Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 208 - 31. oktober 2005 Kyndil, H71 og VÍF vunnu øll sínar dystir hetta vikuskiftið ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Jákup Mørk Talan var um fult umfar í bestu mansdeildini hetta vikuskiftið, og myndin, sum fyrstu umførini hevur teknað seg í oddinum, gjørdist eisini enn greiðari. Størstur var spenningurin helst á Hálsi, har Kyndil tók ímóti einum StÍF liði, sum eftir eina sera laka byrjan, nú av álvara er um at koma fyri seg. Og í løtum sýndu strand- ingarnir eisini, at teir aftur í ár verða eitt av liðunum, sum skal takast í álvara. Serstakliga gjørdu teir báðir Justinussen-beiggj- arnir lívið súrt fyri Kyndils- verjuna, og fyri steðgin var talan støðugt um skiftandi leiðslu í dystinum, sum ikki rættiliga vildi koppa nakran veg. Eftir steðgin fekk Kyndil tó meira ferð á. Ikki minst gjørdu Rókur Akralíð, Josef Abrahamsen og fyrr- verandi StÍF'arin, Marius Joensen, nógv um seg. Og sum fráleið, so gjørdist talan um alt meira sannfør- andi leiðslu. Ein leiðlsu, sum Kyndil eisini helt fast um seinastu minuttirnar. Hini hanga í Í Hoyvíkarhøllini var grannauppgerð á skránni millum KÍF og H71, sum enn eru sambúgvar. Her megnaðu hoyvíkingarnir longu eftir fyrsta korterið at skræða seg leysar. Og tó at Piti Negru fekk reyða kortið stutt fyri hálvleik, so tóktist hetta ikki at skaka liðið nakað serligt. Eitt stutt skifti í seinna hálvlieki tóktust kollfirðingarnir tó aftur at gera um seg, men tá VÍF so økti úr 15-15 í 23- 16, punkteraði vónin full- komuliga. Seinasti dysturin varð spældur sunnudagin, tá VÍF vitjaði hjá Neistanum. Neistin er framveigs í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, og móti royndu vest- menningurnum megnaðu teir bláu sjáldan at gera nakað veruligt um seg. Longu eftir fyrstu 10 minuttunum var sjógvur millum liðini, og tó at munurin onkra tíð hevði hug at minka nakað, so hevði VÍF alla tíðina tam- arhald á støðuni. Teir vunnu málríku uppgerðina, og teir eru enn í hølunum á H71 og Kyndli, sum altso higartil hava sett seg á fremstu sessirnar. Bæði Neistin og Stjørnan vunnu tryggar sigrar á ávíkavist Tjaldri og StÍF. Men Tjaldur sendi samstundis eitt tekin um, at tær væl kunnu spæla onkrum av hinum liðunum eitt puss í ár SUNSET-KAPPINGIN Jákup Mørk Av givnum orsøkum vórðu bara tveir dystir spældir í bestu kvinnudeildini í hondbólti um vikuskiftið. Báðir vóru teir sunnu- dagin, og í báðum førum var talan um dyst hjá einum av oddaliðunum móti ein- um av botnliðunum. Í Havn var Tjaldur á vitjan hjá Neistanum, og her var ongantíð nakar ivi um, hvønn vegin stigini skuldu fara. Neistin setti ferð á frá fyrsta bríksli, og tær løgdu seg eisini skjótt framum. Heilt sleppa taki- num vildi Tjaldur tó ikki, og ikki minst tóktust nýggju útlendsku spælarar- nir hjá liðnum at gera góð- an mun. Sum dysturin leið, so stóð tó greitt, at Tjaldur ikki megnaði at halda fast í ferðini hjá Neistanum sum at enda vann við 14 málum. Men hóast greiða tapið, so er einki at ivast í, at Tjaldur í ár er nakað væl betri fyri, enn tær vóru tað í fjør. Talan verður helst undir ongum umstøðum at lata fleiri enn 1.000 mál fara ígjøgnum, soleiðis sum tær gjørdu í fjør. Kanska er spurningurin heldur, hvørt liðið hevði havt ein veruligan møguleika at spæla seg millum tey fýra fremstu, um útlendingarnir vóru við frá fyrsta bríksli av kappingini. Enn hava tær so møguleikan, men tað krevur, at allir dystir móti liðunum, sum eru aftan fyri triða plássið verða vunnir, og tað verður ein stórur biti. Stjørnan rann eftir steðgin Á Skála var Stjørnan á vitjan sunnudagin, og tann dysturin voldi ikki klaks- víkskvinnunum nakrar sum helst trupulleikar. StÍF var annars eitt av liðunum, sum í fjør hevði sera góðan hug at arga Stjørnuna. Og fyri steðgin tóktust tær eisini hava sama lyndi. Men eftir steðgin var eingin ivi. Stjørnan snøgt sagt drønaði avstað, soleiðis at spurningurin skjótt bara var tann eini. Nevnliga, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Tryggur