Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 1. november 2005 3 NÝGGJ FLØGA Jan Müller jan@sosialurin.fo "Sum árini ganga" er heitið á nýggjari fløgu, sum Hjalti Skaalum gevur út 2. no- vember. Sjálvur sigur Hjalti, at hetta er dreymur, sum gjørdist veruleiki. -Tá hugsað verður um, hvussu nógvar fløgur verða givnar út í Føroyum árliga, so havi eg av og á umhugsað, at skuldi møguleikin einaferð verið til staðar, so vildi eg geva mítt íkast til føroyska fløgumarknaðin, - eitt "al- ternativ" til hinar góðu fløgurnar, sum annars koma út sigur Hjalti og vísir á, at í Føroyum koma, í mun til fólkatalið, ótrúliga nógvar góðar fløgur út, og hann heldur tað vera undr- unarvert at hoyra, hvussu nógvar góðar tónleikarar vit hava. Útlendsk løg í føroyskum búna Sjálvur hevur hann í nógv ár havt eitt ítriv, sum hevur við tónleik at gera, og í tí sambandi hevur hann eis- ini roynt at yrkja og seta løg til hesar yrkingar. Harum- framt sigur hann seg hava roynt at umseta (umskriva) útlendskar sangir til før- oyskt. - Tá eg fann útav, at eg hevði nokk av tilfari til eina fløgu, hugsaði eg við mær sjálvum, at nú var tíðin komin til at royna eina fløguútgávu. Eg setti meg í samband við Finnur Han- sen, útvarpsteknikara, og spurdi hann, um hann vildi "produsera" eina fløgu fyri meg. Tíbetur játtaði hann, og nú er fløgan so veruleiki við eini blanding av egnum verkum (5) umframt út- lendskum løgum í "før- oyskum búna" (9) - 14 løg íalt. Við á fløguni er eisini nógv spælda lagið "Silvur- brúðarvalsurin", sum Ísak N. Jacobsen so hegnisliga hevur føroyskað. Hetta lag- ið varð innspælt í Útvarpi Føroya tann 21/2 - 1994 av bólkinum "Pauli og vin- menn" í sambandi við tón- leikasendingina "Á tóna- tingi", sum Elis Poulsen skipaði fyri, men varð tó ongantíð givið út á fløgu. Hjalti sigur, at tað at tulka t.d. Jim Reeves, Vik- ingarna ella Keld Heick á føroyskum máli, saman við góðum føroyskum tónleik- arum, er ein sera áhugaverd avbjóðing, og tá hann nú avgjørdi at innspæla eina fløgu, var tað heilt sjálv- sagt, at ein partur av inni- haldinum á fløguni eisini skuldi vera onkur góður gamal útlendskur "slagari" í "føroyskum búna". Innihaldið á fløguni er ein blandingur av dansi- bands-countrytónleiki og harmoniku-tónleiki. Við stórari hjálp frá Kristian Blak og Michael Reveal eydnaðist tað at fáa øll loyvi viðvíkjandi upphavs- rættindum til tey útlendsku løgini upp pláss. Tað er "TUTL", sum gevur fløguna út, og hevur Jóannes Jakobsen staðið fyri margfalding av fløguni og húsanum. Allir 14 sangirnir á fløg- uni hjá Hjalta eru á før- oyskum máli. Finnur Hansen, útvarps- teknikari, hevur sum fram- leitt fløguna. Sum árini ganga við Hjalta Skaalum Tónleikarar eru: Hjalti Skaalum: Sang Rógvu á Rógvu: Trummur Ólavur Øster: El-guitar og akuststiskan guitar Arnold Ludvig: El-bass og akustiskan bass Jákup Zachariassen: El-guitar, akustiskan guitar og steel- guitar Finnur Hansen: Kór, harmonika, floyta, klaver ljómborðAkustiskan guitar, mandolin og ásláttur Torkil Johannesen: Kór Malan Thomsen: Kór Hans Petur í Brekkunum: Saxofon Dávur Magnussen: Trombone Ólavur Olsen: Trompet Regin Jacobsen: Harmonika og saxofon Pauli Jacobsen: Harmonika Óli Jacobsen: Harmonika Teir, sum mannaðu "Pauli og vinmenn", vóru: Á harmoniku: Pauli Jacobsen, Óli Jacobsen og Johannes Simonsen Bass: Óli Petersen Guitar: Ísak N. Jacobsen Guitar og sang: Hjalti Skaalum (Lesið samrøðu við Hjalta um hansara tónleikalív í Viku- skiftisblaðnum)