Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

triðja lagnum "Barnsligt minni", ið Christian Matras eisini átti orðini til. Anna Maria var solistur, og henda vanliga so frálíka song- kvinna, leveraði eina sera ókekkaða framførslu, rødd- in var á markinum til at knekka, og andlitsbráið á Anna Mariu sá út, sum um hon visti tað, og bað um umbering. Um tað er nak- að, sum telir niður, so er tað ein sangari, sum ikki sær sannførandi út. Ólavur Ol- sen bjargaði lagnum eitt sindur við síni flugenhorn solo. Manglandi innliving Eg eri ikki greiðir yvir, um tað er ov stór virðing fyri Aldubáruni, manglandi trúgv uppá løgini ella okk- urt heilt triðja, sum fekk tvær av teimum heilt góðu songrøddunum, at verða so lítið sannførandi. Innliv- ingin hjá bæði Annu Mariu og Karl Martini var ikki nóg góð til at lyfta løg, ið vóru miðalhampa upp á eitt hægrið støði. Í lagnum "Kvøld" eftir yrking av H.A. Djurhuus sungu bæði við, og her komu manglandið evnini at geva løgunum lív týðiliga fram, Anna Maria sá hesa løtuna heilt forpínd út. Góður endi Men móti endanum á teirra parti av konsertini, gekst væl betur. Í lagnum Lív, við orðum av Steintór Rasmus- sen gingu røddin hjá Karl Martini, tónleikurin hjá Aldubáruni og orðini hjá Steintóri upp í eina hægri eind. Lagið var ikki líka fitt sum tey undanfarnu, og hetta var jaligt. Tann mar- kanta violin gandaði í ljóð- myndini og riggaði øgiliga væl. Bestu løgini hjá Páll Sól- stein vóru tey trý seinastu, hesi átti William Heinesen orðini til. Hæddarpunktið var "Hoyrdi tú havsins andalag". Her var Aldubár- an veruliga í essinum. Í næst seinasta lagnum fekk Anna Maria endiliga víst, at hon er ein góð song- kvinna. Hon sang veruliga væl. Fyrsti partur av konsert- ini var bygdur upp, sum ein ferð inn í heimin hjá nøkr- um av okkara skøldum, men gjørdist ongantíð meira enn ein ferðafrásøgn. Tað er ikki lætt at skula hita upp fyri Hanus. Eg haldi, at hetta eru sera truplar umstøður at geva løgunum hjá Páll Sólstein. Eg ivist ikki í, at tey høvdu verið betur, um tey ikki vórðu spæld í eini støðu, har vit øll bíðaðu eftir Hanusi. Eitt sindur meira Sum siður er á konsertum á Bryggjuni, varð steðgur miðskeiðis í konsertini. Aftan á steðgin kom Hanus á pallin, uttan kassagittarin virkaði myndin av trouba- durinum næstan skeiv, og lukkutíð kom gittarin eisini fram seinni á konsertini. Men áhoyrararnir vóru beinanvegin í hopla, lógva- brestir og bríksl buldraðu í øllum hølunum. Hanus legði fyri við trimum Poul F. løgum, og sum frásøgu- maðurin segði, so er Hanus tann besti Poul F. tolkarin. Tey bæði fyrstu løgini vóru Marita og Saknur. Hesir báðir klassikararnir í før- oyskum tónleiki umboða nakað av tí stuttligasta og tí vakrasta bæði hjá Poul F og hjá Hanusi. Í hesum hami, ið Aldubáran gav løgunum gjørdust hesir eginleikar eitt sindur týðiligari. Marita var enn stuttligari við tí eitt sindur svaka klassiska tón- leikinum undir, og Saknur var enn vakrari kýndur út úr teimum klassisku ljóðfør- unum Triðja Poul F. lagið var Heimsins dýrasta lag, ið ikki telist millum tey best eyd- naðu á fløguni hjá Hanus og Aldubárini, men fríggja- kvøldið riggaði lagið perfekt. Røddin hjá Hanus er ein tann mest gandakenda og bergtakandi føroyska sang- røddin. Í Aldubáruni hevur Hanus funnið ein bólk, ið megnar at liva upp til heið- urin at spæla við honum. Saman eru Hanus og Aldubáran framúrskarandi. Persiskt drama Yrkingin "Úr Rubaijat" er gomul persisk yrking av Omar Khajjam, ið Rikard Long hevur umsett. Hanus hevur gjørt eitt øgiliga gott lag