mánadagur 31. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Inni
ella
úti
Verkfrøðingar hava
nú ment eina dátu-
flís, sum kann
hjálpa til í avgerð-
unum um, hvørt
bólturin hevur
verið innan fyri
málstrikuna ella
ikki
FÓTBÓLTSTØKNI
Jákup Mørk
Nýggi fótbólturin, sum
kann fáa sín elddóp í
komandi HM-endaspæl-
inum, er úrslit av sam-
starvi millum tríggjar
fyritøkur. Adidas-Salo-
mon, Cairos Techno-
logies og Fraunhofer-
Institut.
Í stuttum er talan um, at
ein lítil dátuflís verður
fastgjørd inni í sjálvum
bóltinum. Her verður
hin hildin føst við nøkr-
um fjaðrum, soleiðis at
hon alla tíðina hongur
mitt í sjálvum bóltinum.
Dátuflísin sendir so-
leiðis eitt signal, sum
ger, at 12 antennur, ið
verða uppsettar kring
vøllin, alla tíðina kunnu
staðfesta, júst hvar bólt-
urin er. Júst á sama hátt,
sum ein vanlig GPS-
skipan virkar.
Í fyrstu atløgu skal
nýggja tøknin hjálpa til,
tá avgerð skal takast
um, hvørt bólturin hevur
verið innan fyri mál-
strikuna ella ikki, men
hon kann tó eisini nýtast
til onnur endamál. Eitt
nú, um gerast skal av,
hvørt talan er um inn-
kast ella ikki. Og í fram-
tíðini
kann
eisini
roknast við, at hendan
kann samvirka við líkn-
andi telduflís í beinverj-
uni hjá spælarunum, so-
leiðis at hagtalsskipanir
av ymsum slag kunnu
gerast enn meira neyvar.
Higartil er nýggja tøkn-
in roynd á leikvøllinum
hjá Nürnberg í Týsk-
landi og í eini kapping í
Peru. Úrslitini av roynd-
unum hava verið so-
mikið góð, og tí siga
framleiðararnir, at hon
væl kann takast í nýtslu
til komandi HM-enda-
spæl. Enn hevur FIFA tó
ikki gjørt av, hvørt teir
fara at nýta tøknina
longu nú.
Nr. 208 • mánadagur • 31. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Bara eitt stig í fýra
teimum seinastu
umførunum móti
fýra teimum aftastu
var orsøkin til, at tað
ikki eydnaðist Start at
vinna gull
NOREG
Jóannes Hansen
Tað var stórur fagnaður í
Oslo leygarkvøldið. Fyri
fyrstu ferð síðani í 1984
hevði Vålerenga vunnið
NM. Longu nú verður í
norska fótbóltsheiminum
mett um, um tað nú fer at
hilnast eins væl hjá Våle-
renga, sum tað hevur gjørt
hjá Rosenborg, ið hevur
vunnið NM trettan tey
seinastu árini.
Púrasta óvæntað
Hóast 3-1 tapið móti Fredr-
ikstad hevði við sær, at
krónurnar um hálsin á Start
spælarunum vóru úr silv-
uri, meðan tær hjá Våle-
renga spælarunum vóru úr
gulli, eftir at teir høvdu
megnað 2-2 í Skien, so var
stórur fagnaður í Kristian-
sand. Hetta var fyrsta ferðin
yvirhøvur, at felagið hevði
vunnið silvurmerkini, og
úrtøkan var so nógvar ferð-
ir størri, enn málið fyri
hetta árið var, tá ið tað í vár
varð farið undir kapping-
ina. Tá var miðjað eftir at
varðveita plássið í deildini,
eftir at Start í fjør var flutt
upp í bestu deildina.
Einastu Start spælararnir,
sum frammanundan høvdu
roynt at staðið við meistara
gullkrónum um hálsin,
vóru álopsfelagarnir Todi
Jónsson og Stefan Bärlin úr
Svøríki.
Hann
vann
svenska meistaraskapin við
Djurgården í 2003. Todi
eigur fýra meistara gull-
krónur. Tríggjar ferðir hev-
ur hann vunnið við FCK,
og í 1991 vann hann sum
nítjan ára gamalur fyrsta
meistaraheitið við KÍ.
