mánadagur 31. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 31. oktober 2005
11
Er talan um kyns-
ligan ágang, tá eitt
starvsfólk fortelur
fúlar søgur ella sendir
einum starvsfelaga
sjoflar myndir?
Fá svarið á hetta og
nógv annað í nýggja
Arbeiðsmarknaðurin
2005, sum Vinnu-
húsið gav út herfyri
BÓKLINGUR
Í bóklinginum verða ein
røð av viðurskiftum, sum
hava áhuga á flestu starvs-
plássum, lýst nærri. Greitt
verður til dømis frá, í
hvønn mun ein arbeiðsgev-
ari hevur rætt til at kanna
internetnýtsluna hjá einum
starvsfólki.
Hvat
eitt
starvsfólk kann vænta sær
av
eini
starvssamrøðu.
Hvørjar skyldur ein ar-
beiðsgevari hevur mótvegis
starvsfólkum, sum hava
heimaarbeiðspláss.
Nær
talan til dømis er um krops-
ligan ella kynsligan ágang,
happing o.s.fr
Harumframt verður eis-
ini greitt frá meir yvirskip-
aðum viðurskiftum, so sum
lóggávu, sáttmálum o.ø.
Hóast onkur av evnunum
eru nakað turrislig, er mál-
bunin óvanliga snøggur og
lættlisin fyri ein bólkling
av hesum slagi.
Bóklingurin, ið er ókeyp-
is, fæst umvegis heimasíð-
una hjá Vinnuhúsinum,
www.industry.fo
ave
Brunanevndin hjá Klaksvík-
ar Kommunu kannar fram-
vegis tilburðin eitt kvøldi
síðst í september mánað, har
tveir bilar hjá Klaksvíkar
sløkkiliði
ikki
startaðu.
Brunanevndin bað í hesum
sambandi
um
skrivligar
frágreiðingar frá pørtunum í
málunum, og tað eru hesar,
sum nú verða viðgjørdar
nærri.
Beint eftir tilburðin fóru
søgur at ganga um, at sabo-
taga var orsøkin til, at teir
báðir bilarnir ikki fóru í
gongd. Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri og formaður í
brunanevndini sigur, at tað
ikki altíð er líka eyðsýnt, hví
ein bilur ikki startar, og at
tað tí kann verða torført at
meta um, hvat býr undir
hesum leysasøgunum. Tí fer
brunanevndin á komandi
fundi at gera av, um giting-
anar um sabotagu skulu
beinast víðari til politiið.
ave
Beinta Árnadóttir
Gregersen hevur
fingið starvið sum
leiðari á Virkishús-
inum fyri ung í
Klaksvíkø
– Hetta er eitt
dreymajobb, sigur ein
sera fegin Beinta, sum
vónar at sleppa gongd
sum skjótast
VIRKISHÚS FYRI UNG
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Klaksvík:
Í summar tók Klaksvíkar
býráð endaliga avgerð um
at gamli Sjóvinnubankin,
har
kommunulæknarnir
hava húsast, framyvir skal
nýtast sum virkishús fyri
ung undir 18 ár. Onki
ungdómshús hevur verið í
býnum síðani einaferð í
80unum, so í Klaksvík
hevur verið fylgt við spenn-
ingi við ætlanunum fyri
virkishúsið.
Hósdagin
frættist so, at 29 ára gamla
Beinta Árnadóttir Greger-
sen úr Norðagøtu er sett
sum leiðari fyri húsið.
Eitt hús fyri øll
Í fyrsta umfari er ætlanin at
skipa virksemið í húsinum
eftir
nøkunlunda
sama
leisti sum Margarinfabrikk-
in í Havn. Tað vil siga eitt
royk- og rúsfrítt umhvørvi,
har ung undir 18 ár hava
sína dagligu gongd og
kunnu taka lut í ymsum
virksemi. Eisini er ætlanin
javnan at skipa fyri kjak-
fundum og fyrilestrum um
evni, sum hava áhuga hjá
teimum ungu. Í hesum
sambandi heldur Beinta
eisini, at tey ungu áttu at
fingið møguleika at læra at
duga og tora at traðka fram
og siga sína hugsan alment.
