Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 208 - 31. oktober 2005 Støða Føroya til norðurlendska samstarvið hevur altíð verið eitt sindur tvíligt. Vit vilja vera við fult og heilt, men so vilja vit kortini ikki vera við sum fullgyldugur limur. Hetta stendst ivaleyst av, at Føroyar fyri at vera fullgyldigur limur helst skulu gerast suverenur statur og samstundis gjalda fullan limaskap. Sum kunnugt er støðan í dag tann, at vit bert eru við sum partur av danska ríkinum og fáa vit hartil stuðul frá Norðurlendska ráðharraráðnum til hendan okkara lutvísa limaskap. Hóast limaskapurin er lutvísur sambært galdandi skipan, hava tey sjálvstýrandi londini egna sendinevnd til eitt nú ráðsfundirnar. Landsstýrið hevur enn einaferð sett hol á spurningin um føroyskan limaskap. Sum kunnugt gekst í fyrstu atløgu ikki væl við hesi roynd, tí Danmark legði seg tvørt fyri. Síðan kom Leyna- fundurin og hetta hevur so aftur leitt til onnur tiltøk, eitt nú, at málið er reist í formanskapi Norðurlandaráðsins. Formanskapurin hevur beint málið til samstarvsráðharrarnar og soleiðis koyrir hetta mál í ring. Tað fer tað eisini at halda fram við, til støðan er mýkt so nógv, at Norðurlendska ráðharraráðið og Norðurlandaráðið góðtaka eina ella aðra konstruktión, sum gevur okkum nakað, sum líkist fullum limaskapi, men sum bara eitur nakað annað. Ein annar møguleiki er sjálvandi, at Føroyar innan ávísa tíð eru vorðnar suverent land, og so loysir hesin spurningur seg av sær sjálvum. Tað má tó viðmerkjast, at útlitini fyri júst hesi loysn í løtuni ikki eru tey bjartastu. Løgmaður legði á ársfundi Norðurlandaráðsins í Reykjavík stóran dent á hetta, at fleiri altjóða felagskapir loyva ikki suverenum londum fullan limaskap. Hann nevndi í hesum sambandi WTO. Hetta er sjálvandi eitt gott argument, um ein veru- liga vil virka fyri fullum limaskapi uttan, at Føroyar fyrst gerast suverent land. Men hetta fer at taka drúgva tíð, hóast donsku umboðini á ráðsfundinum eftir, hvat vit skilja, vóru jalig til eina slíka loysn. Henda loysn fer at taka drúgva tíð, tí vit vita av royndum, at Noreg og Svøríki eru trek at gera slíkar loysnir, ið eita eitt, men sum í veruleikanum eru nakað annað. Ein kann sjálv- sagt siga, at ruddiligast hevði verið, at vit tóku fullveldi og gjørdust heilt vanligur partur av norð- urlendska húskinum. Men sum longu nevnt, er valla meiriluti í dag millum føroyingar fyri hesi politisku kós. Sostatt er lítið annað at gera enn at finna eina loysn, sum í roynd og veru gevur okk- um fullan limaskap, men sum eitur - og so ikki at forgloyma - at rinda fult limagjald. DAGSINS MEINING Sosialurin Limaskapurin VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jógvan Jacobsen, formaður Unga Tjóðveldisins Norðoya Sambandsfelag setti mótmælisskriv í bløð og á heimasíðu við heitin- um "Góðtaka ikki framferð- arhátt hjá samgongulimi". Í skrivinum krevur Norðoya Sambandsfelag, at viðkom- andi somgongulimur, sum er tinglimur, bar seg at sum hann gjørdi, og heitti á flokk hansara um at seta hann uttanfyri alla politiska ávirkan, um hann ikki makkaði rætt. Framferð- arhátturin hjá hesum tinglimi var ikki annað enn at hava eina aðra meining enn Norðoya Sambandsfel- ag. Soleiðis var skrivið eitt álop á rætt hins einstaka at hava egnar meiningar og at virka eftir teimum. Í eini roynd at niðurgera mínar atfinningar móti hes- um skrivi, ger Kaj Leo eina aðra tulking av mótmælis- skrivinum. "Tað, sum Norðoya Sambandsfelag mótmælti var ikki, at ting- maðurin hevði eina mein- ing, men at Norðoyggjar vóru avbyrgdar undir verk- fallinum", sigur Kaj Leo. Eingin ivi er eftir skrivin- um um, at Norðoya Sam- bandsfelag var ímóti av- byrgingini av Norðoyum. Tað er eisini í fínasta lagi. Men