Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagin fyllir SMS 28 ár, og tað verður hátíðarhildið alla vikuna FØÐINGARDAGUR Mikudagin 2. november fyllir SMS 28 ár, og tað fara tey at hátíðarhalda. Tey byrjaðu longu fríggjadagin og halda fram til leygar- dagin 5. november – og tá verður eisini opið til kl. 18. Allar dagarnar verður fjølbroytt og spennandi skrá. Á Torginum fer sjón- leikarbólkur við Jákupi Veyhe á odda at framføra tveir ymiskar barnaleikir. Eisini fara Angela og Hannibal at undirhalda, og gentubólkurin PoppKorn fer at hava konsert. Sjálvan føðingardagin 2. november bjóðar SMS øll- um vitjandi kaffi og okkurt søtt afturvið. Høvuðstiltakið á føðing- ardagsskránni eru tveir sjónleikir, ið eru settir upp til føðingardagarnar í SMS. Leikirnir eru nýggir, men taka útgangsstøði í tveim- um kendum ævintýrum. Tað er Jákup Veyhe, ið hevur leikstjórnað teimum trimum leikararunum, og vit kunnu vænta okkum okkurt øðrvísi, spennandi og ikki minst stuttligt, siga tey úr SMS. 6 Nr. 208 - 31. oktober 2005 Óli Poulsen ljóð- blandar Høgna Nýggja fløgan hjá Høgna Lisberg er um at verða liðug, og kemur vænt- andi í handlarnar um miðan november. Fløgan hjá gávuríka sangskriv- aranum er nógv seinkað, tá Høgni spældi á AME í apríl, var fløgan næstan liðug, men nú er hon á veg sambært heimasíðuni hogni.com Ætlanin var, at fløgan skuldi ljóðblandast í Belgia av Luc Van Acker, men hetta samstarv er, eftir øllum at døma, fari fyri skeytið tí á heima- síðu síni, sigur Høgni, at Óli Poulsen ljóðblandar fløguna. Óli Poulsen er royndasti og kendasti føroyski ljóðblandarin, og hevur arbeitt við nógvum ymiskum stór- um nøvnum bæði í Dan- mark, Føroyum og stóra útlandinum. Nýggja fløgan hjá Høgna "Morning Dew" er onnur fløga hjá fyrr- verandi Clickhaze tr ummuleikaranum. Fyrsta fløgan "Most beautiful things" var á tremur við frálíkum løg- um, og nýggju løgini er uppaftur betri, so tað verður sera spennandi at hoyra fløguna. nud Maria er aftur einsamøll Maria Guttesen er ikki longur songkvinnan í danska popp/rokk bólk- inum Divided Minds, hetta sigur føroyska songkvinnan í tíðinda- skrivi. Maria Guttesen hevur seinastu vikurnar spælt fleiri konsertir sum einstaklingur, og hetta er sambært Mariu ein byrj- an til eitt nýtt kapitul í hennara yrkisleið sum einstaklingur á tónleika- pallinum. Á heimasíðuni www.mariaguttesen.dk ber til hvønn mánað at hoyra eitt nýtt lag hjá Mariu. Lagið í november mánað kallast I´m to happy. Hetta er fyrstu ferð at møguleiki er hjá tí breiðu fjøldini at hoyra lagið. Lagið verður lagt út týsdagin 1. november, so um skjótt verður borið at, ber til at taka lagið fyri oktober mánað, ið kallast Fear of the dark niður av heimasíðuni. Øll løgini, ið verða løgd út á heimasíðuna eru liveupptøkur, og tað er ókeypis at taka tey niður. nud Kvinnukvøld í Vágum Tær skulu læra at stramma vøddar í lørum, búkinum og dintlinum. Tær skulu læra um litir og klæðir og tosa um smykkur og ur. Talan er um kvinnukvøld í Vágum 10. november, sum Vága Kunningarstova skipar fyri KVINNUKVØLD Hetta er kvøldið fyri kvinnuna. Jana Thomsen frá Fragd og Fimi, fer at læra kvinnur, hvussu tær kunnu stramma vøddar- nar í lørunum, búkinum og dintlinum. Lydia Petersen, litráð- gevi