mánadagur 31. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 208 - 31. oktober 2005
- Tit hava ábyrgd av tykkara heilsu
Undir heitinum
"Ábyrgd fyri egnari
heilsu" skipaði Til-
haldið fyri evnisdegi
leygardagin. – Heils-
an er okkara ábyrgd.
Tað nyttar einki at
skylda uppá samfel-
agið, tí tað eru vit
sum hava ábyrgdina
av okkara heilsu,
segði ein luttakari á
stevnuni
ELDRADAGUR
Snorri Brend
Havn: - Tað eru TIT sum
hava ábyrgd av tykkara
egnu heilsu.
Tað er púra kvirt inni í
stóru útvarpshøllini. Tey
sita øll og lurta við andakt.
Har frammi stendur Jó-
hanna á Tjaldrafløtti og
tosar um heilsugóðan kost.
Tað skilst, at hetta er eitt
evni sum hevur áhugan hjá
teimum eldru.
Ikki tí, - fleiri teirra hava
áður hoyrt hana tosað um
júst hetta evnið í Tilhaldin-
um. Men hesa løtuna eru
eisini fólk úr øðrum støð-
um savnaði saman.
Tey virknu fólkini í Til-
haldinum í Havn høvdu
nevniliga leygardagin boð-
ið til almennan evnisdag,
har høvuðsevnið var tað at
hava ábyrgd fyri egnari
heilsu.
Og sigast kann, at stórur
áhugi var fyri hesum til-
takinum. Høllin var fullsett
av eldri fólki, sum sótu og
tóku til sín av øllum tí, sum
varð borið fram.
Ikki skylda uppá
samfelagið
Tað er ikki á hvørjum degi,
at tey eldru kring landið so-
leiðis kunnu hitast til álvara
og gaman.
Tey hava tikið seg saman
í feløg og virksemi av ym-
iskum slagi kring landið.
Men tá tað so býðst eitt ser-
ligt høvi at hitta javnaldrar,
so fara maður og kvinna av
húsi.
Og nú tann fryntligi
føðslu- og húshaldsfrøðing-
urin er farin á talarastólin er
hvørt oyra opið fyri tí, hon
ber fram.
Johanna tosar skilagott
um týdningin av at eta
heilsugóðan
kost.
Alt
verður sagt sum ein upp-
muntring til áhoyrarnar, tí
tað eru hóast alt tey sum
hava ábyrgdina av síni egnu
heilsu.
- Ja, tað var so púra rætt
tað sum hon segði. Tað eru
vit sum hava ábyrgd fyri
okkara heilsu. Tað nyttar
einki at skylda uppá sam-
felagið ella onnur. Hetta er
okkara ábyrgd, segði ein
luttakari á fundinum.
Eta og drekka rætt
- Eg fari nú at geva tykkum
átta góð ráð til heilsugóðan
kost. Eitt tað týdningar-
mesta er at eta rættan kost
hvønn einasta dag, segði
Johanna m.a. í sínum
fyrilestri.
Hon vísti á týdningin av
at eta frukt, grønmeti, fisk
og epli, og so kanska eta
góðgæti og sukur við serlig
høvi, t.d. vikuskifti og føð-
ingardagar.
Hinvegin er eisini neyð-
ugt at drekka nógva vætu
hvønn dag – í minsta lagi
hálvanannan litur av vatni
og mjólk, og ikki minst at
røra seg í minsta lagi 30
minuttir um dagin.
-
Onkur
vil
kanska
spyrja, um júst tað er so
øgiliga neyðugt at eta og
drekka rætt. Jú, tað er tað!
- Tí við heilsugóðum kosti
kunnu tit fyribyrgja hjarta-
og karsjúkur, eins og tær
kendu vælferðarsjúkurnar,
so sum krabbamein og
yvirvekt, segði Johanna
m.a. í fyrilestri sínum.
Hetta var ein samandrátt-
ur av tí, hon áður hevði
greitt frá í Tilhaldinum í
Havn. Eftir hana komu sjey
aðrir luttakar, sum greiddu
frá sínum evni, áðrenn øll
átta fóru til pallborðið at
tosa nærri um tað viðkom-
andi evnið, - at hava ábyrgd
fyri egnari heilsu.
Tey eldru lurtaðu við áhuga
eftir framløgunum í
Útvarpshøllini
Norðurlandahúsið
verður hesar kom-
andi vikurnar karm-
ur um spennandi
sjónleikin við Ronju
Ránsmannadóttir.
Longu í farnu viku
vóru tríggjar av átta
teim fyrstu fram-
førslunum útseldar
SJÓNLEIKUR
Snorri Brend
Norðurlandahúsið: - Ja,
hatta er fínt. Men royn
samstundis at hava eyguni
vend eyguni móti Ronju.
- Kom, vit royna einaferð
enn!
Eyðun Johannesen er
leikstjóri við drúgvum
royndum. Nú stendur enn
ein roynd fyri framman.
Komandi leygardag verður
nevniliga kendi leikurin
um Ronju Ránsmannadótt-
ir spældur á fyrsta sinni.
Frammanundan leikin-
um er gjørt eitt stórt ar-
beiði við at finna røttu
leikararnar, gera pallmynd-
ina so vakra og handiga
sum tilber, og at fáa alt hitt
handan og framman leik-
tjøldini at rigga saman.
Hetta er ikki løtuverk, tí
omanfyri 60 fólk eru á
einhvønn hátt við í hesum
leikinum, sum uttan iva fer
at verða væl dámdur av
fólki.
Hetta er ein spennandi
og áhugaverdur leikur, sum
eisini er væl umtóktur í
øðrum londum. Í leikinum
verða ymisk hugtøk sett
upp móti hvørjum øðrum –
so sum friður, rættvísi og
kærleiki.
Hegni og tol
Leygardagin í farnu viku
var hann og høvuðsleikar-
arnir báðir - Barbara
Hentze í Stórustovu og
Petur Meinhard Elleby
Andersen – í ferð við at
leggja enn eina hond á
henda spennandi leikin.
Við stórum hegni og
ótrúligum toli, eisini til teir
minstu smálutirnar, fær
hann teir báðar leikararnar
at spæla soleiðis sum tað
eigur at verða gjørt.
Hvussu leikur annars fer
fram, tað sleppa áskoðarar-
nir at verða vitni til kom-
andi leygarkvøld og víðari.
Í fyrstu syftu eru átta
sýningar settar á skránna.
Men hugsandi er, at tær
gerast munandi fleiri.
Tí skal ein trúgva teim-
um seinastu tølunum fyri
seld atgongumerki, so eru
tríggjar av hesum fyrstu
átta sýningunum longu út-
seldar.
Og sum skilst, eru fá at-
gongumerki eftir til fleiri
av hinum sýningunum. So
ætla fólk sær til leikin,
ræður um at gera skjótt av.
So fer
Ronja
á pallin
Undir kønari leiðslu av Eyðun Johannesen fáa høvuðsleikararnir góð ráð á leiðini