týsdagur 1. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 1. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tannlæknastovan í Dalatúni:
Nýggj framkomin tannlæknastova
Fríggjadagin 28.
oktober var móttøka í
nýggja bygninginum
hjá Tannlækna-
stovuni í Dalatúni.
Tríggir tannlæknar
eiga og reka tann-
læknastovuna, sum er
sera framkomin við
øllum tí nýggjasta
innan tannlæknafakið
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Eftir næstan 30 ár í leigað-
um hølum er Tannlækna-
stovan í Brekkugøtu 8 nú
flutt í nýggjan bygning í
Dalatúni 19 í Havn.
Fitt av fólki vóru til mót-
tøkuna í nýggja stásiliga
bygninginum hjá Tann-
læknastovuni í Dalatúni í
Havn. Tað eru teir tríggir
tannlæknarnir
Marnar
Gaard, Ísak Thomassen og
Regin Eikhólm, sum saman
eiga og reka Tannlækna-
stovuna.
Virksemið
hjá
tann-
læknastovuni
byrjaði
í
1976, tá tannlæknarnir
Marnar Gaard og Eyðbjørn
Joensen, sum í dag er
tannlækni í Vestmanna, lótu
upp eina tannlæknastovu í
1976. Í 1978 kom Ísak
Thomassen afturat, og í
1981 kom eisini Regin
Eikhólm. Teir hava øll árini
hildið til í Brekkugøtu 8.
Nýggja Tannlæknastovan
í Dalatúni er ein ógvuliga
framkomin tannlæknastova
við øllum tí nýggjasta inn-
an tannlæknafakið. Alt er
gjørt eftir donskum norm-
um. Staðið fyri tí tekniska
hevur Jysk Dentalservice v.
Kjeld Slot Nielsen.
Bygningurin er í trimum
hæddum, har hvør hæddin
er 130 fermetrar, og alt er
innrættað. Í miðhæddini
hava teir tríggir tannlækn-
arnir hvør sína tannlækna-
stovu, og á ovastu hæddini
heldur tannrøktarin Jóna
Petersen til, men har eisini
pláss fyri einum tannlækna
afturat. Í niðastu hæddini
eru
starvsfólkarúm,
goymslurúm, maskinrúm
og teknikkrúm v.m.
Tað er Ragna Michelsen,
arkitektur, sum hevur tekn-
að bygningin, Hans Vil-
helm Lützen, byggimeist-
ari, hevur staðið fyri bygg-
ingini, meðan Uni Paturs-
son, ráðgevandi verkfrøð-
ingur, hevur havt eftirlitið
við byggingini. El-arbeiðið
hevur Tummas Eli Hansen
gjørt, og P/F Maria Poulsen
hevur gjørt VVS-arbeiðið.
Málaraarbeiðinum hevur
Steinbjørn Zacharaissen,
málarameistari, staðið fyri,
og Eyðun Eyðunsson hevur
havt gólváleggingina um
hendur. Træsmiðjan hevur
gjørt trappuna, sum má
roknast sum eitt satt møbil-
stykkið, sigur ein av tann-
læknunum, Regin Eikhólm.
Regin Eikhólm sigur, at
teir eru sera væl nøgdir við
húsið. Alt er sera væl úr
hondum greitt. Tannlækna-
stovan liggur væl fyri í býn-
um við góðum parkerings-
viðurskiftum, pláss er til 15
bilar.
Dagliga avgreiða tey
millum 30 og 50 klientar.
Tilsamans 12 fólk starvast
hjá Tannlæknastovuni í
Dalatúni, umframt tann-
læknarnar og tannøktaran
eru 8 klinikassistentar.
Teir tríggir tannlæknarnir sum eiga
nýggju Tannlæknastovuna í
Dalatúni, f.v.: Regin Eikhólm, Ísak
Thomassen og Marnar Gaard
Nýggi stásiligi bygningurin hjá Tannlæknastovuni í
Dalatúni 19
Fitt av fólki vóru til móttøkuna í nýggja stásiliga bygninginum hjá Tannlæknastovuni í Dalatúni í Havn seinasta fríggjadag. Har vóru klientar, starvsfelagar, vinir, familja og fleiri av teimum, sum
hava verið við til at byggja húsið