úr Klaksvík, fer at ráðgeva um, hvørjar litir tær klæðir. Eisini kanst tú fáa eina »quicktest« fyri ávísan prís. Linda Lauritsen frá Ursmiðjuni í Sørvági greiðir frá smykkum og urum, hvat er frammi nú, og hvussu velur tú tað, ið hóskar til tín. Hárfríðkanarstovan hjá Janitu hevur valt sær fimm kvinnur til modell til »áðrenn og aftaná«. Hvørjar litir og hárstíl velur tú. – Vit hava valt at fara í Vakstrarhúsið Dáan fyri at fáa eitt meira »eksot- iskt« upplivilsi, har borð- reitt verður við ostaborði, kaffi/te og køku, verður sagt úr Vágum. Seyðasýning var í Vági fríggjakvøldið. Yngsti luttakarin, Jón Arni Hjelm, fór við ikki færri enn trim- um steypum SEYÐASÝNING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nógv fólk var savnað í kjallaranum í Stóra Pakk- húsi í Vági fríggjakvøldið. Árliga seyðasýningin var á skránni og meðan dómar- arnir tóku dagar ímillum seyðirnar, stóðu ung sum eldri spent framvið og eygleiddu, høvdu kanska hug at ilskast ella fegnast, so sum tað nú hoyrir til slíkt tiltak. Men alt gekk friðarliga og í besta sóma. Eftir sjálva sýningina og dømingina, var borðhald í Pakkhúsinum, har dómar- arnir eisini komu við úr- slitinum. Og yngsti luttakarin slapp at taka ímóti trimum av teimum seks handaðu steypunum. Jón Arni Hjelm, sum gongur í 2. flokki í Vágs Skúla, slapp at taka ímóti trimum steyp- um. Hann, og abbin, Josef Midjord, hava heiðurin fyri, at seyðurin er so góður, sum hann er. Jón Arni fekk fyrstu og aðru viðrisløn fyri bestu hagalombini. Fyri uttan- býggja/traðarlamb fekk Juhl Sumberg fyrstu og aðru virðisløn og John Petersen fekk 3. virðisløn. Eitt ferðasteyp fyri besta hagapart ella besta haga- lamb, varð eisini latið og var hetta ein lampa, ið stendur á vøkrum veðra- horni. Eisini her kundi Jón Arni Hjelm errin fara upp at taka ímóti. Ongir veðrar fingu steyp ella virðisløn, tí ongin var mettur so góður í ár, at hetta kom upp á tal. Í ár varð nýggja tøknin eisini komin til Vágs og til bar at skanna seyðin fyri feitt. Ikki allir tóku av hes- um tilboð, men av teimum umleið 15 seyðunum, sum fingu hesa skanning, var onkur ímillum, ið fekk veruliga góð tøl. SMS fyllir 28 ár Yngsti maðurin fór við flestu steypunum MYNDLIST Spennandi skeið í myndlist verður í Margarinfabrikkini í Havn í november. Tað er Margarinfabrikkin saman við Mentamála- deildini hjá Tórshavnar Kommunu, ið skipa fyri. Skeiðið umfatar alt innan myndlist so sum foto, blý- antstekningar, akvarel ella tað, ið ein hevur áhuga fyri. Tað eru Ian Luid og Suffía við Stein, ið fara at undirvísa. Tey undirvístu eitt nú eisini á ungdóms- ráðstevnuni, ið var í Havn her fyri. Kunningarfundurin verð- ur 3. november og síðani eru fylgjandi skeiðini 8., 15., 22. og 29. november, øll byrja kl.. 19. Skeiðini eru fyri børn og ung í aldr- inum frá 9-18 ár, og tað er ókeypis. Tilmelding á tlf. 302119 og til ber at lesa meira um skeiðið á www.fabrikkin.fo Myndlist í Margarinfabrikkini Jón Arni Hjelm, sum gongur í øðrum flokki, fekk helmingin av steypunum, tá seyðasýning var í Vági fríggjakvøldið (Mynd: D. Olsen) Óli Poulsen Gentubólkurin PoppKorn Á Torginum fer sjónleikar- bólkur við Jákupi Veyhe á odda at framføra tveir ymiskar barnaleikir Angela og Hannibal fara at undirhalda