týsdagur 1. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 1. november 2005
15
Stjórin í Suðuroyar
Sparikassa, Søren
Bruhn fegnast eisini
um nýggja ferðasam-
bandið. - Tað er
eksotiskt at sigla,
sigur hann
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
Smyril: - Tað er eingin ivi
um, at hetta stásiliga farið
fer at savna oynna.
Ein av ferðafólkunum
henda fyrsta túrin ígjár-
kvøldið var stjórin í Suð-
uroyar Sparikassa, Søren
Bruhn.
Sum leiðari fyri ein lítlan
sparikassa, sum kortini
hevur gjørt vart við seg,
dugir hann væl at síggja
tann týdningin sum hetta
nýggja skipið fer at hava
fyri suðuroyingar.
- Fara suðuroyingar veru-
liga at brúka hetta skipið og
teir møguleikar tað skapar
fyri ymiskum virksemi, so
fer tað at hava sera stóran
týdning fyri okkara oyggj,
sigur hann.
At tað veruliga er so, sær
ein longu henda fyrsta túr-
in, og ikki minst tann dag-
in, tá Smyril kom til landið
á fyrsta sinni.
- At hugsa sær til, at ikki
færri enn 4000 fólk vóru
við til hesa móttøkuna. Tað
er bara so positivt.
- Og so vænti eg, at hetta
bara er byrjanin til nakað
nógv størri, sigur spari-
kassastjórin, og sipar her
m.a. til samkomuna seinni
um kvøldið, har allar
kommunurnar í oynni skulu
undirskriva eitt skjal um
eina felags barnavernd-
arstovu.
Ein túr aftrat
Eitt sum Søren sjálvur, og
restin av oyggjafólki hans-
ara við spenningi síggja
fram til er spurningin um
túratalið.
Sum er, siglir nýggi
Smyril eftir galdandi ferða-
ætlan hjá gamla Smyrli, við
tveimum túrum um dagin.
Men ynskið teirra er at
fáa Smyril at sigla tríggjar
túrar um dagin. Tað sama
heldur eisini sparikassa-
stjórin.
- Tað hevði havt sín stóra
týdning um Smyril eisini
kundi siglt ein túr um
seinnapartin. So hevði ein
kunnað sloppið skjótari
heimaftur.
- Í dag er støðan tann, at
skal eg t.d. á ein fund í
Havn sum varir kanska bert
í ein tíma, so má eg brúka
ein heilan dag í Havn. Hetta
fer við nógvari tíð, og er
eisini útreiðslukrevjandi,
sigur Søren Bruhn.
Skeið
Søren er sera fegin um tey
tilboðini, sum eru umborð á
skipinum.
Hann nevnir her m.a.
fundarhølið, har væl ber til
hjá fyritøkum og stovnum
at samskipa ein Suðuroyar-
túrar við ein fund ella eitt
skeið umborð.
Hetta góða sambandið
fer helst eisini at fáa fólk,
sum annars ikki hava torað
at leggja leiðina um Suður-
oyarfjørð at gera tað.
- Tað er eksotiskt at sigla
hesa leiðina. Og tað áttu
bara enn fleiri at gjørt,
sigur hann.
Smyril savnar Suðuroynna
Nýggi Smyril
Karin Johansen
heldur at túratalið er
í lagið. – Alt kostar,
sigur hon
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
Smyril: - Jú, Smyril er
fínur. Eg veit ikki, kanska
er hann ov fínur.
Ein av teimum sum er
farin mangan túrin um
fjørðin er 70 ára gamla
Karin Johansen úr Hovi.
Nú hesin nýggi er komin
og er settur í sigling, kann
hon bara stutt staðfesta:
- Hetta er nakað heilt
annað.
- Eg síggi, at hann er
fullur av fólki í kvøld.
Vónandi verður hann tað
hvørja ferð, sigur hon.
Kostar
Karin hevur sett seg við eitt
vindeyga í stýriborðs síðu,
og sindur og bindur, sam-
stundis sum hon prátar við
eitt annað ferðafólk.
Hon situr á dekki 5, har
tað er meiri róligt. Longur
upp er helst meiri óróligt,
hóast skipið ikki letur
veður og vind við seg koma
henda fyrsta túrin.
Tosið kemur eisini inn á
túratalið, men Karin heldur
at skal túratalið økjast upp-
aftur meiri, so mugu fleiri
ferðafólk eisini gera brúk
av skipinum.
- Eg veit at alt hetta kost-
ar, men eg haldi at her í
oynni er so nógv annað sum
manglar pening, t.d. innan
sjúkrahúsverkið, sigur hon.
– Nakað heilt annað
- Nýggi Smyril savnar
oyggjafólkið. Tað fingu vit
ikki minst prógv fyri, tá hann
kom til landið, sigur Søren
Bruhn, stjóri í Suðuroyar
Sparikassa
Henda fyrsta túrin bjóðaði skipið ókeypis mat til ferðafólkið. Nógv fólk var við henda fyrsta
túrin, og nú verður vónað at soleiðis verður eisini í framtíðini
Nógv børn vóru við fyrsta túrin, Men tað
hoyrdist lítið til tey, tí spæliplássini eru væl
útgjørd og biografarnir nógvir
- Smyril hann er fínur, - kanska ov fínur, sigur Karin
Johansen úr Hovi