Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 208 - 31. oktober 2005 Leygardagin var ítróttarhøllin í Runavík karmur um eitt stórt familjutiltak við Trøllapæturi, sum mentanarvikan skip- aði fyri. Umleið 700 børn, ung og vaksin komu til tiltakið, sum var sera væl eydnað FAMILJUTILTAK Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Mentanarvikan, sum var í Runavík í síðstu viku, hevur havt nógv á skránni; bæði til børn, ung og vaksin. Leygardagin var túrurin kanska serliga kom- in til børnini, tá ið Trøllapætur og øll hini høvdu eitt stórt trøllashow í ítróttarhøllini í Runavík. Tiltakið byrjaði kl. 15.00, men longu ein tíma áðrenn stóðu fólk í kø og bíðaðu eftir at sleppa at keypa at- gongumerki, og tá ið av- tornaði, vóru umleið 700 fólk og hugdu. Har vóru líka nógv vaksin sum børn, og tað var ikki sørt, sum tey vaksnu eisini flentu eftir sprellunum hjá ommuni, og eftir politihundinum, sum fór millum beinini hjá Jógvani politisti, við Erlingi aftaná! Tey flestu børnini sótu pinnastill á gólvinum og fylgdu við í tí, sum fór fram á tí vakra pallinum, sum var settur upp. Summi sluppu eisini at klappa politihund- inum, sum var sera fittur og blíður við børnini. Lagið var gott á bæði vaksnum og børnum, og øll sungu væl við, tá ið kendu sangirnir hjá m.ø. trølla- ommuni vóru á skránni. Børnini bæði klappaðu, sungu, dansaðu og flentu. Framførslan fór fyri tað mesta fram á pallinum; men Trøllapætur og omman runnu eisini undan politist- unum niðri á gólvinum millum øll børnini, sum dúgliga eggjaðu teimum at renna enn skjótari, so tey ikki vórðu fangað. Endin á øllum var, at leikamafian varð fangað, Kári handilsmaður fekk pengarnar hjá sær aftur, og øll vóru glað. Tá ið framførslan var liðug, komu tveir Bassar á pallin at heilsa upp á børn- ini, og starvsfólk hjá Før- oya Sparikassa góvu børn- unum sunkist, ballónir og taskur heim við. – Alt í alt eitt sera væl eydnað familjutiltak, sum øll vóru væl nøgd við. Stuttligt trøllashow í Runavík Lena, 200 og Týr spældu væl á konsertini, sum var í ítróttarhøllini í Runavík fríggja- kvøldið. Konsertin var kryddað við spennandi trend- showi hjá Shop-Inn og Trend Floor KONSERT Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Í samband við mentanar- vikuna í Runavík í síðstu viku spældu Lena, 200 og Týr á stórari, ókeypis konsert, sum var sera væl eydnað. Hóast veðrið var ringt, var lagið gott á teimum umleið 900 áhoyrarunum, sum vóru komnir í ítróttarhøllina í Runavík. Lena byrjaði konsertina við livandi ljósum á pall- inum og hugtók við sínum vøkru og fangandi sangum. Næsti bólkur á pallinum var 200, sum skrúvaði ferðina heilt í topp. Tað hoyrdist og sást, at bólkurin var sera væl dámdur millum áhoyrararnar. Týr endaðu konsertina við einum braki við teirra eyðkendu løgum, og øll sungu dúgliga við. Vegna veður varð móta- sýningin, sum skuldi vera í einum telti uttanfyri, flutt inn í høllina, og bleiv ein partur av showinum. Handlarnir Shop-Inn og Trend Floor vístu nýggjasta mótan. Showið hjá Trend Floor var nýskapandi og passaði væl til atmosferuna, sum var í høllini millum framførslurnar hjá 200 og Týr. Føroya stuttligasti mað- ur, Hilmar Jan Hansen, var frásøgufólk og kom sera væl frá uppgávuni. Millum annað var ein av klassikarunum hjá Hilmar Jan, Tobbi, á skránni. Alt í alt eitt gott tiltak, sum sambært fyrireikar- unum møguliga verður afturvendandi. Feit konsert í Runavík Trøllaomman var í hopla leygardagin! Børnini fingu sunkist, ballónir og taskur frá Føroya Sparikassa Erling politistur hevði politihundin við Børnini vóru hugtikin av tí, sum fór fram á pallinum.