mánadagur 31. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 31. oktober 2005
19
Línubáturin, Jógvan
Norði, var staddur
einar 10 fjórðingar í
ein útnyrðing úr
Mykinesi, tá skipið í
oktober mánaða fyri
tveimum árum síðan
fór at leka og sakk
undan 14 monnum
SØGA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir høvdu havt fimm setur
og ætlaðu at gera eina setu
aftrat, tá ið maskinmaðurin
umborð línubátinum, Jógv-
ani Norði, varnaðist, at
sjógvur lak inn í maskin-
rúmið.
Línuskipið, Klakkur, var
nærmasta skip; hann var
einar sjey fjórðingar burt-
uri.
Skipari á Jógvani Norði
hendan feigdartúrin var
Karl Martin Joensen, og
hann greiddi soleiðis frá
hendingini fyri tveimum
árum síðan.
- Fyrstu løtuna sá kanska
út til, at vit kundu halda
skipinum lens, um vit fingu
pumpur
umborð,
men
skjótt sást, har var einki at
gera. Sjógvurin fossaði inn,
og tað var bert ein lítil løta,
so var dúrkið í maskinrúm-
inum undir. Løtu seinni
stóð sjógvurin uppá hálvan
motorin.
Manningin fór av skipin-
um umleið ein hálvan tíma
eftir, at teir varnaðust lek-
an. Hann var landnyrðingur
í ættini, og slætt var í
sjónum. Allir 14 menninir,
sum við vóru, fóru í yvir-
livilsisdraktir.
Í bølamyrkri noyddist
manningin á Jógvani Norði
niður í bjargingarbátin,
men teir vistu, at Klakkur
nærkaðist, og skjótt gekst
hjá teimum at finna bjarg-
ingarbátin, tá ið teir komu á
staðið.
- Tað var ein undarlig
sjón at síggja skipið, tú
hevur verið við í fleiri ár,
søkka. Jógvan Norði stóð
beint uppeftir enda við
gronini upp úr sjónum í
einar 20 minuttir, áðrenn
skipið sakk, segði Karl
Martin Joensen, skipari.
Síðan brøðurnir,
Hákun og Jógvan
Jacobsen, keyptu
grønlendska línu-
bátin, Isak L, hevur
hann ligið í Runavík,
har ymiskar umvæl-
ingar og broytingar
eru framdar umborð.
Í vikuni verður klárt
at loysa
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin var móttøka á
Toftum í samband við, at
nýggja línuskipið, Jógvan
Norði, sum brøðurnir, Hák-
un og Jógvan Jacobsen
hava keypt úr Grønlandi,
kom á Toftir eftir, at skipið
seinastu vikurnar hevur
ligið
í
Runavík,
har
maskinverkstaðurin, Meka-
nik, hevur framt ymiskar
broytingar umborð.
Størri og rúmligari
Nógv fólk var samankomið
til móttøkuna og hátíðarløt-
una, har borgarstjórin í Nes
kommunu, Símun Johanne-
sen, heilsaði skipi og mann-
ing og ynskti góða eydnu.
Hornatónleikur og sang-
ur settu eisini sín dám á
løtuna.
Eftir sjálva móttøkuna,
har umboð fyri eigararnar
eisini høvdu orðið, varð
boðið umborð at síggja
skipið, sum er bæði rúm-
ligari og størri at síggja til
enn gamla skipið, sum sakk
undan manningini fyri stív-
liga tveimum árum síðan,
tá ið teir vóru til fiskiskap
einar 10 fjórðingar í ein
útnyrðing úr Føroyum.
Nýggja skipið, sum er
keypt úr Grønlandi og áður
hevði navnið, Isak L, lá
saman við einum øðrum
grønlendskum skipi á Vest-
manna, áðrenn Hákun og
Jógvan keyptu tað. Grøn-
lendingar hildu, at møgu-
leikarnir fyri at selja skipini
vóru størri, um tey lógu í
Føroyum.
Avstað í vikuni
Í Grønlandi hevur Isak L
verið á línu-og garnaveiði,
men nú er garnaútgerðin
riggað av, og línuspæl,
stokkar og splittarar til
egningarmaskinuna eru sett
upp í staðin.
Aðrar broytingar eru
eisini framdar umborð, nú
skipið at kalla er klárt at
loysa.
Manningin, sum verður
við Jógvani Norði, verður
at kalla hin sama, sum var
við gamla skipinum, og í
gjár og í dag var ætlanin at
rigga til og gera klárt at
loysa.
Gongst sum ætlað, loysir
nýggi línubáturin í dag ella
í morgin.
Umborð verða 14 mans,
og skipari verður annar av
eigarunum, Hákun Jacob-
sen, meðan bróðurin og hin
eigarin, Jógvan Jacobsen,
verður maskinmaður.
Tað var pápi Hákun og
Jógvan, Mathias Jacobsen,
sum í sínari tíð bygdi Jógv-
an Norði fyri meira enn 40
árum síðan.
Jógvan Norði fyrsta túrin í hesi vikuni
Myndin er tikin á dekkinum á Brimli, sum tók bjargingarbátarnar upp. Brimil er júst komin til
lands við manningini, og maðurin á myndini er skiparin hendan túrin, Karl Martin Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tá Jógvan Norði
sakk vestanfyri
Eftir tvey ár hevur tað eydnast brøðrunum, Hákuni og Jógvani Jacobsen, at finna eitt nýtt skip fyri Jógvan Norði, sum sakk
vestanfyri í oktober mánaði 2003
Mynd: Eyðun Jacobsen
Eftir hátíðarligu móttøkuna á Toftum leygardagin, bjóðaðu
eigararnir fólki umborð at síggja skipið, sum er keypt úr
Grønlandi
Mynd: Eyðun Jacobsen