mánadagur 31. oktober 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 208 - 31. oktober 2005
Barnaverndarstova Føroya:
Skipar fyri skeiði
fyri øllum barna-
verndarlimum
Fyrsta kunnandi til-
takið hjá Barnavernd-
arstovu Føroya verður
komandi leygardag. -
Vit bjóða øllum
barnaverndarlimum í
landinum á skeið á
Hotel Føroyum. Á
skeiðnum verður
kunning um barna-
verndarlógina, sigur
Anna Dam, leiðari
BARNAVERND
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var tann 9. juni í ár, at
Føroya Kommunufelag og
Ko m m u n u s a m s k i p a n
Føroya skrivaðu undir sam-
starvsavtalu, har avgjørt
varð at seta á stovn felags-
kommunala barnavernd-
arstovu.
- Kommunufeløgini halda
tað vera umráðandi, at
Barnaverndarstova Føroya
fer at virka longu í ár, so-
leiðis at kommunalu barna-
verndartænasturnar eru til
reiðar, tá nýggja barna-
verndarlógin, sum leggur
barnaverndarøkið til komm-
unurnar at umsita, kemur í
gildi 1. januar 2006.
Leiðarin á Barnaverndar-
stovu Føroya, Anna Dam,
vísir á, at í nýggju barna-
verndarlógini er krav um,
at kommunurnar skulu seta
á stovn sosialar umsitingar
at umsita barnaverndarmál.
Hesar skulu gera tilmæli til
barnaverndirnar at taka
avgerð eftir, tá barnavernd-
armál taka seg upp. Vón-
andi fer hetta at hava við
sær, at málsviðgerðin verð-
ur eins kring landið, og at
vitanarstøðið sum heild
innan økið hækkar.
- Uppgávan hjá Barna-
verndarstovu Føroya er at
vegleiða
og
ráðgeva
kommunalu barnaverndar-
tænastunum. Eisini er ein
týdningarmikil uppgáva at
skipa fyri undirvísing við-
víkjandi uppgávunum hjá
barnaverndartænastunum
sambært nýggju barna-
verndarlógini.
Fyrsta kunnandi tiltakið
hjá
barnaverndarstovuni
verður nú leygardagin, og
er fyri allar barnaverndar-
limir í landinum.
- Vit bjóða øllum barna-
verndarlimum í Føroyum á
skeið á Hotel Føroyum. Á
skeiðnum verður kunning
um
barnaverndarlógina.
Dentur verður lagdur á at
geva eina greiða fatan av
málsviðgerðarkrøvunum í
lógini, og hvørjar fyriskip-
anir kunnu setast í verk
sambært hesari, tá tørvur er
á tí til tess at tryggja enda-
málið við nýggju lógini.
Endamálið við lógini er
nevniliga, "at børn, sum
liva undir viðurskiftum, ið
kunnu skaða teirra heilsu
og menning, fáa neyðuga
hjálp og umsorgan í rættari
tíð, og at hjálpa teimum við
at fáa ein tryggan uppvøks-
tur".
Barnaverndarstovan hev-
ur heitt á løgfrøðingarnar,
Beintu Festirstein og Biritu
Ludvíksdóttir Poulsen, um
at standa fyri hesum fyrsta
skeiðnum.
Verður undirtøkan stór,
verður sama skeið eisini
hildið
fríggjadagin,
4.
november.
- Ætlanin er at skipa fyri
fleiri skeiðum í november
og desember, soleiðis at
barnaverndartænasturnar
eru tilreiðar at taka við
avbjóðingunum í nýggju
lógini á nýggjárinum, sigur
Anna Dam, leiðari.
Ein donsk kanning
vísir, at áttanda hvør
sjúkrasystir er fyri
óynsktum kynsligum
ágangi í sínum
arbeiði
KYNSLIGUR
ÁGANGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Flirt, "sjoflar" viðmerking-
ar, ónærisligar søgur og
óneyðug nerting eru partur
av tí, sum sjúkrasystrar í
Danmark eru úti fyri í
sínum starvi.
Í eini nýggjari kanning,
sum danska blaðið, Syge-
plejersken, hevur gjørt,
svara 13% av teimum
spurdu
sjúkrasystrunum
"ja" til, at tær eina ella fleiri
ferðir hava verið úti fyri
óynsktum
seksuellum
ágangi - ella "schikanu",
sum hevur verið útyvir tey
mørk, tær seta.
18% av sjúkrasystrunum
siga, at tær vita um, at teirra
starvsfelagar hava kent seg
seksuelt ágingnar á ar-
beiðsplássinum.
2200 spurnarbløð vórðu
send út til sjúkrasystrar um
alt landið. 988 (45%)av
teimum
2200
svaraðu
spurningunum. Bert ein
triðingur av teimum, sum
vóru fyri ágangi, "handl-
aðu" í støðuni og forsvar-
aðu seg móti tí, tær upp-
livdu sum fysiskan ella
sálarligan kynsligan ágang.
Fleiri av teimum, sum svar-
aðu, siga, at tær liggja undir
"mytuni" um, at sjúkra-
systrar eru fryntligar - og
somuleiðis undir hugburð-
inum um, at tað er í lagi at
siga eitt hvørt um teirra
ósjónd.
Dømini um, hvat sjúkra-
systrar kenna sum seksu-
ellan ágang, snúgva seg um
alt frá orðunum "Hej skat",
óynskt at vera til undran í
sínum arbeiði til óbehagi-
ligar fysiskar nertingar.
Tað
eru
sjúklingar,
avvarðandi hjá sjúklingum,
starvsfelagar og leiðarar,
sum fremja ágangin móti
sjúkrasystrunum,
harav
sjúklingarnir eru størsti
bólkurin.
Sjúkrasystrar eru fyri kynsligum ágangi
Væl av virksemi var
á bryggjuni á Tvør-
oyri seinasta fríggja-
dag, tá ið Sosialurin
var framvið
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin, tá ið vit
spákaðu ein túr eftir
bryggjuni
á Tvøroyri,
hevði djúpvatnstrolarin,
Rasmus Effersøe, júst lagt
1200 kassar av blandaðum
fiskasløgum
upp
á
Tvøroyri.
Fitt av virksemi var at
síggja á bryggjuni hendan
dagin.
Menn stákaðust í einum
trailara beint omanfyri
gyrðingina, onkur truckur
koyrdi aftur og fram, ein
stórur krani hekk oman-
yvir Rasmussi Effersøe,
og menn stíddust við at fáa
tómu fiskakassarnar um-
borð aftur.
Longur inni á bryggjuni
fluttu nakrir mans garna-
bátin, Anitu, tí Rankin,
sum ikki longur er gulur,
men nú er reyður, skuldi
sleppa framat at taka ís til
nýggjan túr.
Fyri eini tíð síðan skifti
reiðaríið hjá Gudmundi
Mortensen gamla Rasmus
Effersøe út við nýggjari
skip – og núverandi Rasm-
us Effersøe er gamli
Snoddið, sum Jógvan I.
Olsen og aðrir á Toftum
áttu í nøkur ár.
Skipið
hevur
verið
burtur av landi í fleiri ár
og er nú aftur ein partur av
føroyska fiskiskipaflotan-
um.
Rasmus Effersøe
landað á Tvøroyri
Fyrrverandi djúpvatnstrolarin, Snoddið, sum í sínari tíð var heimahoyrandi á Toftum, er nú
aftur ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum
Mynd: Vilmund Jacobsen