týsdagur 1. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 209 - 1. november 2005
- Hóast nógv børn eru
við, so sær ein tey
nærum ikki. Tey
hugna sær inni í
spæliplássunum og
aðrastaðni. Jú, hetta
skipið er fyri øll, sigur
34 ára gamla Petra
Muller av Tvøroyri
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
Smyril: - Hetta er eitt
dreymaskip. Nú kunnu vit
lætt og gott ferðast um Suð-
uroyarfjørð til Havnar.
Inni í eini av mongum
salongum situr ein ung
kvinna, Petra og tosar við
tvær aðrar kvinnur á sama
aldri. Onnur teirra er systir
hennara.
Stólarnir og sofurnar eru
góðar at sita í. Eitt lítið
borð stendur frammanfyri
tær, nú tær hava fingið sær
av tí sum skipið bjóðaði
ferðafólkunum
henda
fyrsta túrin suður um fjørð.
Nú fer at nærkast heim-
býnum Trvøroyri. Og nú er
eisini stundin komin til at
meta um henda fyrsta túrin
yvirhøvur
hjá
nýggja
Smyrli – ella rættari: Mun-
in millum gamla Smyril og
henda nýggja og stásiliga.
- Hetta er eitt heilt
fantastiskt skip. Her er pent
og nossligt, og eg haldi eis-
ini at tað er ljósari og rein-
ari umborð - her er faktiskt
nógv frískari, sigur Petra.
Lítla dótturin í fanginum
er vorðin lin og svøvnur
sæst í eygunum. Fyrr var
eisini illa, tí tey hava verið
á fótum síðani kl. 5 í
morgun.
Mamman leggur hana at
bróstinum og løtu seinni
sovnar barnið. Saman við
róligu rørslunum á skip-
inum svevur hetta barnið so
blítt og søtt restina av túr-
inum.
Ein dag fer henda lítla
gentan at hava Smyril sum
sína einastu farleið út í
stóra heimin. Nú er tað
henda lítlan gentan og tað
stóra skipið.
Tá verður tað ein stór
genta, sum fer í eitt lítið
skip.
Ein havnaferð
34 ára gamla Petra Muller
arbeiðir
dagliga
sum
læknaskrivari á Tvøroyri.
Í morgun er hon farin
fyrsta túr við gamla Smyrli
til Havnar, saman við teim-
um 12 næmingunum í 2.
flokki
við Trongisvágs
skúla, lærara teirra og fleiri
foreldrum.
Tey hava svomið í Havn,
hava vitjað fleiri fjølmiðlar,
tey hava bowlað, vitjað í
SMS og fara nú aftur við
nýggja Smyrli.
Tey fóru árla frá húsum,
men hava allatíðina glett
seg til at koma aftur til húsa
við hesum nýggja og
stásiliga farinum.
Hetta hevur verið ein
ótrúlig ferð. Fyrst norður
við gamla Smyrli, so ein
heilan dag í Havn og nú á
fyrsta túrinum hjá tí nýggja
Smyrli á Tvøroyri.
Sum mamma at trimum
børnum dugir Petra væl at
ímynda sær tann týdning
hetta skipið hevur og kemur
at hava í framtíðini.
Í fyrsta lagi er ikki neyð-
ugt hjá tí unga fólkinum at
fara aðrastaðni í miðnáms-
skúlarnar, tí teir finnast í
oynni. Og skjótt kemur ein
nýggjur skúladepil eisini.
Men hinvegin so fer í
framtíðini at bera væl til at
ganga í skúla í Havn,
samstundis sum ein býr í
Suðuroynni.
Buldraligt
Við nýggja skipinum er tað
mestsum eitt spæl at fara
um Suðuroyarfjørð. Tað er
munur á nú og áður.
- Ja, eg kann minnast
aftur á mangar buldraligar
túrar við gamla Smyrli,
sigur Petra.
Í síni tíð sang hon við í
barnakórinum sum mamma
hennara, Ingrid í Punta-
byrgi stjórnaði í mong ár.
Og tey vóru ofta norðanfyri
og sungu.
- Ja, hugsa tær til. Vit
fóru øll avstað - øll vit sjey
systkini
saman
við
mammu. Og tað var ikki
altíð eins tespiligt at sigla.
- Men eg veit ikki. Tá ein
er óviti, tá hugsar ein ikki á
sama hátt um aldur og sjó-
verk. Nú, ein er vorðin
eldri, er tað munandi øðr-
vísi, sigur hon við einum
brosi.
Hinvegin so undrast hon
á, hvussu væl hesin nýggi
Smyril liggur í sjónum.
Hóast mótburð, so er tað
ikki meiri enn at tað
merkist í skipinum.
- Ja, sjálvt eg havi tað
gott umborð. Eg havi ikki
enn fingið sjóverk, sigur
ein onnur kona, sum situr
við sama borð sum Petra.
Ferðavinna
Ein av teimum vinnunum,
sum kann fáa ágóða av
góða ferðasambandinum er
ferðavinnan í oynni.
Sjálv vónar Petra at
nýggi Smyril fer at stuðla
undir hesa vinnuna, sum
hevur so nógv at bjóða
fram, bæði fyri føroyingum
og fremmandafólkinum.
- Jú, tað er so púra vist.
Vit búgva í eini vakrari
oyggj. Hetta er í veruleik-
anum einasta stóra út-
oyggin í so máta, sigur hon.
Nú er so upp til fólkið í
oynni at brúka nýggja skip-
ið, og hjá fólki aðrastaðni í
landinum at koma til Suð-
uroyar at vitja, bæði eina
ferð og oftari.
- Tað eru helst tey, sum
ikki hava verið her í oynni
áður. Nú hava tey so ein
gyltan møguleika til tað!
Sær ikki børnini
Henda túrin er Petra sum
nevnt saman við teimum 12
næmingunum í 2. flokki
við Trongisvágs skúla og
lærara teirra.
Umframt hesar næming-
arnar eru nógv onnur børn
við henda fyrsta túrin.
- Hetta er nærum ótrúligt.
Hóast so nógv børn eru við,
so sært tú tey næstan ikki.
- Her eru fleiri spælipláss
og biografar til børnini,
eins og nógvir krókar hjá
teimum at fara í. Tað er lítið
fyri at ferðast við børnum
nú, sigur Petra sum sjálv
eigur trý børn.
Nógv vaksið fólk er eis-
ini við henda túrin, og sita
tey og hugna sær og práta
saman á ymiskum støðum
kring alt skipið.
- Her er nóg mikið av
plássi. Nóg mikið av plássi
til øll sløg av fólki, sigur
Petra Müller.
– Hetta er eitt dreymaskip
Nýggi Smyril
- Tað var ikki altíð eins tespiligt at fara um
Suðuroyarfjørð við gamla Smyrli. Nú er tað eitt spæl,
sigur Petra Müller av Tvøroyri