Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 209 - 1. november 2005 Hetta er eitt sera stórt framstig, men hetta er bara byrjanin, siga suðuroyingar FELAGS BARNAVERND Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Mánadagurin 31. oktober 2005 var av sonnum ein søguligur dagur há suð- uroyingum. Fyrst upplivdu teir tað, at nýggi, stásiligi Smyril kom til Suðuroyar á sínum fyrsta túri við ferðafólki og tað merkir, at hann nú er settur í regluliga rutusigling ímillum Suð- uroy og Havnina. Øll eru samd um, at hetta er eitt søguligt frambrot fyri Suðuroynna. Men Smyril hevði ikki meiri enn lagt at, so upp- livdu suðuroyingar eina aðra, søguliga hending. Og tað var, tá ið allir borgar- stjórarnir í oynni skrivaðu undir eina avtalu um at stovna eina felags barna- vernd fyri alla Suðuroy. Og fyri at tvinna hesar báðar stórhendingar saman, varð gjørt av, at hendan av- talan ímllum allar komm- unurnar í Suðuroy, varð undirskrivað umborð á Smyrli í einari av teimum stásiligu salongunum, beint eftir at hann hevði lagt at av sínum fyrsta túri. Tað kann kanska tykjast at tað verður gjørt nakað nógv av, tá ið tað verður kallað ein søgulig hendin, at ein felags barnavernd verður skipað fyri alla Suðuroy. Men tað, sum ger hetta til eina stórhending í oynni, er, at so vítt nakar visti um, er hetta fyrstu ferð, at allar kommunurnar í Suðuroy semjast um eitt samstarv, sum fevnir um alla oynna. Tá ið tað kom fram, at barnaverndarøkið skuldi leggjast undir kommun- urnar at umsita, bendi lítið á, at talan skuldi fara at verða um eina felags barna- vernd fyri alla Suðuroy. Bý- og bygdaráð fóru beinanvegin at arbeiða eftir siðbundnari vanahugsan um at skipa eina barna- vernd fyri syðru helvt og eina fyri norðaru helvt í oynni, so tað sá út at ganga sum tað plagar -at Suður- oyggin verður býtt í tvey. Tað var Porkeris Bygda- ráð, sum breyt ísin, tá ið tað samtykti tíðliga í vár at heita á allar kommunurnar í Suðuroy at skipa eina fel- ags barnavernd. Hóast tað gekk drúgv tíð, frá tí at Porkeris Kommuna tók stig til eina barnavernd, til verulig gongd kom á, kann kann ikki sigast annað, enn at sjálvar sam- ráðingarnar ímillum allar kommunurnar hava sum heild gingið væl. – Fyrsti fundurin um eina felags barnavernd var ikki fyrrenn mitt í september, so samráðingarnar hava ging- ið rættiliga væl, segði Jens Johannesen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð. – Í arbeiðnum fyri at skipa eina felags barna- vernd, hava vit ikki altíð verið samd. Men tað hevur borið til hjá øllum at siga sína hugsan og úrslitið er ein semja, segði ein fegin Eli Frederiksen, sum er borgarstjóri í Porkeri, beint eftir, at tey øll høvdu skriv- að undir avtaluna. Samstarvið skal víðkast Hann var ikki einsamallur um at fegnast um at tað eydnaðist at savna alla Suðuroy í eina felags barnavernd, tí tað gjørdu allir hinir kommunupolitik- ararnir eisini. Og teir flestu av teimum vístu á, at hetta er bara byrjanin. – Ætlanin er útbyggja samstarvið ímillum komm- unurnar í Suðuroy og hjá okkum er tað eitt púra greitt endamál og tað er, at fáa alla oynna savnaða í eina kommunu, segði Kristin Michelsen, borgar- stjóri á Tvøroyri. Hann helt eisini, at hetta manaði allar mýtur í jørð- ina um, at suðuroyingar kundu ikki samstarva. – Hetta merkir, at allar kommunur í Suðuroy er farnar at samstarva. Men vit steðga ikki her, tí hetta er bara byrjanin og vit ætla ikki at steðga á. Eg vóni at vit kunnu halda fram at víðka samstarvið, so at vit at enda náa málinum, vit øll tráa eftir og tað er at Suður- oy kann samstarva á øllum økjum, segði Eli Frederik- sen. Kirstin Strøm bech, borg- arstjóri í Vági, vónaði at hendan avtalan fór at gagna teimum, sum hon varð ætl- að at gagna og tað eru børn- unum, sum hava brúk fyri barnaverndini og húskum teirra. Ein limur úr hvørjari kommunu Avtalan ímillum kommun- urnar um eina felags barnavernd kemur í gildi í dag, allahalgannadag, 1. november. Tað eru sjey kommunur í Suðuroy og tað verður ein limur úr hvørjari kommunu í barnaverndini. Fyri at fáa gongd á barnaverndina, skal hon fyribils hoyra undir eini sosialari deild á Tvøroyri. Jens Johannesen, for- maður í Sosialu nevnd á Tvøroyri, sigur, at tann sosiala deild, sum ætlanin er at stovna á Tvøroyri, skal í fyrstu syftu bara hýsa barnaverndini. Tað er nevniliga ein part- ur av nýggju avtaluni ímill- um kommunurnar, at tað eisini skal stovnast ein fel- ags sosial deild fyri alla oynna og tað arbeiðið fer ígongd sum skjótast. Av tí at arbeiðið ikki er komið nakran veg, kundi ongin siga nakað um, hvussu hon verður skipað, men ein sannlíkur møgu- leiki, sum fleiri politikarar nevndu, er, at talan verður um eina sosiala umsiting við tveimum deildum, ein- ari í norðaru helvt á Tvør- oyri og einari í syðru helvt í Vági og hendan umsitingin skal so umsita alt tað sosi- ala málsøkið. Nú hava fleiri kommunu- politikarar sagt at hetta er bara byrjanin til eitt sam- starv ímillum allar komm- unurnar, sum skal vera nógv meiri umfatandi. Hava tit tosað nakað um, hvørji onnur øki, tit kunnu samstarva um? Nei, tað hava vit ikki sum so. Men tað frættist, at landsstýrið ætlar eisini at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita, so tað er kanska nokk so nær- liggjandi at hugsa um tað, tí tá haldi, eg, at tað er neyð- ugt at verða til reiðar at taka ímóti eldraøkinum, sigur Jens Johannesen. Sjálvur væntar hann, at eldraøkið verður tað næsta stórmálið, sum kommunur- nar í Suðuroy fara at tosa um at samstarva um. Men hann heldur at í hesum høpi verður talan um eldraøkið, sum heild og ikki bara einstakir lutir í tí. Suðuroyingar hava gjørt søguliga semju Jens Johannesen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð v.m. og Pauli Einarsson, næstformaður í Tvøroyrar Býráð, hildu, at hetta var ein so stór løta fyri suðuroyingar, at tað átti at klappast Her skriva teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroy undir søguligu semjuna umborð á Smyrli. Frá høgru eru teir Levi Niclasen, Hvalba, Kristin Michelsen, Tvøroyri, Elin Nielsen, Fámjin, Delmar Tausen, Hov, Eli Frederiksen, Porkeri, Kirstin Strøm Bech, Vágur og Niclas Hentze, Sumba