týsdagur 1. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 209 - 1. november 2005
Kristianna
Beder
Ellingsgaard, ættað av
Kykslið í Vági, andaðist
30. oktober í Esbjerg, 64
ára gomul. Jarðarferðin
verður mikudagin 2.
november kl. 10.30 úr
kapellinum í Gravlunden
í Esbjerg.
Frits Witt, Miðvágur, fer
til gravar úr Miðvágs
kirkju hósdagin klokkan
14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið vilja
minnast Frits kunnu lata
eina gávu á konto í
Føroya Sparikassa.
Una Olsen, Tórshavn,
andaðist 31. oktober, 68
ára gomul. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Fríðbjørg
Midjord,
búsitandi í Breidalsvík í
Íslandi, ættað úr Hovi,
andaðist leygardagin 29.
oktober, 62 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Heydals kirkju leygar-
dagin
5.
november
klokkan 14.
Kistan
við
Dánjali
Sjúrði Ennistíg, Klaks-
vík, fer úr kapellinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
heim í Betesda í kvøld
klokkan 18. Jarðarferðin
verður
mikudagin
klokkan 13:30. Tey, ið
vilja minnast Dánjal
kunnu
lata
eina
peningagávu inn á konto
hjá børnunum í Norðoya
Sparikassa.
Leif Lamhauge, í Dal-
inum, Lamba, búsitandi í
Havn, andaðist í heim-
inum 30. oktober, 79 ára
gamal.
Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast Leif
kunnu lata Føroya Felag
Móti Krabbameini eina
gávu. Konto í peninga-
stovninum.
Andlát og jarðarferðir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin í morgin
2. november. Alla sálna dagur. Umleið ár 1.000
kemur í tann siður at halda minningarorð fyri øll, sum
farin vóru, og ikki bara fyri halgimennini.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið hjálptu og vístu
samkenslu og fylgdu okkara kæra bróður
Andreas Richardt
til gravar.
Takk fyri blómur og kransar.
Systkini
Á býráðsfundi mánakvøld-
ið tók Halla Samuelsen
sæti í Tórshavnar býráð fyri
Elina Lindenskov, sum
hevur biðið um farloyvi
hendan mánaðin.
Næstvaldur á listanum
hjá Javnaðarflokkinum í
Tórshavnar Kommunu er
Tórfinn Smith. Men av tí at
hann er fluttur úr komm-
ununi, kann hann ikki taka
sæti. Næst eftir hann er
Bjørg Joensen, sum eisini
er flutt úr kommununi.
Nummar fimm á listanum
er Halla Samuelsen - og tók
hon tí sætið fyri Elina og
røkir býráðsarbeiði næsta
mánaðin.
Hetta er fyrstu ferð, at
Halla hevur sæti í býráðn-
um. Men býráðsarbeiðið er
ikki ókent fyri hana, tí pápi
hennara, Leivur Johanne-
sen (Leivur á Skála) sat í
Tórshavnar Býráð um-
boðandi Javnaðarflokkin
frá 1972-1992.
21. oktober 2005 hevði
Steindor Hjaltalin í Havn
20 ára starvsdag hjá P/F
Føroya Shell.
Steindor
byrjaði
á
goymsluni hjá Shell í 1985,
og seinastu 19 árini hevur
hann verið oljufýrservise-
maður.
Av frítíðarítrivum hjá
Steindor kunnu við nevna
t.d. renning, hann hevur
runnið í fleiri ár og er ein av
veteranunum í hesi ítróttar-
grein. Eisini dámar honum
væl at fáast við seyð.
Steindor
Hjaltalin
er
havnarmaður,
føddur
í
1949. Sum ungur róði hann
út og hevði onnur arbeiði
sum t.d. hýruvognskoyring.
Frá 1977-85 var hann ein
av eigarunum av entrepre-
nørfyritøkuni N. P. & S.
Hjaltalin.
Steindor er giftur við
Ann, og tey eiga 5 børn:
Jan, Elisabeth, Allan, Rói
og Sanna. Barnabørnini eru
8 í tali.
Steindor Hjaltalin, Tórshavn:
20 ára starvsdag hjá Føroya Shell
Halla Samuelsen komin í
býráðið í Havn
Føroya
Skúlabókagrunnur
hevur givið út
Firvaldsbók 5, sum
Gunnvá Dam hevur
skrivað og Olivur við
Neyst hevur teknað.
ÚTGÁVA
tíðindaskriv
Firvaldsbøkur eru eykatil-
far í byrjanarundirvísingini
í føroyskum. Bøkurnar eru
ikki ætlaðar til ávíst floks-
stig, men tær kunnu verða
nýttar í eini næmingalag-
aðari undirvísing, so at
næmingurin kann, sjálvur
ella saman við lærara,
arbeiða á tí stiginum, sum
hann er á.
Umframt at vera eykatil-
far til næmingar, ið arbeiða
skjótt, kunnu bøkurnar eis-
ini nýtast sum stuðul at
læra seg at lesa – her undir
eisini sum serundirvísing.
Mangar uppgávur eru
sjálvrættandi, t.e. at annað-
hvørt hava tær eitt loysun-
arorð, ella eisini siga tær,
hvussu nógv orð næming-
urin skal finna. Niðast á
síðuni eru nøkur orð í ein-
um gráum kassa. Hesi orð-
ini kann næmingurin nýta
at styðja seg við, tá ið hann
loysir uppgávuna.
Uppgávurnar eru stuttlig-
ar at loysa og tær livandi
strikumyndirnar hjá Olivuri
við Neyst skapa forvitni og
áhuga.
Umframt at vera eykabók
í byrjanarundirvísing eigur
Firvaldsbók 5 helst eisini at
gera sítt til at økja um
hugin hjá næmingunum at
læra seg nýggj orð og setn-
ingar – og at ogna sær gott
arbeiðslag.
Føroyaprent hevur prent-
að bókina, sum telur 56
blaðsíður við hópin av
myndum.
90 ár
Mikudagin 2. november verður Jonhild Henriksen,
Gerðar, Klaksvík 90 ár. Hon verður at hitta á Røktar-
heiminum frá kl. 16.00 sama dag.
Nýggj Firvaldsbók
Gunnvá Dam, sum er lærari í Kollafjarðar skúla, hevur skrivað allar Firvaldsbøkurnar, sum
Olivur við Neyst hevur myndprýtt
Lesið
-so eru tit við!