mánadagur 31. oktober 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 208 - 31. oktober 2005
Høgravongurin
ávarar Bush
Tey konservativu í repu-
blikanska flokkinum í
USA eru fegin um, at
Harriet Miers gjørdi av at
taka seg aftur sum dóm-
araevni til amerikanska
hægstarætt. Fyri George
W. Bush, forseta var av-
gerðin ein smeitur, og tey
konservativu ávara nú
forsetan ímóti at gera eitt
tílíkt mistak afturat.
– Vit hava ikki álit á
Bush, tí hann er ikki ein
rættur
konservativur
politikari. Hann hevur
ávísar
konservativar
tankar, men hann tekur
ikki undir við einari rætt-
ari konservativari hug-
sjón, og alt ov ofta tekur
hann ov frælslyntar av-
gerðir, sigur Melanie
Morgan, sum er formað-
ur í tí erkakonservativa
felagsskapinum
Move
America Forward.
Tað var hesin felags-
skapurin, sum gekk á
odda í stríðnum ímóti
Harriet
Miers
sum
hægstarættardómara, og
Melanie Morgan ávarar
Bush ímóti at gera eitt
tílíkt mistak afturat.
– Ger hann tað, missa
teir konservativu ameri-
kanararnir alt álit á hon-
um, sigur hon við tíð-
indastovuna AP.
Aftur ruðuleiki
Politiskur ruðuleiki vald-
ar aftur í afrikanska land-
inum Fílabeinsstrondini.
Sunnudagin var seinasta
skeiðið
hjá
Laurent
Gbagbo, forseta úti, men
tað hevur ikki borið til at
fáa semju um, hvør skal
taka við.
Afrikanski Eindarfe-
lagsskapurin og ST hava
skotið upp, at forsetin
verður sitandi í eitt ár
afturat, men at hann og
forsætisráðharrin skulu
býta valdið sínamillum,
til nýggjur forseti kann
veljast. Men tað vil and-
støðan ikki hoyra talan
um. Ein uppreistrarfe-
lagsskapur, sum hevur
valdið har norðuri í
landinum, vil heldur ikki
góðtaka, at forsetin verð-
ur sitandi. Í gjár gingu
fleiri túsund fólk mót-
mælisgongu ímóti at
leingja skeiðið hjá for-
setanum, men løgreglan
legði uppí við táragassi
og spjaddi mótmælis-
gonguna.
Eygleiðarar stúra fyri,
hvat kann henda. Í fjør
skipaðu hermenn, sum
styðja forsetan, fyri um-
fatandi ófriði í stórbý-
num Abidjan, og sam-
bært útlendskum keldum
royna teir nú at øsa fólk
har vesturi í landinum.
Tað
kann
enda
við
blóðugum samanbrest-
um, siga eygleiðararnir.
Prestur fekk
stoyt
Ein prestur í einari
baptistasamkomu
í
amerikanska
statinum
Texas doyði um viku-
skiftið av elektriskum
stoyti.
Tann 32 ára gamli
presturin stóð í einum
baðikari, tí hann skuldi
doypa eina kvinnu. Men
tá hann tók mikrofonia
og skuldi siga navnið á
kvinnuni,
fekk
hann
elektriskan
stoyt
og
small. Nakrir læknar
vóru ímillum tey 800,
sum vóru í samkomu-
høllini, og sjálvt um teir
bóru skjótt at, eydnaðist
tað teimum ikki at bjarga
prestinum. Hann doyði á
veg á sjúkrahúsið.
Kvinnan, sum stóð
undir liðini á presti, tá
hann fekk stoytin, varð
eisini flutt á sjúkrahúsið,
har hon bleiv viðgjørd
fyri skelk, skrivar AP úr
Waco.
Bikini-forboð
í Brasil
Býráðið í brasilska bý-
num Rio de Janeiro hev-
ur samtykt, at í framtíðini
skulu
bikiniklæddar
kvinnur ikki brúkast í
reklamum hjá ferðavinn-
uni.
Vanliga verður sagt, at
afturparturin á einari
bikiniklæddari brasilsk-
ari kvinnu er ein partur
av landsins mentan, men
býráðið í Rio de Janeiro
hevur nú valt at broyta ta
uppfatanina. Meirilutin í
býráðnum sigur, at Brasil
hevur so nógv annað
áhugavert at vísa teimum
útlendsku ferðafólkun-
um, og at myndirnar av
teimum
hálvnaknu
kvinnunum eru við til at
draga sokallaðar sex-
ferðamenn til landið, tí í
teirra eygum hevur aft-
urparturin á brasilskum
kvinnum einki við land-
sins mentan at gera.
