týsdagur 1. november 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í morgin fara Sic og
48 Pages til Reykja-
víkar at spæla kon-
sertir. Fyribils er tal-
an um fýra konsertir,
men ætlanin er at
spæla onkra konsert
afturat, áðrenn farið
verður heim aftur
mánadagin 7.
november
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hetta eru tveir av garvill-
astu føroysku rokkbólkun-
um, sum fara til Íslands at
vísa eina sera myrka og
harða síðu av føroyskum
tónleiki. Ummælarin hjá
Sosialinum skrivaði fyri
stuttum um sangaran í Sic,
Mikkjal Gaard Hansen
"Tað, sum Eivør kann gera
fyri tað inniliga og bleyta,
kann Mikkjal í líkastóran
mun gera fyri tað brutala og
harða" Eivør er longu kend
í Íslandi, nú fer Mikkjal til
Íslands at sannføra íslend-
ingar.
Føroysk tungmálms-
maskina
Sic hava seinastu tíðina
gjørt nógv um seg á før-
oyska tónleikapallinum og
eru í løtuni millum best
dámdu
bólkar
millum
yngru áhoyrararnar. Hetta
kemst ikki minst av orku-
fylta sangaranum. Mikkjal
telist
millum
sterkastu
frontfigurar, ið Føroyar
eigur. Mikkjal sang í Krit,
áðrenn hann stovnaði Sic.
Men tað var ikki, fyrr enn
Sic varð endurnýggjaður og
fekk tríggjar nýggjar limir,
Frans Galán á gittara og
rødd, Gudmar Hansen á
bassi og Magnus Hansen á
trummum,
at
bólkurin
veruliga tók dik á seg.
Umframt Mikkjal og hinar
tríggjar nýggju er uppruna-
ligi gittarleikarin Eddie
Jacobsen við í bólkinum.
Sic hava áður verið í
Vestmannaoyggjunum og
spælt. Men hetta var í eini
gamlari útgávu av bólkin-
um. Nú stendur Reykjavík
fyri tørn, tá harðasta og
mest kontanta føroyska
tungmálmsmaskinan kem-
ur til býin.
Nýggj síða av 48 Pages
48 Pages hava ikki verið
nógv at hoyrt í ár. Fleiri av
limunum hava verið á há-
skúla í Danmark. Nú er
onkur komin aftur, og tann
eini gittarleikarin er skiftur
út. Seinastu mánaðarnar
hevur bólkurin arbeitt hart í
venjingarhølinum, og eru
sera væl fyri.
Nýggi gittarleikarin er
heldur ikki hvør sum helst,
Edmund í Garði, er av
gávuríkastu ungu gittar-
leikarum í landinum. Hann
hevur fyrr spælt í Krit, Side
Effect og Zink. Sambært
trummuleikaranum Eyðun
Müller, so riggar Edmund
væl inn í 48 Pages "Tað
funkar super og riggar
suverent".
48 Pages fara í næstum
undir upptøkur av eini
demofløgu. Teir arbeiða tí
nógv og málrættað við tón-
leikinum. Hetta arbeiðið
hevur broytt tónleikin nógv,
greiður Eyðun frá. "Vit
hava nógva forritan við og
brúka eisini elektriskar
trummur og nógv key-
boards. Tað, at fáa ein
nýggjan lim í bólkin, av-
bjóðar restina okkum nógv.
Vit hava peppað øll tey
gomlu løgini upp, og hava
eisini skrivað okkurt nýtt
lag. Eg haldi, at vit eru
betur enn nakrantíð áður"
Karl Anton er
ferðaleiðari
Karl Anton Klein, ið um-
situr ovararu hædd av
Margarinfabrikkini,
er
ferðaleiðari og hevur lagt
túrin til rættis. Hann fór í
gjár við øllum ljóðførunum
í einum bili við Norrønu til
Íslands. Tað var eisini Karl
Anton, sum legði væleydn-
aða túrin hjá 48 Pages og
Speaker til rættis í fjør
summar.
Bólkarnir hava spælt eitt
sindur fyri at fíggja túrin,
men hava eisini fingið stuð-
ul til ferðina, frá Norður-
landahúsinum í Føroyum,
Mentamálaráðnum, Ment-
anargrunni Landsins, Tórs-
havnar kommunu, Atlantic
Airways, Barnabata, Smyri
Line, Sosialinum og Fitur í
sambandi við ferðabrúnna.
