Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á veg til Århus Vit skulu á pallin í Århus um hálvan annan tíma, so hetta verður heilt stutt, søgdu limirnir í D:A:D, tá teir komu hálvavegna rennandi inn á tíðindafundin. Danski bólkurin, sum spældi í Høllni á Hálsi í 1999, er mest seljandi danski bólkurin uttanlanda, og hevur ferð eftir ferð endurnýggjað seg og harvið eisini danska rokkpallin. Ikki minst á nýggjastu fløguni Scare Yourself. Hetta var nóg mikið til at tryggja bólkinum heiðursvirðislønina á NMA. D:A:D søgdu, at teir ikki ætlaðu sær at luttaka á NMA, tí teir seinni um kvøldið skuldu á pallin í Århus, men fyrireikararnir høvdu ferð eftir ferð ringt og sagt: "Tit mugu møta upp". Sangarin Jesper Bintzer hevði roynt at spurt hví, teir skuldu ikki spæla, og vóru ikki innstillaðir til nakra virðisløn, men boðini vóru bara møtið upp! Bólkurin gjørdi tí ikki mætari enn, at teir leigaðu flogfarð úr Kastrup til Århus, og hetta flogfar stóð nú og bíðaði. Limirnir í bólkinum vóru, sum verða man, sera glaðir fyri virðislønina og skundaðu sær víðari. Mynd: Per Arnesen/TV 2 Suður amerikanska song- kvinnan Shakira handaði saman við danska James Bond bandittinum Ulrich Thomsen virðislønina fyri besta frambrot til Mew. Harumframt sang hon sangin "Don’t Bother" á Nordic Music Awards. Aftan á helt hon ein stuttan tíðindafund, áðrenn hon fleyg víðari. Hennara eggjandi dansur er heimskendur, og tí vóru vit fjølmiðlafólk áhugaði í at vita, hvar hon hevði lært at dansa soleiðis. Hon greiddi frá, at í býnum, sum hon var ættað úr, dansaðu fólk altíð, og børn lærdu at dansa, áðrenn tey lærdu at ganga. Hon segði, at tað henni dámdi serliga væl við danska samfelagnum var, at her var vakurt og friðarligt, og at fólk høvdu virðing fyri hvør øðr- um. Hon helt eisini, at tað var stuttligt, at so nógv fólk súkkla í Danmark. Hon var komin til Dan- markar sama morgun, og skuldi flúgva víðari stutt eftir fundin, og tí var vitjanin sera stutt. Hon segði seg vera ótrúliga glaða fyri at hava møguleik- an at liva av at gera tónleik, og hetta, at koma heilt til Danmarkar á snarvitjan í sambandi við eina virðis- lønahandan, er ein partur av tí starvinum, so tað helt hon vera fínt Nr. 208 - 31. oktober 2005 17 Nordic Music Event er eitt samstarv millum eina svenska, eina danska og eina norska sjónvarpsrás, men eisini Sjónvarp Føroya var umboðað við eygleið- arunum í Forum leygar- kvøldið NORDIC MUSIC EVENT Sjónvarp Føroya hevði tveir mans, sum eyg- leiddu avviklingina av Nordic Music Awards. Sjónvar psmennir nir Herluff Sørensen og Jan Jørgensen vóru í Dan- mark í sambandi við ein fakfestival, og nýttu tí høvið at savna sær íblást- ur til Atlantic Music Event í 2007. Herluff greiddi frá, at hóast hálvt annað ár er til næsta AME, so eru fyri- reikingarnar so smátt við at fara í gongd. Tí var hetta høvið sera gott til at fáa innlit í hvussu, hetta verður gjørt í Danmark. Fyrr um dagin høvdu teir fylgt við, tá sendingin var royndarkoyrd, og hetta var sera áhugavert. Eisini høvdu teir fingið avrit av handritinum til sending- ina, hugt at pallmyndun- um og fylgt við í seinastu fyrireikingunum. Herluff segði, at enn var eingin avgerð tikin, um formurin á Atlantic Music Event fór at verða tann sami næstu ferð ella ikki. Hetta var slettis ikki viðgjørt enn. "Vit eru júst farnir í gongd við at fyrireika, og fara at fund- ast um formin og annað í næstum", segði Herluff. Men segði samstundis, at sjálvandi fór teirra partur at verða eitt sindur annar- leiðis. Tí at nú vóru SVF og ÚF vorðin ein stovnur, og tí gjørdist redaktionella arbeiðið eitt annað, har bæði sjónvarp og útvarp virka sum ein redaktión. stjørnurnar í Keypmannahavn SVF lúrdi eftir NMA í sambandi við AME Herluff og Jan Mynd:Jonhard Hammer 13 ár og stjørna 13 ára gamla Amy Diamond vann virðislønina fyri besta norðurlendska hitt, við lagnum "What’s In It For Me" av fyrstu fløgu hennara "This Is Me Now". Svenska Amy var ikki bert yngsti vinnarin á kvøldinum , men eisini glaðasti vinnarin. Hon hoppaði og dansaði, tá vit og restin av norðurlendsku fjølmiðlunum royndu at sleppa framat at taka myndir av henni. Mynd: Niels Uni Dam Svart er inn At døma eftir klæðunum hjá teimum nógvu kendu fólkunum, ið vóru savnaði í Forum, er svart liturin hjá film- og rokkstjørnum í Norðurlondum, hetta sást tildømis á Ninu Persson úr Cardigans, ið hevði latið seg í klæði, sum vóru skapt av ymiskum norðurlendskum sniðgevum. Hon segði, at hon hevði brúkt umleið ein hálvan tíma at avgera, hvat hon skuldi lata seg í hetta kvøldið. Á veg inn í Forum adúkaði hon fyri okkum fjølmiðlafólkum, at undirklæðini vóru frá Hennes og Maurits. Litin á undirklæðunum fingu vit tó ikki at vita, men munnu tey ikki hava verið svørt, sum restin av klæðunum Mynd: Jonhard Hammer Dugdi at dansa, áðrenn honn gekk Mynd: Niels Uni Dam Turriklæði við einum boðskapi Limirnir í danska poppbólkinum Outlandish høvdu millum annað pyntað seg við turriklæðum um hálsin. Teir greiddu frá, at turriklæðini vóru úr Kashmir, og at orsøkin til, at teir høvdu latið seg í tey, var fyri at minna fólk á, at tað var týdningarmikið at lata pening til tey neystøddu aftan á náttúruvanlukkuna í Pakistan. Annars brutu Outlandish eitt sindur frá nógvum av hinum kendu luttakarunum, við ikki at hava latið seg í svørt klæði. Teirra etniskt og hippiekendu klæði vóru tó væl í trá við trendin í tíðini Mynd: Jonhard Hammer