Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 208 - 31. oktober 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku var amerik- anski búskapurin í and- gletti. Hagtøl vístu, at bú- skaparvøksturin í 3. árs- fjórðingi vaks við 3,8% í mun til sama ársfjórðing í fjør, og tað var meira enn tey væntaðu 3,6%. Privata nýtslan vaks eisini meir enn væntað, 3,9% í mun til 3,3%, og hetta stuðlar okk- ara gomlu meting um, at amerikanski búskapurin hevur tað fínt. Tað nýggja er, at tað nú eisini sær út til, at búskaparliga gongdin batnar í Evropa. Hetta er jaligt, og fer sum frálíður at ávirka leiðandi rentuna, ið hevur verið óbroytt síðani summarið 2003. Rentur hildu áfram at hækka Renturnar hildu áfram at hækka í farnu viku. Danska 10-ára rentan er nú hækkað 0,26% í oktobur, til 3,38%. Nógvar gitingar eru frammi um, at evropiski miðbank- in, ECB, fer at seta rentuna upp kanska longu í ár. Tað vænta vit tó ikki. Vit meta at evropiski búskapurin er ov veikur til tað enn og at fleiri haldføst prógv vanta. Roknskapir vísa støðuga mynd Síðst í farnu viku stimbrað- ust amerikonsk partabrøv av góðum roknskapi frá Microsoft og bjørtum BTÚ tíðindum. Nú mánamorg- unin hevði hetta jaliga ávirkan á evropisk og norðurlendsk partabrøv. Amerikonsku roknskapir- nir, nú 70% av virkjunum hava kunngjørt, vísa sum heild eina greiða gongd. Inntøkurnar eru góð 16% hægri enn fyri ári síðani, men umleið 0,3% lægri enn væntað. Sum heild hava roknskapirnir tó framvegis ikki ávirkað marknaðirnar, hóast okkurt undantak er, eitt nú viðvíkjandi Micro- soft. Áhugaverdastu rokn- skapirnir hesa vikuna verða frá TDC og Danske Bank, men teir fara ikki at ávirka marknaðirnar. Hesa vikuna Hendan vikan verður eisini merkt av amerikonskum lyklatølum. Hetta verður ein tann hendingaríkasta á tí økinum leingi. Arbeiðs- marknaðarfrágreiðingin og tey mest tíðandi álitis- og prísvakstrartølini verða kunngjørd og tjóðbankin hevur rentufund. Arbeiðs- marknaðurin hevur verið sterkur seinasta árið, og væntað er, at hendan gongdin heldur fram. Prís- vakstrartølini hava óivað størsta áhuga, men eingin ivi er um, at nógvu tíðindini kunnu føra við sær eina óstøðuga viku. Hópur av búskapartíðindum Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 618,36 -0,9% Lánsbrøv í DKK 104,72 -0,8% JPY 5,35 -0,8% Evru Lánsbrøv 173,62 -0,5% GBP 1.096,70 -0,6% Norrøn Partabrøv 97,52 1,6% NOK 95,39 -0,4% Altjóða Vøkstur 65,10 -0,8% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 2,90% 3,10% 3,30% 31/07 31/08 01/10 940 980 1020 31/07 31/08 01/10 Vika 43, 2005 www.kaupthing.fo Petur Háberg vann síðsta plássið í Singersongwriter finaluni Leygarkvøldið skuldi seinasti luttakarin til ársins finalu í Singer/Songwriter kappingina finnast. Tveir finalistar eru longu funnir. Brand- ur Karlson Jacobsen og Eystein Johanne- sen hava longu spælt seg í finaluna, so nú bíðaðu vit spent eftir at vita, hvør ið tann seinasti verður at taka kappingina upp við teir báðar. Og vinnar- in gjørdist debutant- urin Petur Háberg UMMÆLI Orð: Rókur Jákupsson Jakobsen Myndir: Birna Gaard Loungin var á tremur við fólki, tá ið fyrsti luttakarin traðkaði á pallin. Talan var um Jóannes Lamhauge, sum kanska var ein lítil fav- orittur áðrenn tiltakið fór av bakkastokki. Hetta tí at Jóannes spældi seg í final- una í somu kapping í fjør, og tá stóð hann seg væl. Nú er eitt ár liðið, síðani Jó- annes luttók í finaluni, so fólk vóru spent eftir at hoyra, hvat Jóannes hevði at bjóða uppá í ár. Jóannes var upprunaliga ov seinur at tekna seg til kappingina, men hann slapp framat