mánadagur 31. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 31. oktober 2005
25
Bygdarhúsið í Leirvík
var leygarkvøldið
karmur um eitt fót-
bóltsgalla, sum heilt
víst verður roknað
sum eitt tað mest væl
eydnaða av slagnum
GALLAKVØLD
Jákup Mørk
Eftir
at
Gallakvøldið
seinnu árini hevur hildið til
í Fuglafirði, høvdu fyri-
reikararnir úr GÍ hesa ferð
gjørt av, at flyta tiltakið til
bygdarhúsið
í
Leirvík.
Hetta soleiðis at kvøldið -
alt sum tað var - kundi ogn-
ast fótbóltinum, heldur enn
at talan hevur verið um al-
mennan dans, soleiðis sum
tað so ofta áður hevur verið
galdandi.
Og sum skilst, so eydn-
aðist hetta eisini á besta
hátt. Nógv fólk var møtt
upp til veitsluna, og lagið
undir borðhaldinum var so-
mikið gott, at fyrireikarnir
púrasta droppaðu ætlaða
undirhaldið, sum annars
var á skránni. Snøgt sagt,
so bóru tey ótta fyri, at
hetta fór at køva stemning-
in nakað, so gott var lagið.
Fagnaður við B36-
borðið
Hæddarpunktið á veitsluni
var sjálvandi, tá tað eftir
borðhaldið varð avúkað,
hvørjir
spælarar
fingu
ymsu virðislønirnar. Fagn-
aðurin var stórur kring
flestu borðini, men fáa
staðni somikið stórur, sum
hann var við B36-borðið.
Meistararnir í Formula-
deildini gjørdu mest sum
slætt borð, og ikki færri enn
fimm ferðir vóru boð eftir
fólki úr árstalsfelagnum.
Hjá monnunum gjørdist
Jákup
Mikkelsen
stóri
sigursharrin, tá hann bæði
gjørdist ársins spælari og
ársins málverji. Ingi Høj-
sted, sum fyri fyrstu ferð
spældi í bestu føroysku
deildini í ár, gjørdist ársins
stjørnuskot, og fyri at setta
prikkin yvir i'num gjørdist
Sigfríður Skaale Clement-
sen ársins venjari. Og eisini
á kvinnusíðuni gjørdist
talan um steyp, tá Jacob
Thomsen fekk heiðurin
sum ársins venjari.
KÍ-kvinnurnar plaga van-
liga eisini at taka fyri seg,
og tað gjørdu tær eisini
leygarkvøldið.
Rannvá
Andreasen hevur í fleiri ár
verið roknað millum bestu
kvinnuligu spælararnar her
á landi, og tað var eisini
hon, sum hevði fingið
flestu atkvøðurnar, tá talt
varð saman. Og á mál-
verjasíðuni áttu klaksvíks-
kvinnurnar eisini besta
kortið. Har tað hjá monn-
unum var ein klaksvíkingur
í Havn, sum fekk heiðurin,
var tað hinvegin ein havn-
arkvinna í Klaksvík, sum
fekk steypið hjá kvinnun-
um, tá Randi Wardum ikki
óvæntað varð rópt upp.
Sum
stjørnuskot
á
kvinnusíðuni fall valið á
Olgu Kristinu Hansen úr
AB. Hon hevur í ár gjørt
sera nógv um seg í AB-
álopinum. Og tað var ein
sjónliga fegin spælari, sum
tók ímóti heiðrinum, sum
hon vann í kapping við
Jacobu Langgaard og Heidi
Sevdal úr GÍ.
Gyltu skógvarnir
Og so var hetta sjálvandi
eisini kvøldið, har gylti
skógvurin frá Thomas Dam
Ítrótti skuldi latast. Hesa
ferð vóru tað Malena
Josephsen og Christian
Høgni Jacobsen, sum áttu
flestu málini í fremstu
deildunum.
Hjá Christian Høgna
hendi hetta í harðari kapp-
ing við Sorin Anghel. Men
tá hesin hevði leikbann
seinasta
umfarið,
fekk
Christian Høgni spurta seg
einsamallan á odda. Heilt
sørur gjørdist Sorin tó ikki.
Fjeppararnir hjá Dimmu
høvdu nevnliga gjrøt av, at
hann skuldi hava ein ser-
stakan heiður, og fyri hetta
fekk hann heiðursbræv.
Gylti skógvurin, kvinnur
Malena Josephsen, KÍ
27 mál
Halltóra Joensen, B36
22 mál
Rannvá Andreasen, KÍ
21 mál
Gylti skógvurin, menn
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
18 mál
Sorin Anghel, EB/Streymur
16 mál
Jónhard Frederiksberg, Skála
13 mál
Málverjar, Kvinnur
RANDI WARDUM, KÍ
Mildrid Djurhuus, EB/Streymur
Laila Jespersen, B36
Málverjar, menn
JÁKUP MIKKELSEM
Predrag Mirkovic, TB
Venjari, kvinnur
JACOB THOMSEN, B36
Jón Harald Poulsen, KÍ
Petur Thomsen, GÍ
Venjari, menn
SIGFRÍÐUR SKAALE CLEMENTSEN, B36
Piotr Krakowski, EB/Streymur
Jóhan Nielsen, Skála
Stjørnuskot, kvinnur
OLGA KRISTINA HANSEN, AB
Jacoba Langgaard, GÍ
Heidi Sevdal, GÍ
Stjørnuskot, menn
INGI HØJSTED, B36
Páll M. Joensen, NSÍ
Bergur Midjord, B36
Dómari
PETUR REINERT
Lassin Isaksen
Eiler Rasmussen
Ársins spælari, kvinnur
RANNVÁ ANDREASEN, KÍ
Unn Jónsdóttir Kragesteen, B36
Halltóra Joensen, B36
Ársins spælari, menn
JÁKUP MIKKELSEN, B36
Sorin Anghel, EB/Streymur
Óli Johannesen, TB
Veldugt gallakvøld
Tey bestu innan føroyska
fótboltsheimin hetta
kappingarárið. Frá vinstru
eru tað Malena Josephsen,
Súsanna Hansen (tók móti
steypinum hjá Jacob
Thomsen), Randi Wardum,
Rannvá B. Andresen, Petur
Reinert, Ingi Højsted, Jákup
Mikkelsen, Sorin Anghel,
Olga Kristina Hansen og
Christian Høgni Jacobsen.
Pól Thorsteinsson, sum tók
móti steypinum hjá Sigfríður
Clementsen vantar á
myndini
Mynd: Álvur Haraldsen
Niðanfyri sæst, hvørji fingu handað hvat á gallakvøldinum í Leirvík.
Gevið gætur, at tað ikki framgongur, hvør raðfylgjan var á teimum
báðum, sum vóru næst vinnarunum í atkvøðugreiðslunum
Tey
bestu
Um hálvtannað hundrað
fótbóltsfólk úr øllum
landinum vóru komin til
Leirvíkar, har tað nógva av
tíðini mundi fara til at
hugleiða um júst lidna
kappingarárið
Mynd: Álvur Haraldsen