týsdagur 1. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 1. november 2005
7
Byggja handilsmiðdepil í Vestmanna
Vestmenningar
kunnu skjótt gleða
seg til, at ein stórur
handilsmiðdepil
verður bygdur í Vest-
manna. Talan er um
ein bygning upp á
tilsamans okkurt um
2.000 fermetrar, ið
skal byggjast inni á
Fjørð
HANDILSBYGNINGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað eru ikki hissini ætlanir,
ið tríggir ungir mans hava
fyri handilslívið í Vest-
manna. Teir tríggir mennin-
ir hava nevnliga ætlanir um
at byggja ein stóran bygn-
ing inni á Fjørð, ið skal
verða ein handilsmiðdepil í
bygdini.
sHandlar og
skrivstovur
Teir tríggir menninir, ið
hava ætlanir um at byggja
bygningin, eru tveir vest-
menningar, Petur Frank
Joensen og Háldan Halda-
sen, og so klaksvíkingurin
Finn Johannesen. Teir hava
arbeitt við ætlanini í fleiri
mánaðar, og nú bíða teir
eftir endaliga byggiloyvin-
um frá Vestmanna Komm-
unu.
- Vit hava fingið tilsøgn
um byggiloyvi frá komm-
ununi, men enn er tað ikki
endaligt, og tí eru vit í eini
bíðipositión, sigur Finn
Johannesen. Tó er tað
fyrireikandi arbeiði við at
gera økið klárt farið í
gongd, og stigtakararnir
vænta ikki, at tað verður
leingi, áðrenn teir fáa grønt
ljós frá kommununi.
Hann sigur, at bygningur-
in, ið ætlan er um at byggja,
verður í tveimum hæddum,
og at hvør hæddin hevur ein
gólvvídd upp á umleið
1.000 fermetrar. Sostatt
verður samlaða gólvvíddin
í nýggja handilsmiðdeplin-
um umleið 2.000 fermetrar.
Men hvat verður so í
nýggja handilsmiðdeplin-
um?
- Vit hava sjálvir ætlanir
um ein stóran matvøru-
handil, og so verður eisini
ein bakari. Í ovaru hæddini
verður pláss fyri fleiri
skrivstovum, og ein stórur
partur av tí plássinum er
longu umbiðin. Men pláss
er eisini fyri fleiri handlum,
sigur Finn Johannesen.
Stigtakararnir halda, at
tørvur er á einum stórum
matvøruhandli í bygdini, tí
sum nú er, eru tríggir
smærri
matvøruhandlar
spjaddir runt um í bygdini,
men við einum størri handli
er møguligt at hava eitt
breiðari vøruúrval enn við
teimum smáu.
Torg til tiltøk
Nýggi bygningurin kemur
at liggja, har fótbóltsvøllur-
in hjá vestmenningum hev-
ur ligið. Tað vil siga beint
yvir av Shell-støðina, beint
tá ið komið verður til
bygdina.
Finn Johannesen sigur, at
ætlanir eru eisini um, at eitt
stórt torg skal verða í bygn-
inginum, ið skal verða eitt
slag av einum miðdepli fyri
ymisk tiltøk í bygdini.
- Vit halda, at vestmenn-
ingar eru ógvuliga lokalir,
og tí ætla vit at skapa eitt
pláss, har teir kunnu savnas
til ymisk tiltøk. Nú eri eg
sjálvur klaksvíkingur og
harvið bláur KÍ'ari í hjart-
anum, og eg havi varhugan
av, at allir vestmenningar
eru gulir VÍF'arar í hjartan-
um og stuðla felagnum av
øllum alvi. Eitt slíkt torg
kann til dømis nýtas til
ymisk tiltøk hjá júst VÌF
ella eitt nú Agenda 21 fel-
agnum í bygdini, sum jú
eisini er ógvuliga aktivt,
sigur Finn Johannesen.
Hann sigur, at teir vóna, at
vestmenningar eisini fara at
taka undir við, at eitt slíkt
torg kann gerast nýggi
mentanarmiðdepilin
í
bygdini.
Finn Johannesen vil ikki
siga nakað um, hvussu
nógv nýggi bygningurin
kemur at kosta.
Ein maður, ið hevði
keypt sær bát úr
Danmark, gjørdist
kløkkur, tá ið hann
fór umborð á Norr-
ønu tíðliga mána-
dagin at hyggja at
nýggja bátinum hjá
sær, tí í bátinum
fjaldi ein blindur
passagerur seg
BLINDUR
PASSAGERUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nýggi báturin stóð á bil-
dekkinum umborð á Norr-
ønu, og maðurin fór sum
vera man spentur umborð
at síggja nýggja bátin hjá
sær. Tá ið maðurin letur
upp í bátinum, gerst hann
ikki sørt kløkkur, tí inni í
bátinum goymir ein ungur
útlendskur maður seg.
Vita ikki hvagani
hann er
Hóast fremmandi maður-
in royndi at sleppa til rým-
ingar, eydnaðist hetta ikki,
og løgreglan bleiv boð-
send.
Bergleif Brimvík, leið-
ari á kriminaldeildini, sig-
ur, at løgreglan hevur stað-
fest, at maðurin er komin
umborð í Hanstholm, hag-
ani Norrøna kom. Tað
eydnaðist tó ikki løgregl-
uni at finna út av, hvagani
maðurin kom, men Berg-
leif Brimvík sigur, at talan
er ein útlending.
Maðurin
hevði
ikki
ferðaseðil við Norrønu, og
hann hevði heldur ikki
loyvi at koma hendan veg-
in.
Sambært
norður-
lendsku passreglum merk-
ir hetta, at maðurin skal
sendast aftur til Danmark-
ar, og tað er longu gjørt.
Bergleif Brimvík sigur,
at maðurin er farin til Dan-
markar við flogfari, og at
tveir føroyskir løgreglu-
menn fóru við honum. Tá
ið komið var til Danmark-
ar, stóð danska løgreglan
so fyri teimum og tók
mannin.
Spurdur um hetta er
nakað, ið kriminalløgregl-
an sær fólk, ið royna at
sníkja seg til Føroya, sum
ein vaksandi trupulleika,
sigur Bergleif Brimvík, at
tað er tað ikki. Hann sigur,
at slíkt kemur fyri av og á,
men talan er ikki um nakr-
an vaksandi trupulleika.
Blindur passagerur við Norrønu
Ferðafólkatalið umborð á Norrønu, tá ið hon kom til Føroya úr Danmark fyrr í vikuni, var
eitt sindur hægri, enn tey á Smyril Line vistu av, tí umborð á skipinum fjaldi ein blindur
passagerur seg
savnsmynd
Myndatekstur:
Forarbeiðið til nýggja
handilsbygningin inni á
Fjørð í Vestmanna er longu
farið í gongd. Menn eru
farnir undir at grava økið
upp, so at tað sum skjótast
kann farast undir at byggja.
Mynd: www.vestmanna.fo