til yrkingina, og í tí djørvu og flottu útsetingini hjá Aldubárini, er talan um eitt meistaraverk. Hetta lag gjørdist uttan iva hæddar- punktið á konsertini. Men eisini tittullagið av fløguni hjá Hanus og Aldubárini, tolkingin av H.A. Djurhuus yrkingini "Bukett", var stórsligið og serliga vakurt. Styrkin í samstarvinum millum Hanus og Aldubár- una kom allar best til sjóndar í lagnum "Timbur- menn", ið Hanus hevur skrivað til eina yrking eftir Sverra Djurhuus. Tónleik- urin er marrukendur, og kenslan av timburmonnum breiðir seg um kroppin, kenslurnar vórðu rørdar, og hetta var vemmiligt og lekkurt í senn. Ein frælsari Aldubára Umframt nógv av løgunum á fløguni, var eisini pláss til trý løg, sum Hanus hevði skrivað til yrkingar hjá Jakob Sande, hesi vóru ikki bestu løgini á kvøldinum, men serliga í seinasta lagnum Hymnesang til Havet, tyktist Aldubáran eitt sindur frælsari enn ofta fyrr, og hetta klæddi lag- num. Eykaløg við sløktum kóri Tá lógvabrestirnir ongan enda vildu taka, rópti Hanus Karl Martin og Annu Mariu uppaftur á pallin, og saman sungu tey "Blómuna" og "Á kundi á tíðarhavi" hjá Poul F. Tían- verri hoyrdust Karl Martin og Anna Maria bert hend- ingaferð undir framførsluni av hesum løgum, og tað var ein óheppin endi á eini væleydnaðari konsert. Nr. 209 - 1. november 2005 9 miligt og lekkurt í senn Strævin men stuttlig ferð Páll Sólstein, ið leikar horn í Aldubár- uni og í Kongaliga Kapelorkestrinum, hevur gjørt løgini í fyrru helvt av konsertini. Vit fingu orð á Páll Sólstein, meðan hann stóð við pallin og pakkaði niður. Hann var sera væl nøgdur við konsertferðina. Á ferðini spældi Aldu- báran millum annað í danska mentanar- húsinum í Oslo, Ljusbo. Har vóru fleiri føroyingar savnaðir, og konsertin gjørd- ist sera inniligt. Fleiri av áskoðarunum vórðu so rørdir av framførsluni, at teir grótu. Eisini konsertin í Århus á spæli- staðnum Karavanen var sera intim og lítil. Páll segði, at tað var øgiliga stuttligt at sleppa at ferðast við egnum tónleiki. Men at hann prísaði seg lukkuligan, at hann ikki skuldi spæla aftan á Hanus. "Eg haldi at míni løg eru nógv meira merkt av klassiskum tónleiki. Eg skriv- aði øll løgini á klaver, tí er klaverið nokkso dominerandi í ljóðmyndini. Men eisini fleiri av hinum ljóðførunum fáa gott pláss, t.d. fleiri av yngru tón- leikarunum. Hetta at arbeiða við teim- um ungu tónleikarunum, gevur mær ótrúligan íblástur" sigur Páll frá. Hanus var sera væl nøgdur við konsert- ferðina við Aldubáruni, tá vit hittu hann aftan fyri pallin á Norður Bryggjuni. "Hetta hevur verið ein sera strævin túrur, men samstundis eisini ein sera stuttligur túrur - Vit koyrdu sjálvi, og spældu konsertir dag um dag í ymiskum londum, tað er rættuliga strævið!" greiður Hanus frá. "At spæla løgini saman við einum bólki, er sum at geva løgunum ein nýggj klæði, sumt er betur og sumt er stívari." Sigur Hanus, og greiður frá, at hóast man sjálvandi er meira bundin av form- inum, tá man spælir við einum stórum klassiskum orkestri, enn tá man er einsamallur á pallinum við einum kassagittara, so eru tónleikararnir í Aldubáruni so dugnaligir, at um tú gert onkran feil, so fanga tey tað beinan- vegin. Hanus heldur annars, hesa Aldubár- una vera sera spennandi og stuttliga at arbeiða saman við. Serliga er tað stutt- ligt, at so nógvir blásarar eru við á túrin- um, tað gevur nakrar heilt aðrar møgu- leikar, sum er sera áhugaverdir. Nøgdur komponistur Hanus er besti Poul F. tolkur í heiminum Karl Martin Samuelsen gjørdist alsamt tryggari, sum konsertin fráleið