Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 31. oktober 2005 9 Hótta við at slíta samstarvið í føðingini Tað er so stór ósemja ímillum tær stóru og tær smáu kommun- urnar um barna- verndarstovuna í Havn, at vandi er fyri at samstarvið slitnar BARNAVERNDARØKIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vandi er fyri, at samstarvið ímillum allar kommunur- nar í Føroyum um barna- verndarøkið, fer at slitna longu í føðingini. Tað vóru annars tey flestu sum fegnaðust um, at barnaverndarøkið varð tikið frá landinum og lagt undir kommunurnar at um- sita, tí tað skuldi gera alt so nógv betri og effektivari. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí nú vísir tað seg, at ósemjan ímillum kommunurnar er so stór, at vandi er fyri, at samstarvið slitnar, longu áðrenn tað rættiliga er komið í gongd. Tað eru teir báðir komm- unufelagsskapirnir, Komm- unufelagið við teimum smáu kommununum og Komm- unusamskipanin við teimum stóru kommununum, sum semjast so illa, at vandi er fyri at samstarvið slitnar. Í Havn ella á bygd Í sambandi við at barna- verndarøkið skuldi leggjast undir kommunurnar, skuldi ein felags barnaverndar- stova setast á stovn, sum allar kommunurnar skuldu hava til taks. Barnaverndar- stovan skal samskipa barnaverndartænastur kring landið og hon skal geva barnverndartænastum í teimum ymsu økjunum ráð. Hon skal eisini skipa fyri undirvísing og skeiðum og at enda skal hon eisini um- sita eina fosturforleldra- skipan fyri alt landið. Men tann stóri stríðs- spurningurin ímillum kommunurnar er, hvar hendan Barnaverndarstovan skal vera. Tær stóru kommunurnar í Kommunusamskipan Før- oya, hava sett sum ófrávíki- ligt krav, at hon verður í Havn. Men tær smáu kommun- urnar í Kommunufelagnum hava hinvegin kravt, at hon verður á bygd. Kommunufelagið heldur, at kommunurnar eiga at ganga á odda at lagt almenn størv úti um landið, so at eisini onnur øki enn Tór-s- havn, fingu ágóðan av støð- ugum, almennum størvum. Hetta sigur Kommunu- felagið í einum skrivi til limakommunurnar fyri stuttum. Kommunufelagið heldur, at ein slík Barnaverndar- stova kann einsvæl verða úti á bygd og hetta hevði verið ein søguligur møgu- leiki víst í verki, at al- mennir stovnar einsvæl kunnu liggja uttanfyri Havnina Góðtaka eina neyðloysn Kortini vil Kommunufelag- ið ikki vera orsøkin til, at arbeiðið at leggja barna- verndarøkið undir komm- unurnar, dettur niðurfyri. Tí góðtekur felagið, at Barnaverndarstovan verður løgd í Havn hetta fyrsta árið. Men felagið mælir sam- stundis til, sáttmálin um Barnaverndarstovuna, verður endurskoðaður sum skjótast. Og vil Kommunusam- skipanin framvegis ikki samráðast um at flyta barnaverndarstovuna út á bygd, mælir stýrið fyri Kommunufelagið til, at sáttmálin verður sagdur upp. Spurningurin er so, hvat hendir um samstarvið slitn- ar. Ein møguleiki er, at tað vera tvær barnaverndar- stovur, ein í Havnini til tær stóru kommunurnar í Kommunusamskipan Før- oya og ein úti á bygd til tær smærru kommunurnar í Kommunufelag Føroya. Men verður hon løgd úti á bygd, fer tað kanska eisini at verða ein spurningur um, hvørjari bygd hon skal vera í???. Kommunurnar í Vág- um, vestmenningar og kvívíkingar hava gjørt avtalu um eina felags barnavernd BARNAVERND Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at allar kommunurnar í vesturøkin- um í Føroyum koma at samstarva um eina felags barnavernd. Tað gjørdust greitt fríggja- dagin, tá ið allar komm- unurnar í Vágum og Vest- manna- og Kvívíkar Komm- una skrivaðu undir eina avtalu um at samstarva um eina felags barnaverndar- tænastu. Í Vágum eru tríggj- ar kommunur: Sørvágur, Miðvágur og Sandavágur. Sostatt verða allar Vágar og vestursíðan á Streymoy í