mánadagur 31. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 208 - 31. oktober 2005
Pharrel, Coldplay,
Robbie Williams,
Shakira, Kent, Cardi-
gans, Outlandish og
Mew vóru nøkur av
nøvnunum, ið vóru
savnaði í Keyp-
mannahavn, tá
Nordic Music Awards
varð hildið
NORDIC MUSIC
AWARDS
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Leygarkvøldið vóru norð-
urlendsku tónleikavirðis-
lønirnar
Nordic
Music
Awards
handaðar,
og
planet.fo var á staðnum.
Virðislønirnar er ein felags
sjónvarpssending,
sum
sviar, danir og norrmenn
gera. Í ár var tiltakið í
Keypmannahavn.
Stór nøvn
Hóast
Nordic
Music
Awards er eitt nýtt rættuliga
sjónvarpskonsept, so hava
Svørríkið, Noreg og Dan-
mark hvørt í sínum lag havt
tónleikavirðislønir í nógv
ár, men eigin ivi er um, at
við at savna virðislønirnar,
er tiltakið vaksið nógv og
vorðið nógv meira lokkandi
fyri tónleikanøvn at luttaka
á bæði fyri norðurlendsk og
útlendsk. Sostatt var møgu-
ligt at uppliva m.o. Pharrel,
Coldplay, Robbie Williams,
Shakira, Kent, Cardigans,
Outlandish og Mew. Hetta
sást aftur á áskoðaratølun-
um, risa høllin Forum var á
tremur við fólki.Serliga
vóru tað danir og sviar, ið
vóru í meiriluta.
Fyrst og fremst
sjónvarp
Tiltakið var fyrst og fremst
ein sjónvarpssending, og
var týðiliga merkt av hes-
um. Fyri at sleppa undan
trupulleikum við feed og
ekko í stóru betonghøllioni,
var ljóði rættuliga spaku-
ligt, og tí var ofta torført at
hoyra hvat tey, sum lótu
heiðurslønirnar søgdu, tón-
leikurin ljóðaði alt annað
enn væl í rungandi høllini,
har alt leyp saman í eina
suppu. Men showið var
flott, sjónsansurin var væl
og virðiliga stimuleraður.
Fólk vóru pyntað, og nógv-
ar stjørnur luttóku. Sjáldan
hava so nógv kend fólk úr
skandinavisku londunum
verið savnað undir einum
taki.
Sjónvarpshyggjarin
hevði maktina
Tað vóru hyggjararnir, ið
avgjørdu hvør fekk ymisku
virðislønirnar, seinastu vik-
urnar hava svensku, donsku
og norsku hyggjararnir sent
SMS við sínum atkvøðum.
Tilsamans vóru 11 virðis-
lønir latnar, men tvær av
hesum: tann fyri besta
norðurlendska frambrot og
heiðursvirðislønin
vóru
avgjørdar av eini serligari
dómsnevnd.
Gwen Stefani, Eminem
og Coldplay vunnu virðis-
lønirnar fyri bestu altjóða
tónlistarfólk og bólkar, men
av hesum var, tað bert
Coldplay, ið var á staðnum
at taka ímóti virðislønini.
Kent vann heiðurslønina
fyri besta norðurlendska
tónlistarfólk/bólk, og blað-
unga Amy Diamonds vann
fyri besta norðurlendska
hitt við lagnum "What’s In
It For Me"
Nordic Music Awards savnaði s
Robbie Williams var størsta
stjørnan í Forum
leygarkvøldið
Mynd: Scanpix Danmark
Latnar virðislønir á Nordic Music Awards
Besta danska tónlistarfólk/bólkur: Nik & Jay
Besta norska tónlistarfólk/bólkur: Madrugada
Besta svenska tónlistarfólk/bólkur: Daniel Lindstrøm
Besta altjóða mannliga tónlistarfólk: Eminem
Besta altjóða kvinnuliga tónlistarfólk: Gwen Stefani
Besta altjóða tónleikabólkur: Coldplay
Besta norðurlendska hitt: Amy Diamond - "What's In It For Me"
Besta norðurlendska sjónbandalag: Timbuktu - "Det löser sig"
Besta norðurlendska tónlistarfólk/bólkur: Kent, bólkurin fær TeliaSonera
Surfport-virðislønina á 100.000 svenskar krónir.
Besta norðurlendska frambrot: Mew, bólkurin fær Sony Ericsson-virðislønina á
100.000 svenskar krónir:
Heiðursvirðislønin: D-A-D
Ikki bert føroysku
fjølmiðlarnir Planet.fo
og SVF vóru
umboðaðir á NMA.
Eisini millum
áskoðararnar í Forum
leygarkvøldið vóru
føroyingar. Vit hittu
Odu Ellingsgaard og
Meinhard Mikladal, ið
vóru komin niður á
Coldplay konsert
kvøldið eftir, og tí eisini
fóru á hetta tiltak
Oda Ellingsgaard.
Hetta var
suverent, tað
var fantastiskt
at síggja
Coldplay,
Robbie
Williams og
Mew live, vit
stóu fremst alla tíðina. Tað
var serliga Coldplay, sum var
gott. Tað var tann konsertin í
kvøld. Eg eri í øllum førum
væl nøgd við kvøldið.
Meinhard Mikladal
Hatta var heilt
ótrúligt. Eg
haldi sjálvur,
at Coldpalay
spældu bestu
konsertina.
Men eisini
Robbie
Williams og Mew vóru góðir.
Eg eri akkurát byrjaður at
lurta eftir Mew og kenni teir
bara á fløgu. Men teir eru ein
ótrúliga góður live bólkur.
Føroyingar á Nordic Music Awards
Kent í svørtum
Størsta svenska tónleikanavnið Kent var á Nordic Music Awards, har bólkurin
frumframførdi frálíka lagið: "Ansgar & Evelyne". Bólkurin fylgdi tí svarta
rokktrendinum og var allur svartur. Kent vann virðislønina, sum besti norður-
lendski bólkur og fekk ein kekk á 100.000 kr. at keypa svartar leður- og kovboykuksir
fyri
Mynd: Jonhard Hammer
MjúS gestirnir úr Saybia
vóru í uppskoti til tvær
virðislønir, bæði besti danski
bólkur og besti norðurlendski
bólkur, men teir taptu til Nik
& Jay og Kent. Saybia er í
løtuni best seljandi danski
bólkur, og hetta var óiva ein
góð troyst, tá teir vóru
tómhentir heim frá NMA:
Mynd: Jonhard Hammer
Saybia tapti tvær virðislønir