Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-31, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 31. oktober 2005 29 Húsa- og Syðradals kommuna Almenn byggisamtykt Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar í Løgtingslóg um býarætlanir og byggisamtyktir (lóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum) 26. september 2005 at broyting av almennu byggisam- tyktini fyri Húsa- og Syðradals kommunu verður løgd alment fram á kommunuskrivstovuni, har hugt kann verða eftir uppskotinum eftir avtalu til 20. desember 2005. Broyting er: Partur av grundøkið niðanfyri landsvegin sunnan- fyri kvíggjaránna matr.nr.62 á Húsum verður lagt til vinnuendamál. Mótmæli ella broytingaruppskot mugu vera bygda- ráðnum í hendi í seinasta lagi 20. november 2005. Húsa- og Syðradals Kommuna Tørvar tær vælgjørdan timburmann, ring so til J.T. D.-smíð v/ Hera Thomsen, timburmeistari Tlf. 219318/319318 Kunngerð um uttangarðsútskiftingar- fund á Selatrað Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður boðað til útskiftingarfund mikudagin 9. november kl. 13.00 í gamla skúla. Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum Garðahagi, Innari. Útskiftingin verður endað. N. v. Øssur Á. Midjord, útsk. form. Tannlækni Við hesum verður søkt eftir tannlækna til tann- læknastovuna á Skála, at byrja 1. januar 2006 ella skjótast gjørligt eftir hendan dag. Á tannlæknastovuni verða árliga viðgjørd uml. 500 børn og ung millum 0 og 16 ár. Lagdur verður stórur dentur á dygd, góða tæn- astu og góð samstarvsevni. Løn og setanartreytir sambært galdandi sátt- mála. Øll viðgerð fer fram á væl útgjørdu tannlækna- stovuni á Skála, har tveir klinikkassistentar eru í starvi, ein fulla tíð og ein hálva tíð. Sambært leigusáttmála millum tannlæknan og kommununa, fær tannlæknin fullan nýtslurætt yvir tannlæknastovuni, sum harvið eisini gevur møguleika til privata praksis. Eftir nærri avtalu við núverandi tannlækna, er møguleiki fyri at yvirtaka hansara privata praksis. Um tygum vilja hava fleiri upplýsingar,eru tygum vælkomin at venda tygum til borgarstjóran Rod- mund Nielsen á tlf. 417000. Umsóknir við viðkomandi upplýsingum skulu sendast til: Runavíkar Kommunu Postsmoga 139 Heiðavegur 26 600 Saltangará att. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í seinasta lagi 21. november 2005. Runavíkar kommuna Pedagogar Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir 3 peda- gogum at starvast millum 25 og 40 tímar um vikuna. Eitt starv skal setast 01.12.2005 og tvey 01.01.2006 (ella eftir avtalu). Pedagogar,ið fáa prógv í vár eru vælkomnir at søkja. Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 35 børnum í aldrinum 1 til 3 ár.Vit hava 3 stovur og 3 til 4 starvsfólk á hvørjari stovu. Krøvini til tín eru: • At tú ert fyrikomandi og erligur. • At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult í samráð við børn og starvs- felagar. • At tú heldur at arbeiði í einari vøggustovu er spennandi og avbjóðandi. • At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um avmarkingar. • At tú er nærverandi og dugir at lurta. • At tú vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við tí vit seta okkum fyri. Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sleppur at verða við til at mynda títt egna arbeiði og ger- andisdagin hjá børnunum. Vit liggja í einum spennandi umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og sniðgøtunum á Konmansmýru. Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Katrin Bjarnadóttir ella álitisfólkinum Jóhannu Laksá á telefon 313131. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast 15.11.2005. Vøggustovan á Konmansmýru Hoyvíksvegur 41 B FO - 100 Tórshavn