mánadagur 31. oktober 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 31. oktober 2005
7
Fríggjadagin varð
nýggi smábarna- og
frítíðarskúlin í Hoy-
vík reistur
REISIGILDI
Jákup Mørk
Í bygninginum, sum stend-
ur millum Vegin Langa og
Hoyvíkar skúla, verða í
ovaru hæddini fýra skúla-
stovur til teir yngstu flokk-
arnar og í niðaru hæddini
hølir til frítíðarskúla.
Um fáar vikur verður
skúlin innilokaður og farast
kann undir innrættingar-
arbeiðið. Skúlabygningurin
skal verða liðugur tíðliga
næsta ár.
Tað er byggifelagið ÁTS
við Karstin Vang, sum
stendur fyri byggingini.
Selmar Nielsen hevur tekn-
að bygningin, sum vænt-
andi kostar einar 12 mió kr.
Tikin fyri rús-
drekkakoyring
Stutt eftir klokkan 02
sunnunáttina tók løgregl-
an í Havn ein bilførara í
býnum, sum helst verður
ákærdur fyri at koyra
ávirkaður av rúsdrekka.
- Eftir illgruna um, at
bilførarin var ávirkaður,
tóku vit hann við á støð-
ina, har læknin tók blóð-
roynd av honum, sigur
løgreglan, sum í morgun
eisini tók ein annan bil-
førara, sum noyddist á
støðina til blóðroynd.
-vilmund
Bátur sakk í
Vágsbotni
Sunnumorgunin
fekk
løgreglan í Havn fráboð-
an um, at ein bátur lá
sokkin undir Bryggju-
bakka í Vágsbotni.
Tá ið komið var á stað-
ið, sást bert ein partur av
øðrum stevninum undan
vatnsskorpuni.
Løgreglan sigur, at
hetta var ein minni glas-
trevjabátur.
- Vit boðaðu Tórshavn-
ar Havn frá hesum, tí teir
hava yvirlit yvir, hvør
eigur
bátarnar,
sum
liggja við brúgvarnar og
fyri teym í Havn.
Løgreglan heldur, at
eigarin av bátinum helst
ikki hevur gáað nóg væl
um vátveðrið, sum verið
hevur seinastu dagarnar.
-vilmund
Ferðsluóhapp í
vesturbýnum
Millum klokkan 01 og 02
sunnunáttina fekk løg-
reglan í Havn fráboðan
um eitt ferðsluóhapp í
vesturbýnum.
Tað vísti seg, at annar
bilførarin
ikki
hevði
hildið treytaleysu víki-
skylduna og hevði rent í
ein annan bil, sum kom
fram við.
Tá ið løgreglan kom á
staðið, var annar bilfør-
arin rýmdur, men hevði
kortini tosað við bilførar-
an á hinum bilinum, sum
bíðaði eftir løgregluni.
- Stutt eftir fingu vit
kortini fatur á bilførar-
anum, sum var farin av
staðnum. Tá ið hann
blásti í ballónina, stóðst
illgruni um, at hann var
ávirkaður. Tí tóku vit
hann við á støðina til
blóðroynd, sigur løgregl-
an.
Eingin
fólkaskaði
hendi, tá ið bilarnir í
vesturbýnum
stoyttu
saman.
-vilmund
Ungir menn
endaðu á
skaðastovuni
Tað er ikki óvanligt long-
ur, at fólk verða álopin í
býnum í Havn, og í so
máta var sunnunáttin
einki undantak.
Løgreglan
í
Havn
sigur, at tveir ungir
menn, sum vórðu álopnir
í gongugøtuni í Havn,
endaðu á skaðastovuni,
og løgreglan metir, at
talan er um harðskap, og
at eitt harðskapsmál fer
at spyrjast burtur úr hes-
um.
- Ungu menninir eru
kannaðir á skaðastovuni
og koma seinni heim
higar til avhoyringar um,
hvat hendi teimum í
býnum, sigur løgreglan
sum heldur, at alt týðir
uppá, at hetta verður eitt
harðskapsmál.
-vilmund
Rendi í tunnils-
veggin
Eingin mansskaði hendi,
tá ið ein bilur stutt eftir
midnátt
sunnunáttina
rendi í tunnilsveggin í
Leirvíkartunlinum.
Í
samdøgurfrágreið-
ingini hjá løgregluni í
Havn stendur einki um,
hvør orsøkin var til
óhappið, sum tíbetur ikki
endaði við mansskaða.
