Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 208 - 31. oktober 2005 - Tað ljóðar kanska arrogant, men eg sigi við meg sjálvan und- an dystunum, at eing- in annar á vøllinum dugir betur enn eg at døma, sigur Petur Reinert millum ann- að. Leygarkvøldið varð hann kosin sum besti dómarin hetta kappingarárið ÁRSINS DÓMARI Jákup Mørk Tað var ein fegin Petur Reinert, sum fór upp eftir steypinum fyri bestu dóm- araavrikini á árinum. Ein heiður, ið hann sum so ikki hevði roknað við, men sum hann sigur, so hevur tað gingið væl við dømingini í ár. - Fyrst og fremst, so haldi eg, at hetta er eitt stórt heraklapp til okkum. Jan og Jóannes (linjudómararnir hjá Peturi, blðm.) og eg hava alt árið havt eitt fínt samstarv, har vit allir hava gjørt nógv við dømingina. Og vit eru sera fegnir um, at vit nú hava fingið eitt tílíkt heraklapp afturfyri. Men roknaði tú ikki sjálvur við, at tú hevði góð- ar møguleikar til hetta. Eitt nú hevur tú jú dømt teir mest týðandi dystirnar móti kappingarenda. Sigur tað ikki eisini nakað um, at tú hevur verið nógv virdur av dómarafelagnum og FSF? - Tað kanst tú kanska siga. Og sjálvur haldi eg eisini, at tað gekk væl í avgerandi dystunum móti kappingarenda. Men tú skalt eisini minnast til, at eg havi ein fyrimun í so máta. Eg eri einasti dómarin í Formula-deildini, sum um- boði eitt felag, sum ikki hevur lið í deildini, og tí kann eg sum so setast til allar dystirnar. Eitt nú hevði Georg ongan møgu- leika at døma B36-HB, og Páll hevði ikki møguleika at døma TB-VB. Har er mín støða jú púrasta óheft av áhugamálunum hjá nøkrum felag, og tað vil alt annað líka vera ein fyrimunur, heldur Petur. Størri krøv enn til spælararnar Tá tosað verður um, hvat skapar ein góðan dómara, tykist Petur ikki hava nakað einfalt boð uppá, hvussu onnur kunnu røkka einum slíkum setningi. - Tað einasta, sum eg heilt víst kann siga, er at tú skalt vera væl fyri. Fyrst og fremst, so kanst tú ikki loyva tær annað, tá tú dømir í bestu deildini. Tað eru spælarar, sum alt árið gera sera nógv við venjingina, og tí er tað skyldan hjá ein- um dómara at vera væl fyri. Sjálvur havi eg til dømis ikki fingið mær kenningina síðani á nýggjárinum, til landskappingin endaði. - Og tú kanst væl siga, at krøvini til okkum dómarar eru enn størri, enn tey eru til spælararnar. Í øllum før- um er okkara feilmarga minni, enn hon er hjá spæl- arunum. Gera vit eitt ella tvey stór mistøk, so kunnu hesi væl vera avgerandi fyri ein dyst - ella kanska fyri heilt kappingarár. Tú kanst til dømis taka hálvfinaluna í steypakappingini millum ÍF og B68. Har gjørdi eg eitt stórt mistak, tá B68 átti brotsspark. Sjálvandi er tað ræðuligt fyri toftamenn, men eg haldi, at hjá mær persónliga er tað enn meira ræðuligt. Tí tað var ein støða, sum eg heilt víst skuldi havt tacklað øðrvísi, og tí nívir tað ótrúliga nógv, tá slíkt hendir. Og so leggur hann eisini dent á, at góð fyrireiking til einstøku dystirnar, er nak- að, sum hann leggur al- stóran dent á. - Fyri mítt viðkomandi byrjar uppløðingin til ein dyst longu mikudag. Tú veitst, hvønn dyst tú skalt døma, og tí hugsar tú um, hvussu tey bæði liðini ætlandi spæla. Tað kann eisini vera, at tú minnist onkrar hornatøkur millum einstakar spælarar, og tí leggur tú teg eisini eftir at byrgja upp fyri hesum. Ikki soleiðis, at eg undan dyst- inum havi avgjørt, at nakar spælari skal revsast, men meira soleiðis, at lagt verð- ur uppfyri, hvat kann henda í einstøku tvídystunum. Eg