mánadagur 31. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 31. oktober 2005
15
Ferðaætlan 19.-22. desember 2005
Havn
Koma
Fráferð
Dagur
Tórshavn
–
10:00
Mánadagur 19. desember
Peterhead
08:00
–
Týsdagur
20. desember
Peterhead
–
19.00
Mikudagur
21. desember
Tórshavn
16:00
–
Hósdagur
22. desember
Ein sjólátin
Í morgin er 1.
november, sum eisini
er minningardagur
teirra sjólæntu.
Dagurin verður
hildin nógvastaðni
kring landið, men í
Havn verður meiri
gjørt burtur úr hesa
ferð. Nú verða eisini
teir 219 menninir
sum lótu lív á sjónum
undir krígnum mintir
á serstakan hátt
MINNINGARDAGUR
Snorri Brend
Sjólatin: Í ár eru liðin 60 ár
síðani seinni heimsbardagi
endaði. Og hesa hending
ætla Fiskimannafelagið og
Føroyska Sjómansmissión-
in at markera.
Vanligt er, at serstøk
minningarhald eru á støð-
um, har minnisvarðar eru
reistir fyri teir av sjó-
monnum
okkara,
sum
fórust á sjónum.
Men í sambandi við
minningarhaldið í morgin
verður gjørt munandi meiri
burturúr júst hesum í sam-
bandi við minningarhaldið
í høvuðsstaðnum.
Hinvegin, so hevur hetta
farna árið eisini kravt
mannalív á sjónum, hóast
talan bert er um tann eina
sjómannin.
Talan er um tann 44 ára
gamla vestmenningin, Poul
Johannes Poulsen, sum
sigldi við Grønanes, og
sum druknaði í Vestmanna
hin 27. mars í ár.
219 mans
At tað í ár eru liðin 60 ár
síðani 2. heimsbardagi end-
aði, skal sjálvandi marker-
ast.
Onkur undrast kanska á,
at ikki varð gjørt meiri við
hetta frá almennari síðu,
um ein ikki roknar ísfiska-
túrin hjá sluppini Johonnu
til Íslands uppí.
Men Fiskimannafelagið
og Føroyska Sjómansmissi-
ónin ætla kortini at gera
rættiliga nógv burtur úr
hesum serstaka degnum í
morgin, nú minningardagur
teirra sjólætnu er.
Ætlanin er nevniliga at
skipa fyri einum serstøkum
minningarhaldi fyri allar
teir, sum fórust á sjónum
undir krígnum.
Her er talan um eitt
rættiliga stórt tal av fólki í
bestu
árum.
FF-blaðið
prentaði í seinastu útgávuni
ein lista við øllum hesum
monnunum, - íalt 210. Men
síðani eru teir gjørdir kunn-
ugir við 9 mans aftrat, so-
leiðis at samlaða talið av
teimum sum fórust undir
krígnum er 219 mans.
Einkjur og konur
Skráin fyri morgindagin
byrjar annars við samkomu
á Hotel Tórshavn, Sjó-
mansheiminum
kl.
15.
Síðani verður farið í Viðar-
lundini, har Jóannes Ejdes-
gaard løgmaður leggur
krans við minnisvarðan har.
Í ár eru liðin 50 ár síðani
hesin minnisvarðin varð
reistur.
Síðani hava fyrireikarar-
nir boðið øllum teimum,
sum sigldu undir krígnum
til eina samveru við døg-
urða á Hotel Tórshavn, Sjó-
mansheiminum.
Tað eru tó ikki bert teir
menninir, sum sigldu undir
krígnum sum kundu fara
við til hesa samkomuna.
Boðin vórðu eisini konur,
einkjur og neyðug hjálpar-
fólk.
Kl. 20 verður so minn-
ingargudstænastan í Havn-
ar kirkju, har Bergur Debes
Joensen prestur prædikar.
Aftaná hesa gudstænast-
una verður alt kirkjufólkið
boðið enn einaferð oman í
Hotel Tórshavn, Sjómans-
heimið til ein drekkamunn.
- Vit halda, at hetta er eitt
áhugavert tiltak, og vit
vóna tí, at flestir av okkara
gomlu krígssiglarum fara at
møta, saman við konum
sínum. Einkjur eftir teir,
sum eru farnir, eru eisini
vælkomnar, siga Fiski-
mannafelagið og Føroyska
Sjómansmissiónin.