiið er stórt
...tað fyrisitingarliga virk-
semi
leggur
hald
á
heilsustarvsfólk, so at
orkan verður tikin frá
heilsufremjandi arbeið-
inum?
Jenis av Rana sigur, at fyri
flestu føroyingar, bæði inn-
an og uttan tinggátt, er
greitt, at sjúkrarøkt og
sjúkraviðgterð á tí søtði,
sum vísindin bjóðar í dag,
er kostnaðarmikil og er tí
sjáldan stórvegis spurnar-
tekin sett við ta upphædd,
sum serkønu á økinum
mæla til.
– Tí kennist tað so øvugt
at lesa hesa greinina _ ser-
liga tá talan er um metingar
frá lækna, ið hevur gott
innlit og týðandi starv í
sjúkrahúsverkinum - ikki
bert á viðgerðarøkinum -
men eisini á fyrisitingarliga
økinum, sigur Jenis av
Rana.
Hann vísir á, at um Johan
Petur Davidsen hevur rætt í
metingum sínum, so er
tørvur á djúptøknum kann-
ingum og broytingum, ser-
liga um so er, at játtaði
peningurin heldur enn at
fara til viðgerðir, fer til
fyrisiting og bureaukrati.
Jenis av Rana sigur at
enda í viðmerkingunum til
fyrispurningin, at síðani
hann skrivaði fyrispurning-
in – og meðan spurningurin
hevur bíðað eftir tingfundi
at verða lagdur fram á,
frættist í miðlunum, at
fyrisitingin hevur gujørt av
at siga opinskáraða ser-
læknanum úr starvi.
– Hetta er eitt álvarsligt
stig, um hugsað verður um
umfatandi læknatørvin, ið
er á okkara leiðum.
– Men enn verri um hetta
er svarið til uppáhald hans-
ara, heldur Jenis av Rana,
sum sigur, at minsta kravið
var, at leiðarar sjúkrahús-
verksins heldur greiddu
borgarunum og brúkarum
frá, um støðan er so, sum
yvirlæknin vil vera við ella
ikki.
– Vónandi kann lands-
stýrismaðurin greiða hetta
álvarsliga og fløkta mál,
sigur Jenis av Rana.
Nr. 208 - 31. oktober 2005
5
Jenis spyr um heilsuverkið
er eitt botnleyst hol
Jenis av Rana vil nú hava Hans Paula Strøm, landsstýrismann
í almanna- og heilsumálum at svara, um nakað er í øllum
uppáhaldunum hjá Johan Peturi Davidsen, nú frákoyrda
yvirlækna
Forsíðan á Sosialinum 2. september í ár, har Johan Petur Davidsen kemur við
hørðum kritikki av sjúkrahúsverkinum, sum hann heldur vera alt ov illa rikið.
Hetta vara slakar tveir mánaðir áðrenn hann var sagdur úr starvi
Kommandørarnir
Gudrun og Carl
Lydholm eru settir
sum nýggir leiðarar
fyri arbeiði Frels-
unarhersins í
Noreg, Íslandi og
Føroyum
FRELSUNAR-
HERURIN
Gudrun er fødd í Íslandi,
og búði har í 4 ár. Pápin
var
íslendingur,
og
mamman dani. Fyri 20
árum síðan gjørdist hon
danskur
ríkisborgari.
Carl er dani, og var pápi
hansara ein av fyrstu
leiðarum í Frelsunarher-
inum í Føroyum, í 1927.
So Carl gleðir seg at vitja
Føroyar á fyrsta sinni,
har pápin var sum ungur.
Gudrun var í Føroyum
sum 1 1/2 ára gomul.
Síðan hevur leiðin gingið
víða um í heiminum. Tey
hava bæði starvast í Dan-
mark, Onglandi, Russ-
landi, Georgia, Ukraina
og Moldova og áðrenn
tey nú komu á okkara
leiðir, hava tey verið leið-
arar fyri Finland og Eyst-
land.
Tað er áhugavert at
lýða á teirra royndir
handan jarntjaldið. Carl
er frátikin visum og "per-
sona non grata" - óynskt-
ur í Russlandi. Grund-
gevingin er at hann er
"Terrormistonktur" sum
limur í terrorfelagsskap-
inum Frelsunarherinum,
og hóttan móti ríkis
tryggleika.
Tað er ikki lætt at ar-
beiða har vitanin um
Frelsunarherin er so lítil,
og við slíkum feil propa-
ganda. Samstundis sum
vit møta slíkum trupul-
leikum, spyrja myndug-
leikarnir eftir okkara
tænastum.
Einaferð
høvdu vit býtt út bíbliur í
einum býi, tá komu teir
ortodoksu prestarnir og
samlaðu allar bìbliurnar
og gjørdu bál í gøtunum
við teimum. Men tað
verður gjørt eitt megnar
arbeiði . Carl nevnir, at í
Georgia geva 1500 Frels-
unarher-limir 300 000
menniskjum mat hvøn
einasta dag. Arbeiðið fyri
gøtubørnum, heimleys-
um og brekaðum er sera
umfatandi. Man leggur
stóra orku í at upp-
gradera menniskja virði.
Ì mong ár eru tey neyð-
støddu avskrivaði sum
menniskju.
Í Moldova er stórur
vøkstur í arbeiðinun, ja
man talar um stóra vek-
ing. Arbeiði spreiðir seg
so skjótt at man ikki veitt
hvussu nógvar frelsunar-
her-samkomur eru til
eina hvørja tíð.
Gudrun er cand.theol
og hevur verið blaðstjóri
á Krigsråbet i mong ár.
Hon er eisini við í Inter-
national Docrine Coun-
cil, sum er ráðgevandi
nevnd hjá heimsleiðara
Frelsunarhersins. Hevði
eg ikki veri offiserur í
Frelsunarherinun, hevði
eg veri polittikari heldur
Gudrun fyri við Krigs-
råbet. Vit eru bæði sera
samfelagssáhugaði legg-
ur hon afturat. Carl hevur
verið næstleiðari í Dan-
marks
Ekumeniske
Fellesråd í nógv ár.
Vitjanin í Føroyum
verður stutt hesaferð,
bert 5 og 6 nov.. Al-
mennir
fundir
verða
sunnudagin 6. november
í Havn.
Nýggir leiðarar fyri
Frelsunarherin
vitja Føroyar
Gudrun og Carl Lydholm