dugi betri enn spælararnir Eitt, sum hevur eyðkent dømingina hjá Peturi, er, at hann oftya sæst í verbalum hornatøkum við spælarar. Men á ein positivan hátt, skilt soleiðis, at hann ikki er tann, sum í tíð og ótíð býtir kort út til spælararnar. Hetta tykist eisini hava við sær, at spælararnir í størri mun góðtaka døm- ingina, men sjálvur sigur Petur, at sum so er júst hetta ikki nakað, sum hann mið- víst hevur lagt seg eftir. - Eg vil heldur siga tað soleiðis, at hetta er nakað, sum er komið við royndun- um, sum eg havi fingið í tey 11 árini, sum eg havi dømt. Mín stóra fyrimynd sum dómari her í Føroyum hev- ur heilt víst verið Niklas á Líðarenda. Mær hevur altíð dámt hansara hátt at døma sera væl, og hinvegin hevur hann eisini stuðlað mær væl. Hetta hevði eisini við sær, at eg í langa tíð royndi at døma á sama hátt sum hann, men spakuliga havi eg tó flutt meg frá hesum. - Tað riggaði jú ikki altíð eins væl, og við tíðini havi eg eisini gjørt upp við meg sjálvan, at hetta var ikki rætti hátturin. Niklas er jú lítil og lættur, meðan eg eri meira stórur og kraftigur, og tí hava vit ikki somu fortreytirnar at døma eftir. Júst hetta við at tosa nógv við spælararnar er soleiðis nakað, sum eg eri komin eftir, liggur væl til mín. Tú kanst kanska siga, at hetta er partur av mínum stíli. - Hinvegin, so er hetta nakað, sum eg leggi meg eftir, tá eg fari út á vøllin. Tað ljóðar kanska arrogant, men áðrenn hvønn dyst sigi eg við meg sjálvan, at tað er eingin av teimum 22 spæl- arunum, sum dugir eins væl at døma sum eg. Og tí finni eg meg ikki í øllum. Tað kann væl verða, at spælarar gerast heitir undir dystin- um, men tað verði eg eisini, og eg vil ikki finna meg í, at teir siga mær, hvussu eg skal døma. Og hevur tann parturin so víst seg at hava eina positva ávirkan, so er tað bara gott, haldi eg. FSF velur tann besta Tá ein dómari er kosin sum tann besti á árinum, so er væl eisini náttúrligt at spyrja, hvørt næsta málið hjá Peturi eitur altjóða góð- kenning sum FIFA-dómari. Ikki minst, nú Lassin Isak- sen bert hevur eitt ár eftir, áðrenn hann fellur fyri ald- ursmarkinum hjá FIFA. Men sjálvur tykist leir- víkingurin ikki hava læst seg fastan upp á hetta. - Eg rokni bara við, at FSF velur tann, sum tey halda hevur bestar møgu- leikar at standa seg. Eg kundi ímyndað mær, at tað komandi summar verða valdir einir 3-4 dómarar út, sum so verða fylgdir neyvt, áðrenn nøkur innstilling verður gjørd. Men hvørjir hesir verða, tori eg ikki at gita nakað um. Vit eru fleiri lutfalsliga ungir dómarar, og eg rokni við, at tað verð- ur onkur av okkara. Sjálv- andi kann talan eisini verða um onkran av teimum eldru, men teir flestu av hesum liggja so nær aldursmarkinum, og tí rokni eg við, at talan verður um onkran av okkum, sum eru í yngra endanum, sigur altso dómarin, sum í ár varð kosin sum tann besti av øll- um. Eingin spælari kann læra meg nakað Landsliðið heldur fram í Puma Samstundis sum nýggi høvuðsvenjarin varð staðfestur, kundi Fót- bóltssambandið boða frá, at avtalan við klædnasponsorin hjá landsliðunum eisini er longd. Eins og tað hevur verið galdandi seinnu árini, so verður tað eisini Puma, sum kom- andi árini fer at klæða landsliðini hjá FSF. Thomas Dam Ítrótt- ur, sum er høvuðsum- boð hjá Puma í Føroy- um, og FSF hava und- irskrivað nýggja fýra- ára avtalu hesum við- víkjandi. -mørk Petur Reinert heldur, at krøvini til dómarar eru enn størri, enn tey eru til spælarar Mynd: Álvur Haraldsen