mánadagur 31. oktober 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 208 - 31. oktober 2005
Søkt verður eftir
leiðara og starvsfólki til
Barnaverndartænastuna
Kommunurnar koma at yvirtaka barnaverndarøki 1.
januar og fer barnaverndartænastan at virka frá 1.
januar 2006.
Miðvágs-, Sørvágs-, Sandavágs-, Vestmanna- og
Kvívíkar kommunur hava gjørt samstarvsavtalu um
felags barnaverndartænastu.
Við hesum verður lýst eftir leiðara og einum
starvsfólki í hálva tíð.
Leiðari til Barnaverndartænastuna:
Starvið sum leiðari fyri barnaverndartænastuni
verður at seta 1. januar 2006, ella sum hóskandi til
uppsagnarfreistina í einum verandi starvi .
Uppgávur og avbjóðingar: Leiðarin kemur at
hava dagligu leiðsluna á barnaverndartænastuni.
Hann skal frá byrjan verða við til at mynda og skapa
ein vælvirkandi tænastudepil.
Førleikakrøv:
Leiðarin kann hava hóskandi ástøðiliga útbúgving
og hava hollan kunnleika til sosiala økið,kommunal
viðurskifti og fyrisitingarrætt. Tað er ein fyrimunir,
um leiðarin hevur leiðsluroyndir.
Leiðarin skal vera virkisfúsur, hava evni at arbeiða
sjálvstøðugt og duga at samskipa og samstarva
tvørtur um faklig mørk.
Setunarviðurskifti: Starvið verður lønt í samsvari
við fakligan førleika og royndir.
Starvsfólk til Barnaverndartænastur
Starvið sum starvsfólk í hálva tíð fyri barnaverndar-
tænastuni verður at seta 1.januar 2006,ella sum hósk-
andi til uppsagnarfreistina í einum verandi starvi.
Uppgávur:
Starvsfólkið fer í tøttum samstarvi við leiðaran at
mynda Barnaverndartænastuna.
Førleikakrøv:
Starvsfólkið kann hava sosialfakliga útbúgving.
Viðkomandi skal hava góð samstarvsevnir og duga
væl at samskipa og raðfesta arbeiðið.
Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært
sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Fyri bæði størvini er galdandi:
Starvsstaður: Skrivstovan kemur at liggja í
Sandavági. Roknast má við, at nakað av ferðing
verður í starvinum. Barnaverndarstovan er byrja at
geva skeiðfrálæru so møguleiki er at fáa skeið
áðrenn byrja verður í arbeiðinum í nov og des.mdr.
Umsókn:
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu
saman við avriti av prógvum v.m. sendast til.
Barnaverndartænastan
Hammerheimbsvegur 1
FO-360 Sandavágur
Umsóknarfreistin er 14. nov. 2005 kl. 10.00 og skal
viðmerkjast á brævbjálvanum: starvsfólk
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til ein av borgarstjórunum.