Meðan Leirvíkartunn-
ilin er góðar at koyra í og
er lutfalsliga væl upp-
lýstur, er verri vorðið í
Norðskálatunlinum, har
støðugt er vegarbeiði.
-vilmund
Maður skallaður
á Skálatrøð
Nógvi vindurin leygar-
náttina gjørdi helst sítt,
soleiðis at fólk fyri tað
mesta hava hildið seg
innandura. Vakthavandi á
politistøðini í Havn sigur
í øllum førum, at tað hev-
ur verið ógvuliga av-
markað, hvussu nógv tey
høvdu at gera fríggja-
kvøldið.
Um eitt-tíðina varð
løgreglan tó boðsend, tá
tveir menn komu til ilnar
uttan
fyri
Glitnir
á
Skálatrøð. Tað endaði
við, at annar maðurin
varð skallaður, og hetta
er nú skrásett sum harð-
skapsmál.
Í aðrar mátar tóktust
fólk halda seg innandura,
og nógvi vinduri gjørdi
helst eisini sítt til, at
gøturnar í býnum vóru at
kalla
manntómar,
tá
ymsu dansistøðini lótu
dyrnar aftur.
-mørk
Mánadagin letur
Marian Klein Ivans-
dóttir upp í hárfríðk-
unarstovuna, Royal, í
Vestmanna
HÁRFRÍÐKAN
Jákup Mørk
Marian, sum sjálv er úr
Vestmanna, varð í 2003
útlærd hjá Tótu í Havn,
men seinastu tíðina hevur
hon klipt á Bronx í Havn.
Frá mánadegnum verður
hon tó egin harri á Horna-
vegi í Vestmanna, tá hon
letur upp í nýinnrættaðu
hølunum.
Umframt at hava salong í
Vestmanna, fer Marian tó
framvegis eisini at klippa í
Havn, har hon hevur gjørt
samstarvsavtalu við Look á
Landavegnum.
Nú Marian letur dyrnar
upp, verður móttøka í
nýggju hølunum í Vest-
manna, og verður hendan í
dag frá kl. 16-19.
Eisini hevur salongin
egna heimasíðu, og er
hendan at finna á slóðini,
www.royal.fo
Tvær ferðir leygarnáttina
varð løgreglan í Havn
boðsend, tá talan var um
stormskaðar. Í einum føri
varnaðust fólk í Hornabø,
at leysar takplátur fuku úti
á vegnum. Hetta eru plátur,
sum helst ikki hava verið
tryggjaðar nóg væl móti
vindinum.
Í hinum førinum var talan
um stormskaða, har løg-
reglan mátti hjálpa til at fáa
nóg gott tamarhald á støð-
uni.
-mørk
Reisigildi í Hoyvík
Ætlandi kostar nýggi smábarna- og frítíðarskúlin einar 12 mió kr
Mynd: Álvur Haraldsen
Fólk ansa ikki eftir vindinum
Nýggj salong í Vestmanna
Umboðsráðið, ið varð
valt av tryggingartak-
arunum í Lív í summ-
ar, stovnaði fríggja-
dagin nýtt ognarfelag
OGNARFELAG
Jákup Mørk
Nýggja felagið, ið skal eiga
helvtina av partabrøvunum
í P/F Føroya Lívstrygging,
hevur fingið navnið Ognar-
felagið Lív.
Felagið er ein liður í
avtalu millum landsstýrið
og
tryggingartakararnar,
har avtalað er, at landsstýr-
ið skal avhenda 50 prosent
av partabrøvunum í Lív til
felag hjá tryggingartakar-
unum í hesum árinum.
Umboðsráðið, ið situr,
verður eisini umboðsráð í
nýggja felagnum, til tey 50
prosentini av partabrøvun-
um í Lív eru avhendað fe-
lagnum.
Síðani
verður
skipað fyri nýggjum vali
millum tryggingartakarar-
nar
Formaður í nýggja felag-
num er Jógvan Mørkøre og
næstformaður er Palli Pet-
ersen. Hinir umboðsráðs-
limirnir eru Leif Ellings-
gaard, Andrias Ziska og
Gunnleivur Dalgarð.
Tryggingartakararnir stovna ognarfelag
Marian Klein Ivansdóttir er
sjálv vælnøgd, nú nýggja
harfríðkunarstovan er liðugt
innrættað
Mynd: Jens Kristian Vang