vegna avboð hjá einum øðr- um luttakara. Hann spældi trý føgur løg. Fyrsta lagið kallast »juli«, og er hetta eitt vak- urt, einfalt lag, sum Jóann- es tulkar væl. Hetta lagið spældi hann eisini í kapp- ingini í fjør, og tað helt undirritaði verða eitt sindur spell, tí at vit helst vilja hoyra ferskan tónleik í eini tílíkari kapping. Generelt fyri løgini hjá Jóannes er, at tey hava eina góða og sterka søgu sum grundar- lag. Hetta gevur tónleikin- um góð gróðrarlíkindi. Tónleikurin var friðarligur og inniligur. Hansara triðja lag var rættiliga spennandi. Lagið var ein lýsing av einum ger- andisdegi í París, og serliga beit ein merki í, at síðsta versið er á fronskum. Hetta var rættiliga stuttligt at hoyra og riggaði væl. Næstur á pallin var Sím- um Klein. Hann hava vit ikki sæð áður á tónleika pallinum. Símum spældi eisini trý løg. Tónleikurin hjá Símuni minnir um eldri popptónleik frá 60’unum, og hann nevndi eisini, at hann fekk íblástur frá tón- leikinum hjá Peter, Poul & Mary. Hann spældi tvey heimagjørd løg, og eisini spældi hann gamla klassik- aran »Take me down to the boat on the river«. Símum var eitt hugnaligt íkast til kvøldið, og tað er gleðiligt, at tílíkar kappingar geva øllum møguleikan at upp- traðka. Kanska kundi onkur sagt, at Símum ikki ordiliga passaði inn í tiltakið, tí at tónleikurin ikki beinleiðis líkist tí, sum vit vanliga seta í samband við Singer/- Songwriter genruna, men reglurnar siga onki um, hvat slag av tónleiki tú eig- ur at spæla, og tí kunnu vit bara góðtaka, at nógvar ymiskar genrur sníkja seg inn í kappingina. Helgi Midjord trein á pallin og spældi nøkur vøkur løg. Tað fyrsta ið tú legði merki til, var at hann spælir framúr væl guittar. Løgini hjá honum vóru vísukend, og fólkið sat sum í andakt, tá ið hann upptraðkaði. Hetta var tíanverri ikki galdandi hjá hinum luttakarunum. Tað var ótrúliga spennandi at hoyra Símun spæla sína egnu útseting av yrkingini »Um eg kundi kvøðið«. Hann hevði skrivað eitt nýtt lag til yrkingina, og tað riggaði sera væl. Lagið gav yrkingini nýtt lív og minnir okkum á, hvussu góð hon er. Eisini var tað áhugavert og rørandi at hoyra Helga greiða frá søguni aftan fyri lagnið, tí at hetta gav framførsluni ein sterkan kontekst. Helgi slapp sera væl frá síni framførslu. Petur Háberg kom síðani á pallin. Eg havi ongantíð áður hoyrt Petur sungið ella spælt, og tískil gleddi eg meg uppliva hansara evnir. Og hann skuffaði ikki! Hann undirhelt væl og hevði gott samband við áhoyrararnar. Petur sang um andalig viðurskifti og løgini vóru góð. Løgini vóru meiri rokk/pop-kend enn tey, ið hinir luttakarar- nir spældu, og tú kundi næstan ímynda tær løgini í eini orkesturútseting. Tað sum Petur kanska gjørdi betur enn hinir hetta kvøldið var, at hann ar- beiddi við dynamikkinum í tónleikinum, soleiðis at guittarspælið ongantíð gjørdist monotont. Sum áhoyrari upplivdi tú tónleikin sum eina natúrliga heild. Eisini syngur Petur rættiliga frekt. Hann er ikki bangin fyri at leggja eitt sindur av trýsti á røddina, og soleiðis fekk hann varrierað kensluna í tónleikinum rættiliga nógv. Sum áhoyrari merkti tú eisini væl, at Petur er í góðari venjing, og hann kennir tilfari út og inn. Soleiðis hevði hann yvirskot á pallinum. 45 minuttir seinni var tað greitt, at Petur Háberg er seinasti finalisturin, sum skal taka kappingina upp við Brandur Karlson Jacob- sen og Eystein Johannesen. Hóast kappingin var jøvn leygarkvøldið, so var tað kanska ikki óvæntað, at Petur vann. Bæði Jóannes og Helgi vóru góð boð upp á ein vinnara, men Petur hevði munin.