mánadagur 31. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 31. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leif
Lamhauge,
í
Dalinum, Lamba, búsit-
andi í Havn, andaðist í
heiminum 30. oktober,
79 ára gamal. Jarðar-
ferðin verður úr Vestur-
kirkjuni
mikudagin
klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Leif, kunnu lata Føroya
Felag Móti Krabba-
meini eina gávu. Konto
í peningastovninum.
Frits Witt í Miðvági
andaðist leygarnáttina,
75 ára gamal.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Danjal Sjúður Enni-
stíg, Klaksvík, andaðist
sunnudagin 30. okto-
ber, 49 ára gamal.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Mikudagin 26. oktober
andaðist
Jóhan
Poulsen, Innan Glyvur,
búsitandi í Melbourne
Australia, 74 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
1. november.Alla halganna dagur. Longu í aðru øld
var siður at halda minningardagur hjá hvørjum
einstøkum blóðvitni á deyðadegnum, men umleið ár
350 varð samtykt at halda minningardag fyri øll ein
dag í árinum, og var hann fyrsta sunnudag eftir
hvítusunnu. Pavin Gregorius III ásetti í 731, at
dagurin skuldi verða hildin 1. november. Hann varð
róptur Festum omnium sanctorum, hátíðardagurin hjá
øllum teimum heilagu. Eftir trúbótina varð hann
avtikin sum fastur halgidagur og varð í kirkjuárinum
ásettur til fyrsta suunudag eftir fyrsta november, men
1. november varð standandi eftir í álmanakkanum.
Løgtingið samtykti í 1949, at 1. november skuldi
verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu.
27. oktober í 1970 tóku 18 stýrimenn og skipsførarar prógv á Føroya Sjómansskúla.
Aftara rað f.v.: Páll Weihe, Selatrað, stýrimaður, Annfinnur Jacobsen, Hvalvík, stýrimaður, Edward Nicodemussen,
Sandur, stýrimaður, Kaj Tausen, Hov, stýrimaður, Heðin Sevdal, Leirvík, stýrimaður, Jónsvein Michelsen, Mykines,
stýrimaður, Árni Holm, Porkeri, stýrimaður, Eyðfinnur Stórá, Skopun, stýrimaður, Mortan Johannesen, Tórshavn,
skipsførari, Jóannes Jørgensen, Sørvágur, skipsførari, og Sigurbjørn Niclasen, Tvøroyri, stýrimaður.
Fremra rað f.v.: Andrew Christiansen, Tórshavn, stýrimaður, Arnold Eyvindson, Hvalba, stýrimaður, Guttormur
Christiansen, Vestmanna, stýrimaður, Álvur Holm, Hvalba, stýrimaður, Helgi Joensen, Toftir, stýrimaður, Páll Joensen,
Tórshavn, stýrimaður, og Dánjal Frederiksberg, Strendur, stýrimaður
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1970
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at elskaði maður, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Leif Lamhauge
í Dalinum, Lamba
búsitandi í Tórshavn
andaðist í heiminum sunnudagin
30. oktober 79 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Sanna
Sigrun, Marjun, Sigurd og Margit
Tey,ið ynskja at minnast Leif,kunnu lata Føroya Felag
móti Krabbameini eina gávu,konta í peningastovunum.
Fyri 35 árum síðan:
Styrimenn og skipsførarar í 1970
i