Beinta sigur, at eftir henn-
ara tykki skal tað verða
hugskotini
hjá
teimum
ungu sjálvum, sum seta sín
dám á húsið. Tí ætlar hon,
sum eitt tað fyrsta at fara
inn í skúlaflokkar í Klaks-
vík at fregnast eftir, hvat
tey ungu kundu ímyndað
sær at brúkt virkishúsið til.
– Tey ungu eru full av
hugskotum, so tað verður
neyvan nakar trupulleiki at
koma í gongd við okkurt
spennandi. Men tað skal
eisini vera pláss fyri bara at
koma inn og slappa av og
sita og práta, sigur Beinta.
Enn er ov tíðiliga at siga
nakað ítøkiligt, um hvørji
tilboð verða í húsinum.
Men Beinta leggur áherðslu
á, at hetta skal vera eitt hús,
har øll kenna seg væl at
koma. Hetta skal fyrst av
øllum verða eitt stað, har
tey ungu kunnu koma at
hava tað stuttligt og hugna-
ligt saman, samstundis sum
tey hava møguleika at læra
okkurt innan til dømis
tónleik, handverk og annað
kreativt.
Ymsar royndir
Beinta er BA í samfelags-
frøði og hevur harumframt
lisið Kultur- og sprogmøde-
studier á RUC. Hon hevur
nakað av royndum sum lær-
ari og á CISV barnalegum
og hevur annars verið sera
virkin í tónleikasam-takin-
um Grót og í nógva virk-
seminum kring G! Festival-
in.
Beinta sigur, at síðani
hon flutti aftur til Føroyar
fyri tveimum árum síðani,
hevur hon leitað eftir einum
starvi, ið líktist júst hesum,
hon nú hevur fingið.
– Eg var farin at halda, at
tað nokk ikki funnust slík
størv í Føroyum. So hetta er
onki minni enn eitt dreyma-
jobb fyri meg, sigur ein
sera fegin og spent Beinta,
sum vónar at sleppa í
gongd sum skjótast.
Leygardagin var nýggi
Smyril á framsýningartúri
norðanfyri.
Fyrst gekk leiðin til
Klaksvíkar, og um midd-
agsleitið stevndi Smyril inn
á Pollin. Skipið legði tó
ikki at, so Klaksvíkingar
fingu ikki høvið at fara
umborð í hesum umfari.
Rættiliga nógvir bilar vóru
tó at síggja á Ánavegnum,
har útsýnið yvir á Smyril
var av tí besta.
Eftir vitjanina í Klaksvík,
legði Smyril leiðina inn á
Fuglafjørð, har skipið kom
inn á fjørðin kl. 15.00.
Komin væl inn á fjørðin
byrjaði Smyril at floyta, og
bæði bátar og bilar heilsaðu
skipinum vælkomnum við
at floyta aftur. Fáar minuttir
seinni fór Smyril avstað
aftur.
ave
Leiðari fyri Virkishúsið sett:
Eitt dreymajobb
29 ára gamla Beinta Árnadóttir Gregersen úr Norðagøtu er júst
sett sum leiðari á nýggja Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Hentur bóklingur frá
Vinnuhúsinum
Bóklingurin
Arbeiðsmarknaðurin
2005 frá Vinnuhúsin-
um lýsir eina røð av
evnum, sum hava
áhuga á flestu starvs-
plássum
Kanna framvegis sløkkiliðsmálið
Tað verður møguliga politiið, sum skal taka sær av málinum
um sløkkiliðsbilarnar í Klaksvík, sum ikki startaðu herfyri
Nýggi Smyril á
framsýningartúri
Smyril á Fuglafirði
Smyril á Klaksvík