Guvernørurin í Rio de
Janeiro hevur nú fingið
samtyktina hjá býráðnum
til støðutakan. Tað er
hann, sum hevur tað
seinasta orðið at siga í
slíkum málum.
UTTAN ÚR HEIMI
Tað fer ikki at eydnast
at útvega teimum
heimleysu í Pakistan
tak yvir høvdið,
áðrenn veturin kemur
NEYÐHJÁLP
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
– Eg noyðist tíverri at
ásanna, at vit eru ov sein á
sjóvarfallinum. Um einar
fjúrtan dagar kemur vetur-
in, og vit hava ongan møgu-
leika at útvega teimum
nógvu heimleysu tak yvir
høvdið til ta tíð.
Tað sigur aðalskrivarin í
Reyða Krossi í Danmark,
Jørgen Poulsen. Hann hev-
ur júst verið í jarðskjálvta-
økinum í Pakistan saman
við danska menningar-
málaráðharranum,
Ullu
Tørnæs. Jørgen Poulsen
sigur, at tann stóri trupul-
leikin er at fáa hjálpina
fram til tey neyðstøddu, tí
alt samferðslukervið at
farið.
Orsakað av støðuni hava
hjálparfelagsskapirnir gjørt
av at leggja serligan dent á
at útvega fólki tjøld, teppi
og ymisk amboð. Men tey
noyðast sjálvi at fáa sum
frægast burtur úr húsatoft-
unum, so tey kanska kunnu
útvega sær skjól til veturin.
Ulla Tørnæs heldur ikki,
at danska stjórnin skal økja
hjálpina til tey neyðstøddu.
Hon vísir á, at nógv lond
hava als ikki latið tað, sum
tey hava lovað, og at tann
hjálpin má koma fyrst.
Annars heldur danski
ráðharrin, at heimssamfe-
lagið er alt ov illa fyri-
reikað til slíkar vanlukkur.
Tí fer hon at skjóta upp, at
heimssamfelagið stovnar
ein serligan hjálpargrunn,
sum skal hava tann neyð-
uga peningin tøkan, tá so
stórar vanlukkur henda.
Tað hevði gjørt, at ongum
nýttist at bíða eftir pengum
frá teimum ymsu londun-
um, sigur Ulla Tørnæs.
Tann áhaldandi ófrið-
urin og tey ótryggu
viðurskiftini í Irak
gera, at lærd fólk í
stórum tali rýma av
landinum
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hvønn einasta dag rýma
lærdir irakar av landinum.
Hildið verður, at einir
800.000 irakar eru rýmdir
til Jordan, og at nógvir tús-
und eru farnir til Sýria-
lands, Sameindu arabisku
emiratini og onnur arabisk
lond. Tey, sum hava nóg
mikið av pengum, rýma til
Bretlands ella til USA.
Tað sigur fyrrverandi
ráðharrin Pascalo Warda.
Hon greiðir frá, at undir
Saddam-stýrinum vóru tað
bara limir í stjórnarflokk-
inum Baath, sum sluppu at
fáa sær akademiska út-
búgving, og tað ger, at nógv
vísindafólk eru illa lýdd í
dag, tí tey vóru limir í
flokkinum hjá Saddam
Hussein. Tí velja tey at
rýma av landinum.
– Handilsmaðurin Riyadh
Tamimi sigur við AP, at tað
er næstan einki útbúgvið
fólk eftir í Basra har suðuri
í landinum, og sjálvur
hevur hann gjørt av at fara
av landinum. Hann var lim-
ur í Baath-flokkinum, og
hann og húyski hansara
hava fleiri ferðir verið fyri
ágangi, síðani stýrið hjá
Saddam Hussein fall.
– Allir teir góðu verk-
frøðingarnir, læknarnir og
teir dugnaligu handils-
menninir eru farnir av land-
inum,
sigur
Tamimi.
Starvsbróður hansara, Ah-
med Hammoudi, er longu
farin til Sýrialands.
– Stjórnin í Bagdad er ov
veik, so vit fáa einki gjørt.
Hvussu skal eg arbeiða har,
tá eingin er at verja meg,
spyr Hammoudi, sum ikki
dylur fyri, at hann vildi
heldur verið í Irak enn í
Sýrialandi. Men tað ber
ikki til, sigur hann.
Mong fara at doyggja
afturat í Pakistan
Tey lærdu rýma úr Irak
Hesir tríggir smádreingirnir í Kashmir hava sæð páparnar sita oig biðja. Nú gera teir tað sama
Mynd: Reuters