týsdagur 1. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 209 - 1. november 2005
Tað var eitt stórt mistak, at vit her í Føroyum
ikki, tá rætta stundin var, t.v.s fyri trýati árum
síðan, fingu skipað pensiónviðurskiftini eins og
gjørt varð í okkara grannalondum.. Í Íslandi
varð t.d. við lóg álagt øllum løntakarum at
rinda ávísan prosentpart av lønini í pensións-
grunn. Eisini varð álagt arbeiðsgevarum at
rinda til skipanna. Løntakarin eigur so hesa
pensión uttan mun til, hvat annars hendir. Á
hendan hátt vóru ómetaliga stórar upphæddir
savnaðar í pensiónsgrunnum í Íslandiog annars
í øllum Norðanlondum uttan í Føroyum. Vit
valdu Samhaldsfasta, tí vit kundu ikki semjast
um sama model, sum grannar okkara nýttu.
Grundleggjandi hugmyndin við samhaldsfasta
er góð, fortreytirnar vóru bara ov veikar frá
fyrsta degi av. Alt ov lítið kom og kemur í
grunnin og løntakarin eigur ikki sína pensión.
Rentan er mestsum eingin. Tað skal eitt nógv
hækkað gjald frá hvørjum einstøkum løntakara
til, um her veruliga skal verða talan um tað
ískoytið til fólkapensiónina, sum vanligi
løntakarin uttan pensiónskipan skal fá gleði av.
Í grannalondum okkara eru tað pensións-
grunnarnir, ið fíggja tær stóru íløgurnar á
privata arbeiðsmarknaðinum. Her eru eingi
grunnar, tí vit valdu teir frá í sjeyti- og áttati-
árunum. Fakfeløgini, tey flestu settust hendur í
favn at bíða eftir tí almenna. Hetta var ikki
klókur politikkur. Vit fingu LÍV og Sam-
haldsfasta, sum ikki kunnu samanberast við
pensiónsgrunnar í okkara grannalondum. Nú
má svíða sum svøllur. Tey vælbjargaðu fak-
feløgini hava langt síðan tryggjað limum sínum
pensiónskipanir gjøgnum LÍV ella umvegis
danskar pensiónsgrunnar. Hesar skipanir kunnu
tó ikki javnmetast við tær í okkara granna-
londum. Tey minni vælbjargaðu feløgini og
teirra limir eru við sviðið soð. Her má nakað
munagott henda skjótt. Nú vendist ikki aftur frá
Samahaldsfasta og satsast má uppá hendan
grunn, hóast hann ikki er verðins smartasta
uppfinning. Inngjaldið má økjast heilt mun-
andi, so tey, sum ikki eru limir hjá teimum væl-
bjargaðu fakfeløgunum, eisini trygt kunnu
síggja aldurdómin í eyguni. Pensiónsmálið má
nú fáast á rætta kós.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Pensiónsmálið
á rætta kós
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Spurningur til Formann Búskaparráðsins
Fundarsamtykt frá landsfundi Sjálvstýrisfloksins
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Nú kunngjørt hevur verið
alment
at
formaðurin
leggur frá sær , tá árið er av,
loyvi eg mær at seta hesar
spurningar:
1.
Metir
Formaðurin,
at
nevndin hevur gjørt sítt
arbeiðið samb. ásetingini í
løgtingslógini um Búskap-
arráðið og hvat arbeiðssetn-
ingurin er?
Í nevndu løgtingslóg -
LØGTINGSLÓG NR. 120
FRÁ 12. JULI 1995 UM
BÚSKAPARRÁÐ, SUM
BROYTT
VIÐ
LØG-
TINGSLÓG NR. 74 FRÁ
20. MAI 1996 - verður
millum annað sagt í grein 3
stk. 2
soljóðandi:
§ 3.1) Búskaparráðið kem-
ur saman minst tvær ferðir
um árið eftir avgerð for-
mansins ella eftir áheitan
frá 4 limum í ráðnum.
Stk. 2. Eftir umrøðu í
ráðnum gera búskapar-
frøðingarnir minst eina
ferð um árið frágreiðing
um gongdina í føroyska
búskapinum,
har mett
verður um búskaparligu
støðuna, útlitini framyvir,
og hvørji tiltøk eiga at
verða framd. Búskapar-
frøðingarnir
kunnu
saman við frágreiðingini
geva ein samandrátt av
limanna
sjónarmiðum,
sum koma fram í umrøð-
uni. Búskaparfrøðingar-
nir hava ábyrgdina av frá-
greiðingini.
2. Heldur formaðurin at tað
er í lagi, at nevndin enn ikki
er komin við hesi frágreið-
ing og samandrátti av lim-
anna sjónarmiðum, og ætl-
ar Búskaparráðið sær ikki
at gera hesa frágreiðing
áðrenn árið er at enda?
3. Um nevndin IKKI ætlar
sær at koma við lógarásettu
frágreiðing - metir formað-
urin so ikki, at nevndin
hevur fingið ov nógva
nevndarsamsýning?
Við vón um greitt svar.
- í Klaksvík 29.10.2005
Sjálvstýrisflokkurin tekur
frástøðu
frá
ætlanum
samgongunnar at leggja seg
út í arbeiðsstøðg og lóg-
geva einum parti av limun-
um í einum fagfelag aftur
til arbeiðis. Hetta má vera
eindømi og skapar ikki álit
millum partarnar. Slíkar
ósemjur mugu loysast á
annan hátt.
Ætlaði skattalættin á 60
milliónir krónur um árið,
sum samgongan hevur frá-
boðað, er nú vorðin til ein
óvirðiligan
innanhýsis
sjónleik í samgonguni,
hvørt talan er um skatta-
lætta ella afturbering til
kommunurnar. Eisini er tað
átaluvert, at tað er Sam-
haldsfasti, sum skal gjalda.
Sjálvstýrisflokkurin vil
arbeiða fyri, at øll ung
skulu fáa ta útbúgving, tey
sjálvi velja. Útbúgving er
ein tann týdningarmesta
íløgan í okkara samfelag og
er at meta sum lykilin til
framburð.
Menningin kring landið
skal tryggjast, so stovnar, ið
skapa
førleikakrevjandi
arbeiðspláss, verða í øllum
økjum í landinum.
Sjálvstýrisflokkurin er av
teirri áskoðan, at vit í størri
mun skulu gagnnýta var-
andi orkukeldur. Tað al-
menna eigur at seta sær
sum mál, at innan 2015
skal 50% av orkunýtsluni í
øllum almennum byggn-
ingum koma frá varandi
orkukeldum.
Sjálvstýrisflokkurin stað-
festir, at fiskiríkidømið er
ogn Føroya fólks. Hetta
ríkidømið skal í størri mun
koma Føroya fólki til
góðar.
Einskiljing av almennum
fyritøkum eigur at verða
framd á einum tryggum
grundarlagi
og
við
skynsemi, soleiðis at sum
mest fæst burturúr.