Fýra konsertir í
tríggjar dagar
Hóskvøldið kl. 22 fara
bólkarnir á pallin í Bar 11 í
Reykjavík
saman
við
tveimum íslendskum bólk-
um. Fríggjakvøldið spæla
teir tvær konsertir í barrini
Gaukurástong. Henda kon-
sert er saman við harða ís-
lendska
rokkbólkinum
Dimma, fyrra konsertin
verður kl. 17 og kl. 1 um
náttina verður aftur fari á
pallin.
Leygarkvøldið spæla før-
oysku bólkarnir saman við
fýra íslendskum bólkum
konsert í Hellir, ið er ein
stór høll í Reykjavík. Sum
er eru ongar ætlanir lagdar
fyri sunnudagin, og bólkar-
nir vóna tí at spæla onkra
konsert tá.
Í dag verða plakatir um
konsertirnar hongdar upp í
Reykjavík, og bæði Reykja-
vík Grapevine og Morgun-
blaðið skriva um føroysku
bólkarnar.
2
Nr. 209 - 1. november 2005
Leygarkvøldið hevði
Eivør Pálsdóttir kon-
sert á Álandi. Kon-
sertin var ein gáva frá
Norðurlandahúsinum
í sambandi við 20 ára
hátíðarhaldinum hjá
Nordens Institut á
Álandi
KONSERT
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Ein niðurløgd brandstøð í
Álandi var leygarkvøldið
karmur um konsertina hjá
føroyska
sangfuglinum
Eivør Pálsdóttir.
Konsertin var gáva frá
Norðurlandahúsinum í Før-
oyum til Nordens Institut á
Álandi í sambandi við 20
ára hátíðarhaldið.
Av áskoðaratalinum at
døma var tað ein vælum-
tókt gáva. Hølini vóru full-
sett, tá yvir 100 álendingar
vóru savnaðir á gomlu
brandstøðini, har Ålands
Musikinstitut nú búleikast.
Hetta vikuskiftið var eitt
tað konserserttættasta á øll-
um árinum í Álandi, og ikki
hevur nógv verið at síggja
um Eivør í álendsku fjøl-
miðlunum. Tí vóru fyrireik-
ararnir sera glaðir, at so
nógv komu at hoyra hana.
Eivør byrjaði við tveim-
um føroyskum løgum, men
royndi seg eisini við fleiri
sangum á svenskum.
Teir svensktalandi álend-
ingarnar smíltust, tá Eivør
segði:
- Tað er sum at eta sjoko-
látu at syngja á svenskum.
Áskoðarafjøldin var fjøl-
broytt, har vóru bæði ung
og gomul - menn og kvinn-
ur. Eivør var umringað av
livandi ljósum, og konsert-
in var sera vøkur og hugna-
lig.
Lagið sum fekk best
undirtøku var gamli før-
oyski sangurin »Mær leing-
ist«. Eivør segði frá, at
hetta lagið plagdi omma
hennara at syngja tá hon
stóð og bakaði bollar.
Eisini fekk Eivør álend-
ingarnar at syngja við í
frálíka lagnum »Just a
friend of mine«.
Fleiri komu fram aftaná
og takkaðu Eivør fyri tí
fantastisku konsertina.
Tá eg hitti Eivør aftan
fyri pallin er hon móð men
stak nøgd.
- Álendsku áskoðararnir
vóru ótrúliga fittligir - mær
dámar so væl, tá tað er
blandað av ungum og
gomlum, sigur hon.
Hetta var ikki fyrstu ferð,
Eivør sang í Álandi, hon
hevur verið tvær ferðir fyrr
við kóri og við bólkinum
Yggdrasil. Hesaferð steðg-
aði hon bara tveir dagar á
Álandsoyggjum.
Í næstum skal Eivør heim
til Íslands at undurvísa á
tveimum musikkskúlum og
vónandi fáa tíð at skriva eitt
sindur av nyggjum tónleiki.
Álendingar fingu
Eivør í føðingar-
dagsgávu
Føroya villasti rokkur til Íslands
48 Pages
Sic