týsdagur 1. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 209 - 1. november 2005
Hotel Føroyar er nú
limur í »Danske
Konferencecentre«.
Tað mekir, at
hotellið er við i eini
stórari ketu, sum
bjóðar fram áhuga-
verd støð, har skeið,
fundir, ráðstevnur
o. a. kunnu haldast
RÁÐSTEVNU-
MIÐSTØÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
»Danske
Konference-
centre« hevur til enda-
máls at bjóða kundum
ókeypis ráðgeving og bí-
leggingartænastu í sam-
band
við
ráðstevnur,
skeið, tiltøk o. a. á
skeiðsdeplum hjá limun-
um. Sekretariatið tekur
sær av øllum sambandin-
um við skeiðsdepilin -
sum nú eisini kann verða
Hotel Føroyar.
Á
heimasíðuni
hjá
Danske
Konference-
centre
(www.dkbs.dk)
stendur, at vakra náttúran
kring
Hotel
Føroyar
gevur íblástur til nógvar
ymsar aktivitetir.
- Har eru møguleikar
fyri teambuildingaktivi-
tetum
og
»adventure
sports« er nærmast givið
upp á forhond - ríðing,
fjallatúrar, ornitologisk
excursión, fiskiskapur,
kaprógving og tyrlutúrar
- bara fyri at nevna nakr-
ar møguleikar, skrivar fe-
lagið.
Felagið
sigur,
at
góðskuhugtakið
er
grundleggjandi
fyri
Danske
Konference-
centre og harvið kjarnan
í øllum aktivitetum fe-
lagsins.
- Sum kundi merkir
tað, at tú altíð kanst vera
vísur í einum høgum
støði hjá limasentrunum,
bæði hvat viðvíkur út-
gerð, teknikki, tænastu,
fakligum innliti og fjøl-
broytni. Tað er okkara
mál, at óheppin yvir-
raskilsi ikki skulu koma
fyri, og tí virkar skriv-
stova okkara sum ein
kvalifiseraður sparrings-
partnari - líka frá inn-
leiðandi ætlanarfasuni og
fram til sjálvt tiltakið,
sigur felagið.
Men tað eru altso ikki
øll, sum kunnu gerast
limir í felagnum, og fyri
at
tryggja
góðskuna
skulu allir limir lúka ser-
liga strong krøv. Eitt nú
skal Dansk Teknologisk
Institut gera eina gjølla
kanning fyri at tryggja, at
góðskukrøvuni
kunnu
uppfyllast. Síðani fær
miðstøðin - í hesum føri
Hotel Føroyar - eina góð-
kenning.
Men limirnir í Danske
Konferencecentre verða
tó javnan kannaðir av
DTI til tess at tryggja, at
støðið er sum tað skal
vera.
Hotel Føroyar mið-
støð fyri ráðstevnur
Vit hava ikki hoyrt
nógv til Petur Pólson
á tónleikaliga pall-
inum síðan Clickhaze
góvust í 2003. Men nú
trýnir heiðurskrýndi
yrkjarin og tónleik-
arin aftur fram á
Føroyska pallin við
eini sterkari útgávu,
sum meira enn so
kann fara at seta djúp
spor eftir seg
PETUR PÓLSON
Nýggj fløga
Heiti: KOMA
Plátufelagið Tutl
Útgávudagur: 7. nov. 2005
7. november gevur Petur
Pólson út fløguna »Koma«.
Hetta er fyrsta solo fløgan
hjá Peturi, sum fyrr hevur
verið við í, og givið út
saman við bólkum sum
Visible Fish og Clickhaze.
Petur, sum er ættaður úr
Gøtu og av Toftum er eisini
viðurkendur sum ein av
okkara fremstu yrkjarum
og megnaði at vinna M. A.
Jacobsens Virðisløn fyri
fagrar
bókmentur
fyri
yrkingasavn sítt »Ongin sól
er til«. Umframt at fáast við
tónleik og yrkingar hevur
Petur dagligt yrki sum lær-
ari.