sigur til oddaliðini Ble og VB/Sumba skrivað sáttmála Evrard Ble og VB/Sumba skrivaðu fríggjakvøldið undir sáttmála. Hetta er tvey ára sáttmáli. Evrard Ble og VB/Sumba hava sostatt longt sam- starvið, tí Ble hevur í ár verið týðandi partur av liðnum í 1. deild hjá VB/Sumba. Evrard Ble er av Fílabeinstrondini, men hevur, innan hann kom til VB/Sumba, verið í Danmark í 5 ár og spælt fótbólt og var hann knýttur at AAB, FC Aarhus og FC Nordjylland. Evrard Ble er 23 ára gamal. -dagfinn Milan Kulic til HB Á HB-veitsluni leyg- arkvøldið varð Milan Kulic presenteraður sum nýggjur maður í HB búnanum. 29 ára gamli mið- vallarin, hevur spælt við VB 1998-2000 og 2003-2005, og støðugt hevur hann verið rokn- aður sum ein tann mest týðandi spælarin á liðnum hjá VB. Tað hevur í eina tíð ljóðað, at hann var ávegis til HB, men sum skilst, so hevur Skála eisini dyrgt eftir undirskrift hansara. Men tað verður so av ongum komandi tvey árini. -mørk Skála heldur upp á fólkið Á heimasíðuni hevur Skála boðað frá, at teir tríggir serbisku spæl- ararnir, sum hava spælt á liðnum í ár, eisini halda fram Tað merkir, at Milic Curcic, Nenad Stanko- vic og Vlada Filipovic allir verða partur av liðnum hjá Skála kom- andi ár. Á heimasíðuni sigur felagið, at teir tríggir allir áttu stóran lut í góðu úrslitunum hjá felagnum í ár, og at tey tí eru fegin um, at sáttmálararnir hjá spælarunum nú eru longdir -mørk Oddaliðini hildu tørn Fakta um dystirnar Neistin-Tjaldur 35-21 (15-11) Málskjúttar Neistin: Nicoleta Radu Hansen 12(1), Ása á Neystabø 4(1), Mildrið Jacobsen 3, Unn Kragesteen 3, Anna Clementsen 3, Rakul Augustinussen 3, Birita Wardum 2, Annika Ljósstein 2, Kára á Dunga 1, Súna Mørk 1, Annika Thomsen 1 Tjaldur: Beinta Joensen 5, Maya Hecimovic 5(2), Jasmin Devovic 5, Kristine Ellingsgaard 2, Urd Potts 2, Mona Langgaard 1, Heidi Sevdal 1 Brotskøst: Neistin 5, Tjaldur 3 Útvísingar: Tjaldur 2 Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen StÍF-Stjørnan 19-34 (11-15) Málskjúttar StÍF: Ninna K. Johansen 7, Rebekka Justinussen 6(1), Malan Petersen 2, Rósa Johansen 1, Kiristn Olsen 1, Poula D. Olsen 1, Sólfríð Christiansen 1 Stjørnan: Joan Midjord Djordjevic 9, Alina Olaru 9(3), Katarina Stepanov 5, Anna Kristina Samsons 4, Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen 2, Durita Mikkelsen 1, Maria við Neyst 1 Brotskøst: StÍF 1, Stjørnan 3 Útvísingar: StÍF 5 Dómarar: Rúni Mohr & Hartvig Joensen Fakta um dystirnar Kyndil-StÍF 28-24 (12-11) Málskjúttar Kyndil: Josef Abrahamsen 9(4), Rókur Akralíð 8, Marius Joensen 5, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Janus Einar Sørensen 2, Hanus Johansen 1 StÍF: Leivur Justinussen 11(2), Sveinur Justinussen 6, Artur Johansen 2, Borgar Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Jón Rasmussen 1, Bárður Danielsen 1 Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 3 Útvísingar: Kyndil 6, StÍF 6 Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason KÍF-H71 24-31 (21-14) Málskjúttar KÍF: Rógvi Weyhe 7, Teitur Joensen 5, Súni Davidsen 4, Karl Johan Djurhuus 3(1), Jónálvur Johannesen 2, Jákup Dam 2, Mirko Milenkovic 1 H71: Jakob Jónsson 8, Halgir Dahl Olesen 6, Piti Negru 6(1), Sigtór Andreasen 3, Tróndur Vatnhamar 3(1), Heini Bendtsen 2, Bjarni Sørensen 2, Johnny Durhuus 1 Brotskøst: KÍF 2, H71 4 Útvísingar: KÍF 5 Diskvalifikatiónir: H71 1 (Beinleiðis reytt) Neistin-VÍF 32-39 (16-19) Málskjúttar Neistin: Blagoje Buha 6(2), Tróndur Kragesteen 6(1), Áki Mørk 6, Bogi Berg 4, Johan Brekkustein 2, Birgir Poulsen 2, Kenneth Hansen 2, Roar Dalsgaard 2, Jón Ludvík 1 VÍF: Regin Joensen 9, Daniel Rápa 8(5), Sámal Joensen 5, Agnar Joensen 5, John Zachariassen 4, Rói Lamhauge 3, Sjúrður Poulsen 2, Harald Bjørgvin 2, Jákup S. Andreasen 1 Brotskøst: Neistin 4, VÍF 5 Útvísingar: Neistin 3, VÍF 4 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen Josef Abrahamsen gjørdi nógv um seg, tá Kyndil leygardagin tók ímóti StÍF Savnsmynd