einum felags barnaverndar- øki. Umsitingin hjá hesi barnaverndartænastuni verður í Sandavági og í tí sambandi skulu hálvtannað fólk arbeiða. Aðrastaðni í Sosialinum í dag er lýsing, har støkt verður eftir starvs- fólki, einum leiðara og ein- um starvsfólki í hálva tíð. Annars verður ein limur frá hvørjari kommunu í sjálvari barnaverndini og sostatt verða fimm limir í nýggju barnaverndini. Ein stórur fyrimunur Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, sigur, at tað búgva fast í 5000 fólk í hesum barnaverndarøkin- um. – At vit hava fingið so gott samstarv, ger fer at minka munandi um vandan fyri at limirnir í barna- verndini koma í gegnis- trupulleikar, tí limurin úr einari kommunu kann altíð taka seg aftur um mál koma til viðgerðar, sum eru ov nær. – Men ikki minst er tað ein stórur fyrimunur fyri tað fakliga støði hjá barna- verndartænastuni, tí talan verður ikki um eitt einsa- malt starvsfólk og tað ein styrki. Tað verða stór krøv sett til leiðarin, sum verður hann, ið kemur at hava dagligu leiðsluna av barnaverndar- tænastuni. Tí skal hann hava hóskandi útbúgving og hann skal hava hollan kunnleika til sosiala øki, til kommunal viðurskifti og til fyrisiting- arrætt. Starvsfólkið kann hava eina útbúgving á sosiala økinum. – Hesi bæði fólkini koma so at manna umisitingina hjá barnaverndini. Leiklut- urin hjá limunum í barna- verndini verður so at viðgera tey ymsu málini og at taka avgerðir. Umsiting- in skal fyrireika tey mál, sum barnaverndin skal við- gerða og hon skal eisini seta avgerðina hjá barna- verndini í verk, sigur Rósa Samuelsen. Politikarar, sum krevja, at ein skipan verður funnin, so at Strandferðslan verð- ur frítikin fyri ar- beiðssteðgir, fáa eitt skotbrá afturat, tí samráðingarnar, sum skuldu vera í hesi løtu, eru útsettar STRANDFERÐSLA OG ARBEIÐSSTEÐGIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Teir politikarar, sum krevja, at ein skipan verð- ur funnin, so at Strand- ferðslan verður undantikin fyri arbeiðssteðgir, fáa eitt skotbrá afturat, tí samráð- ingarnar, sum skuldu vera í hesi løtu, eru útsettar. Tað verða nevniligan ongar samráðingar fyri- bils ímillum Fíggjarmála- ráðið og Maskinmeistara- felagið um sáttmálar fyri teir maskinmeistarar, sum arbeiða hjá tí almenna. Talan er um sáttmálar- nar hjá maskinmeistarun- um við Strandferðsluni, teimum sum arbeiða hjá tí almenna á landi, teimum við Magnusi Heinasyni og so teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjarging- artænastuni. Sáttmálin gekk út 30. september, men varð longdur til í kvøld. 31. oktober. Men Jógvan Nybo, for- maður í Maskinmeistara- felagnum, sigur, at feleg- ið fer at biðja um at fáa hann longdan í tríggjar vikur afturat. Tað er samstundis sum sáttmálin hjá Skipara- og Navigatørfelagnum er longud til , men tað er av tilvild, sigur Jógvan Nybo. Durita Tausen, sum stendur fyri samráðing- unum í Fíggjarmálaráðn- um, sigur, at sáttmálarnr verða longdir av sær sjálvum, til samráðingar verða Fáa eitt skot- brá afturat Trýstið á politikarar at finna eina skipan, sum sleppur Smyrli og hinum strandfaraskipunum undan arbeiðssteðg- um, er linkað eitt sindur- men framvegis kann nógvhenda til jóla Rodmund Nielsen, formaður í Kommunusamskipan Føroya og Rósa Samuelsen, forkvinna í Kommunufelag Føroya, smíltust um alt fimmoyrað, tá ið avtalan um barnaverndarstovuna varð undirskrivað fyrr í ár. Men spurningurin er, hvussu ekta smílið er, tí veruleikin er, at ósemjan er so stór, at vandi er fyri at samstarvið slitnar aftur beinanvegin Hava fingið samstarv yvirum undisjóvartunnilin – Alt vesturøkið í Føroyum er nú savnað í eitt felags barnaverndarøkið og tað heldur borgarstjórin í Sandavági, er ein stórur fyrimunur