Flestu løgini á nýggju
fløguni hevur Petur skrivað
saman við gamla Visible
Fish partnaranum, Eileri
Hansen, meðan okkurt er
skrivað saman við Knúti
Hábergi Eysturstein og eitt
lag
eigur
Simon
von
Konoy, sum Petur tó hevur
lagt til rættis av nýggjum til
hesa fløguna.
Tónleikaliga er talan um
eina áhugaverda samanset-
ing av ymiskum íblástrum
úr ymiskum sambandum úr
ymiskum
tíðarskeiðum,
sum Petur hevur arbeitt- og
verið við í. Talan er um
rokktónleik, í støðum í ætt
við bæði Clickhaze og
Visible Fish, men sam-
stundis við sterkari rót til
sangskrivarar sum eitt nú
Bob Dylan, Nick Cave,
Leonard Cohen, Tom Waits
og aðrar.
Temaini eru tey tungu og
ævigu - lívið og deyðin,
kærleiki og hatur, frelsa og
glatan, Gud og Sátan. Løg
og tekstir kunnu metast
sum bersøgin og erlig.
Tónleikararnir á fløguni
eru allir virknir og virdir í
øðrum
samansetingum:
Uni Árting (200, Knút H.
Eysturstein) spælir trumm-
ur, Niels Jákup í Jógvan-
stovu (Gestir, Marius, Knút
H. Eysturstein o.fl.) spælir
bass, Knút Háberg Eystur-
stein (Gestir, Knút Háberg
Eysturstein,
Tuxedo
Rebels) spælir ljómborð,
Bogi á Lakjuni (Visible
Fish,
Clickhaze,
Knút
Háberg Eysturstein) spælir
gittar og ljómborð, Eiler
Hansen (Visible Fish) spæl-
ir gittar og mandolin og
Petur
Pólson (Visible Fish,
Clickhaze, Tuxedo Rebels)
syngur.
Hararafturat hevur Petur
eisini fingið fleiri promi-
nentar og navnframar gestir
og vinir at taka lut á fløg-
uni. Eitt nú spælir Mikael
Blak
(200,
Clickhaze,
Mold o.m.o.) bass á tveim-
um løgum, Niels Arge
Galàn (200, Mold) syngur
og spælir gittar á einum
lagi,
Sámal
Ravnsfjall
spælir munnharpu og syng-
ur á einum lagi, Guðrið
Hansen syngur á trimum
løgum og Kári Sverrisson
(Enekk
o.m.a.)
spælir
gadulka og syngur á tveim-
um løgum.
Fløgan er tikin upp í
einum kjallara í Sandavági
í tíðarskeiðnum apríl - juni
2005. Bogi á Lakjuni er
framleiðari og hevur eisini
staðið fyri upptøkunum,
meðan Óli Poulsen hevur
ljóðblandað og mastrað
fløguna í Fix-n-Mix í
Lyngby, Dk.
Húsa og kápumyndir
hava Uni Árting og Niels
A. Galàn gjørt úr myndum,
sum eru tiknar í Sandavági
av Eileri Hansen, Peturi
Pólsyni og Una Árting. Uni
hevur
eisini
sniðgivið
heimasíðuna
www.peturpolson.com. Tað er
Plátufelagið Tutl, sum gev-
ur fløguna út.
Fløgan verður í handlun-
um tann 7. november, men
longu leygardagin 5. no-
vember verður útgávu-
konsert í Losjuni í Gøtu,
har til ber at ogna sær fløg-
una. Tað er G! Music, sum
skipar fyri útgávukonsert-
ini. Les meiri um hetta á
www.gmusic.fo
Petur Pólson gevur út
nýggja fløgu
Petur Pólson
Børn kring alt landið
hava nú latið skógva-
eskjur við jólagávum í,
til tað prosjektið sum
"Christmas Child"
stendur fyri. Hósdagin
fara tær av landinum
til ókend børn í
øðrum londum, - børn
sum annars onga slíka
gávu høvdu fingið á
jólum í ár
BARNAHJÁLP
Orð/mynd: Snorri Brend
Havn: Tey hava longu nú
keypt fyrstu jólagávurnar.