- Býurin og viðhalds-
fólkini fegnast um silvur-
merkini. Men eg kann ikki
siga annað, enn at tað
kendist sum stórt vónbrot,
at tað ikki eydnaðist at
vinna NM. Tað kunnu vit
ikki takka øðrum enn okk-
um sjálvum fyri. Í fýra
teimum seinastu umførun-
um hava vit bara fingið eitt
stig, og tað er sera lítið, tá
ið havt verður í huga, at vit
hava verið oddalið, og at øll
mótstøðuliðini hava verið
botnlið. Venjarin segði við
okkum, tá ið vit skuldu
spæla á heimavølli móti
Aalesund í triði síðsta um-
fari, at tann dysturin fór at
gera av, um vit skuldu ger-
ast meistarar ella ikki. Vit
taptu 5-4, men kortini hava
vit fingið nýggjar møgu-
leikar, og eisini í síðsta
umfarinum stóð tað upp til
okkum sjálvar at avgera,
um vit skuldu verða meist-
arar.
Hvussu ert tú nøgdur við
títt egna avrik?
- Eg haldi, at tað gekk
ikki so galið. Vit høvdu
møguleikarnar at avgera
okkum til fyrimunar, men
vit vóru óhepnir. Um bólt-
urin hevði farið í stólpan og
inn í staðin fyri í stólpan og
út, tá ið eg eftir innlegg í
18. minutti royndi móti
málinum, ella um hann
hevði farið í tvørtræið og
inn í staðin fyri í tvørtræið
og út, tá ið eg tveir minuttir
seinni fekk møguleikan
eftir horna, so høvu vit iva-
leyst verið meistarar. Stef-
an Bärlin, rakti eisini tvær
ferðir í stólpan. Men vit
vóru ikki hepnir, staðfestir
Todi Jónsson.
Fredrikstad legði seg
tíðliga á odda eftir horna. Í
síðsta minuttinum av 1.
hálvleiki øktu teir til 2-0,
og tá sá tað illa út hjá Start,
tí Vålerenga var, eftir at teir
høvdu ligið undir 1-0,
komið framum 2-1.
Kolldømt gull-mál
Start venjarin, Tom Nord-
lie, pískaði sínar spælarar
fram á vøllin. Beinanvegin
eftir steðgin minkaði Stef-
an Bärlin um munin, so
javnaði Odd Grenland í
Skien, og tá ið tíggju min-
uttir vóru eftir tóktist tað
sum um, at svenski álops-
spælarin hevði javnað fyri
Start, eftir at Todi Jónsson
hevði spælt hann leysan.
Men dómarin kolldømdi
málið, tí linjuverjin hevði
havt flaggið á loftið. Hann
metti
talan
var
um
rangstøðu.
Start venjarin segði linju-
verjanum eftir dystarlok, at
hann vónaði, at hann var
fullvísur í síni avgerð. Ikki
minst tá ið so nógv stóð
upp á spæl.
Upptøkurnar staðfestu, at
talan var ikki um rang-
støðu. Síðstu løtuna var
Start í 2-2-6 uppstilling.
Teir megnaðu ikki at javna,
og í síðsta mótálopinum
økti Fredrikstad til 3-1.
Harvið tryggjaðu teir sær
rættin at halda fram í deild-
ini. Odd Grenland trýsti
fyri at fáa sigursmálið í
Skien. Tað eydnaðist ikki.
Harvið
var
Vålerenga
meistari.
- Tað
var
sjálvandi
harmuligt, at tepurt linju-
dómara mistak skuldi fáa
so stóran týdning. Men vit
kunnu ikki siga, at tað var í
hesum førinum, at vit mistu
meistaraskapin. Tað hava
vit gjørt í fýra teimum sein-
astu umførunum. At vit
bara megnaðu 1-1 í Bodø,
og at vit taptu 2-0 í Tromsø
og taptu 5-4 á heimavølli
móti Aalesund og so 3-1 í
dag eru ítøkiligu orsøkirnar
til, at tað ikki eydnaðist
heilt so væl, sum vit høvdu
vónað og ætlað, staðfestir
Todi Jónsson.
Síðani
leygarkvøldið
hava teir í Kristiansand
spent frá. Nú fara teir undir
fyrireikingarnar til bólka-
spælið í Royalu kappingini.
Har fáa teir møguleika fyri
at siga takk fyri síðst við
nýkosna norska meistara-
liðið, Vålerenga. Umframt
tey bæði norsku liðið, sum
endaðu á tveimum teimum
ovastu plássunum, eru í
bólkinum FCM, sum í juni
endaði á triðja plássi í
donsku
kappingini,
og
Hammarby, sum endaði á
fjórða plássinum, tá ið
svenska kappingin var av
fyri góðari viku síðani. 0
Tvær ferðir varð talan um stólpa og út -
heldur enn inn. Og so varð talan um silvur-
og ikki gulltroyggjur. Marginalararnir vóru
avgjørt ikki í parti við Toda og teimum, tá
teir á seinasta leikdegi høvdu møguleika at
avgera norska meistaraheitið
Mynd: Lars Reeka
Todi tvær ferðir
í stólpan og
skeiva vegin