Norðoya Sambands- felag gjørdi stamstundis eitt álop á rættin at hava egnar meiningar og at virka eftir teimum. Avbyrgingin verður brúkt til at rættvís- gera álopið. So útleggingin hjá Kaj Leo broytir einki. Norðoya Sambandsfelag fór í veruleikanum enn longur. Fyrst varð staðfest, at viðkomandi tinglimur røkti áhugamálini hjá sínum egna valdømi, og ikki tey hjá øðrum valdømum. Um hetta segði Norðoya Sam- bandsfelag "Hetta kann avgjørt ikki loyvast...". Sjálvt fólkaræðið skal av- takast til fyrimunar fyri hesa útbygdu floksdisiplinina. Eg standi við mína útlegging, tí eg eri sannførdur um, at hon er røtt. Kaj Leo tekur sær síðan heimild til einsamallur at áseta endurgevingarreglur. Og hann forbjóðar óbein- leiðis endurgeving. Eg loyvi mær at ivast í førleika hansara til tess. Ein spurningur frá mær fekk svar. Eg spurdi um Sambandsflokkurin var ímóti rætti hins einstaka at hava egnar meiningar og virka eftir teimum. Kaj Leo svarar, at Sambandsflokk- urin virðir, at øll skulu hava rætt til at hava sínar mein- ingar, og rætt til at boða frá sínum meiningum. Og so tekur hann sær rætt til at siga hetta eisini galda fyri Norðoya Sambandsfelag. Eg helt annars, at tað vóru álitisfólkini í Norðoya Sambandsfelagi, sum høvdu myndugleikan at út- tala seg fyri Norðoya Sam- bandsfelag, og ikki floks- formaðurin. Hetta tykist ullint. Vit sleppa øll at siga tað, sum vit vilja, men sleppa ikki at endurgeva, sum vit vilja. Og Kaj Leo tekur sær enntá rætt til at úttala seg fyri onnur. Síðan leggur Kaj Leo eftir tingbólki Tjóðveldis- floksins, og fer at leita eftir beinagrindum í skápum, men finnur onga, og fer í staðin at lúgva. Eingin ivi er um, at hann roynir at leggja eftir mær. Men eg havi ongantíð verið partur av tingbólki Tjóðveldis- floksins, ella havt nakran álitissess í Tjóðveldisflokk- inum. Eg havi ein nevndar- sess í Unga Tjóðveldinum, sum er sjálvstøðugt felag. Eg hvørki havi ábyrgd ella standi eg til svars fyri tingbólki Tjóðveldisfloks- ins ella Tjóðveldisflokk- inum annars. Hetta álop Kaj Leo Johannesens er tískil ikki bara óviðkom- andi, men fullkomiliga burturvið. Kaj Leo skrivar víðari, "Tað er av stórum týdn- ingi fyri ein og hvønn flokk, at tað ræður floks- disiplin innanfloks, og at floksins stevnuskrá verð- ur fylgd." Ja, takk, Kaj Leo. Hesa floksdisipkinina kenna vit frá mótmælis- skrivi Norðoya Sambands- felags. Um onkur ikki makkar rætt, so skal við- komandi setast uttanfyri alla politiska ávirkan. Spurningurin er bara hvussu langt handhevjingin av hesi disiplini skal røkka. Norðoya Sambandsfelag krevur, at hon skal røkka út úr sjálvum Sambandsflokk- inum og inn í ein annan somgonguflokk. "Styrkin við eini breiðari samgongu er, at hon forðar fyri, at lægsti felagsnevn- ari, ella ein absoluttur minniluti, rekur føroyskan politkk. Tær fylgjurnar kenna vit alt ov væl til í Føroyum.", skrivar Kaj Leo eisini. Ja, tað er t.d. tað, sum hendir, tá ið minnilutar fáa sín vilja ígjøgnum á fólkaatkvøðu. Eitt dømi er 14. septembur 1946. Men mær vitandi hevur Kaj Leo ongar ætlanir at bøta um henda órætt. Her hanga orð og gerðir ikki saman. Av mótmælisskrivi Norð- oya Sambandsfelags og aftursvari Kaj Leo Jo- hannesens til mín, fái eg onga fatan av, at talufrælsi Sambandsfloksins røkkur nakað serliga langt. Eitt lyfti frá formanninum hev- ur nú heldur einki virði í sær sjálvum. Tað einasta, sum veruliga nyttar, er, at talufrælsið og rætturin at virka eftir síni sannføring verða vird í verki, og at fólk ikki skulu hava orsøk til at óttast avleiðingarnar av at siga sína hugsan alment og virka eftir henni. Vónandi fer Sambandsflokkurin, all- ur sum hann er, í verki at virða talufrælsið og rætt hins einstaka at virka eftir sannføring síni. Talufrælsi Sambandsfoksins