Og
seinasta
sunnudag
kundu tey so savna hesar
jólagávurnar saman.
Runt um í samkomum
kring landið komu børn og
vaksin við eskjum í ávísari
stødd.
Nú
skuldu
tey
føroysku børnini hjálpa
børnum í øðrum londum,
sum annars ikki høvdu
fingið nakra jólagávu í ár.
Tað sást týðiliga, at hetta
var nakað sum tey føroysku
børnini brendu fyri, - og tey
vaksnu við.
- Hetta er okkara máti at
hjálpa øðrum børnum í
øðrum londum. Hóast vit
ikki kenna nakran av teim-
um, so vilja vit kortini
gleða tey á jólum í ár, segði
ein genta, sum kom við
einari eskju seinasta sunnu-
dag.
Henni á baki kom ein
mamma við tveimum pakk-
um. Og tað sást eisini á
henni, at hjarta hennara var
við í hesi gávuni. Rørd og
við gleði legði hon eisini
sínar pakkar millum teir
mongu, sum longu vóru
savnaðir saman henda dag-
in.
Bara í Meinigheitshúsin-
um í Havn vóru væl oman
fyri 200 gávueskjur savn-
aðar saman í samband við
sunnudagsskúlan seinasta
sunnudag.
Saman við hinum gávu-
eskjunum, sum verða savn-
aðar saman kring alt landið,
verður helst talan um fleiri
túsund eskjur.
Hósdagin verða tær so
savnaðar saman, og við
farmaskipinum, sum fer úr
Føroyum á middegi henda
dagin, fara tær so av landin-
um.
Hesin møguleikin, sum
prosjektið Christmas Child
gevur børnum at hjálpa
øðrum børnum, hevur nú
verið í gongd tey seinastu
árini í Føroyum.
Og líkt er til, at undir-
tøkan í ár verður størri enn
nakrantíð.
Á fundi herfyri tóku 40
kamping áhugaðir føroy-
ingar stig til at stovna
felag. Fundurin, var al-
mennur. Á fundinum
varð nevnd vald, og av-
gjørt varð at kalla inn til
stovnandi
aðalfund
í
Eydnuni á Oyrabakka 5.
november. Felagið fekk
eisini navn: Camping.FO
Í nevndini sita Ivan
Skorheim, Arnhold Fjall-
stein og Thordis Reyns-
tind. Katrin Haraldsen er
eykalimur. Tey siga í
tíðindaskrivi, at ætlanin
er, at tey sum hava kamp-
ingvognar kunnu hava
hesar við á aðalfundin,
parkeringsmøguleikarnir
við Eydnuna eru sera
góðir.
Eisini ber til at koma
fríggjadag og standa til
leygardag. WC- og baði-
møguleikar eru í Eydn-
uni.
Tey, ið koma fríggja-
dag verða biðin um, at
siga frá hjá skrivaranum
Thordis Reynstind tlf.
722644
Skráin á fundinum er:
Frágreiðing - Ivan Skor-
heim, formaður
Ásetan av limagjaldi
Framløga og samtykt av
viðtøkum felagsins
Ymiskt
Øll kampingáhugaði
eru vælkomin á stovn-
andi aðalfund, skrivar
nevndin í Camping.FO.
nud
Camping.FO hevur
stovnandi aðalfund
Spennandi jólapakkar til fremmand børn
Børnini hava latið sínar gávur til onnur børn úti í heimi. Á
henda hátt kunnu føroysk børn gleða onnur børn, hóast tey
ikki kenna hvønn annan