týsdagur 1. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 209 - 1. november 2005
Hanus og Aldubáran
spældu eina frálíka
konsert á Norður
Bryggjuni, har fram-
førslan av lagnum
Timburmenn var so
sannførandi, at upp-
livingin varð vemmi-
lig og lekkur í senn
Orð: Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Símun
Jóannesarson
Tað var fullsett á Norður
Bryggjuni, tá Hanus, Karl
Martin og Anna Maria
saman
við
Aldubáruni
spældu konsert fríggja-
kvøldið. Hetta var seinasta
konsert á konsertferðini hjá
teimum. So nógvur grav-
gangur var eftir atgongu-
merkjum, at útselt var, og
fólk stóu á bíðilista fyri at
sleppa inn.
Tað besta innan
føroyskan tónleik
Aldubáran umboðar krem-
ið innan føroyskan tónleik,
og tað er ringt at seta fingur
á naka í teirra framførslu.
Hon var frálík. Eisini var
tað gleðiligt at síggja øll tey
ungu andlitini á pallinum,
og at hesi fingu so gott
pláss í ljóðmyndini.
Eisini
frásøgumaðurin
var herligur, við síni gøtu-
donsku dialekt og frálíku
frásøgnum um yrkjarar og
listarfólk annars. Tó var
eingin ivi um, hvør var
stjørnan á kvøldinum. Tá
Hanus kom á pallin varð
klappað, bríkslað og rópt.
Konsertin var býtt upp í
tveir partar, seinna part við
Hanusi og fyrra part við
løgum, ið Páll Sólstein
hevði skrivað til yrkingar
eftir
Christian
Matras,
William Heinesen, Hans
Andrias Djurhuus og Stein-
tór Rasmussen. Í hesum
parti av konsertini sungu
Anna Maria Olsen og Karl
Martin Samuelsen. Hetta
vóru fitt løg til fittar yrk-
ingar, fyri tað mesta sungin
sera fitt, tó tyktust bæði
Karl Martin og Anna Maria
rættuliga merkt av nervum
fyrsta part av framførsluni.
Ikki so spennandi
Tey fyrstu løgini, ið vóru
bygd
á
yrkingar
eftir
Christian Matras, vóru ikki
serliga spennandi. Tey vóru
pen og klassisk, men høvdu
eina undirliggjandi kenslu
av onkrum eitt sindur meira
dramatiskum, tó megnaðu
sangrøddirnar ongantíð at
røkka hetta.
Karl Martin er kendur av
rokkpallinum, og røddin
manglar ikki góðsku, men
hóskaði illa til hendan
stílin,
í
øllum
førum
fríggjakvøldið. Fyrsta lagið
ljóðaði av klumpi í hálsin-
um hjá Karl Martini.
Anna Maria hevði sungið
eina løtu, áðrenn man
fyrstu ferð hoyrdi hana. Um
hetta var orsakað av ringari
mikronstýring, ella um
ljóðmaðurin átti feilin, veit
eg ikki. Men hesin trupul-
leiki var afturvendandi í
framførsluni
hjá
Karl
Martini og Annu Mariu,
fleiri ferðir hoyrdust tey als
ikki, og tá tey sungu kór hjá
hvør øðrum, bar næstan
ikki til at hoyra tey.. Annars
ljóðaði Aldubáran sum
heild væl, eg sat tó ov aftar-
laga til at síggja, um okkurt
ljóðføri varð gloymt av og
á. Tað er jú nógv týðiligari,
tá man gloymir ein sangara.
Meðan vit bíða
eftir Hanusi
Longu í næsta lagi var Karl
Martin eitt sindur betur við,
tó uttan at fullkomiliga
sannføra. Fyri áskoðarar-
nar, ið bíðaðu eftir Hanusi,
var hetta sum ein skál av
rís, meðan man bíðar eftir
Lambslundum í trøffelsós.
Heilt galið gjørdist tað í
Hanus og Aldubáran – vemm
Fleiri ungir blásarar eru við Aldubáruni.
Við gittara í hond og Aldubáruni í rygginum, spældi Hanus eina sannførandi konsert
Gandakenda violin skapti vakrar myndir og bergtók lurtaran