týsdagur 1. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 209 - 1. november 2005
- Nýggi Smyril er eitt
stórt frambot fyri
allar suðuroyingar,
sigur bygdaráðslimur
í Sumba
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
Smyril:
- Jú, tað var
kensluborið at siga farvæl
við gamla Smyril. Men
hann hevðu nú tænt fyri
seg!
- Nú, ið hesin nýggi er
komin, fer hann at verða
okkum suðuroyingum at
gagni og eisini øllum
Føroya fólki, sigur Jacob
Poulsen úr Sumba.
Sum bygdaráðslimur í
Sumbiar kommunu veit
hann alt um tann týdningin,
sum góð viðurskifti innan
samferðsluna hava.
Og fyri hann er tí eingin
ivi um at henda nýggja
ferjan fer at hava stóran
týdning, serliga fyri vinnu-
lívið í oynni.
- Vit mugu ikki gloyma,
at Suðuroyggin er ein part-
ur av Føroyum, og tí kemur
m.a. fiskurin úr Suðuroynni
eisini at hava sín týdning, tá
tosast skal um útflutning
okkara, sigur Jacob.
Frambrot
Nógvir
suðuroyingar
ynskja at Smyril skal sigla
tríggjar túrar um dagin.
Jacob heldur tó at ein
eigur ikki at byrja við trim-
um túrum dagliga beinan-
vegin.
- Men tá summarið kem-
ur eigur Smyril at sigla
munandi oftari, - tríggjar
túrar um dagin. Eingin ivi
um tað, sigur hann.
Á henda hátt kann vinnu-
lívið í oynni sleppa skjótt
og lætt av við framleiðslur
sínar. Tað verður eisini lætt
hjá føroyingum og fremm-
andum ferðafólki at koma
aftur og fram.
- Eg vænti tí avgjørt, at
hetta verður eitt stórt fram-
brot fyri allar suðuroyingar
í framtíðini, sigur hann.
Kensluborið farvæl við gamla Smyril
Ein av teimum sum
var við fyrsta túrin
hjá nýggja Smyrli var
heilsølumaðurin,
Jógvan Weihe úr
Havn. – Hetta er eitt
ótrúliga gott skip,
sigur hann
SAMFERÐSLA
Snorri Brend
Smyril:
- Hesin nýggi
Smyril er at meta sum ein
kollvelting
fyri
ferða-
sambandið til Suðuroyar.
- Og eg trúgvi eisini at
rætt hevði verið at latið
Smyril siglt ein túr um
vikuna á enska megin-
landið um summarið, sigur
Jógvan Weihe.
Hann hevur gjøgnum
árini siglt mangar túrar um
Suðuroyarfjørð, og hevur í
roynd og veru verið á fyrstu
túrunum hjá trimum teim-
um seinastu Smyrlunum.
Og hann var sjálvandi við
í gjárkvøldið, tá nýggi
Smyril fór av Havnini á
fyrsta sinni.
- Jú, tað er munur á skip-
um. Hetta er snøgt sagt ein
kollvelting, sigur hann.
Fyrsti túrur
Áðrenn Jógvan Weihe byrj-
aði egna heilsølu arbeiddi
hann sum sølumaður hjá
Landshandlinum í Havn.
Hetta arbeiðið førdi hann
fleiri ferðir til Suðuroyar,
og soleiðis bar tað eisini til
at hann var við, tá Dúgvan
sigldi á fyrsta sinni í síni
tíð, og tá gamli Smyril legði
frá landi fyri 30 árum
síðani.
- Onkur heldur, at hesin
nýggjasti er ov stórur og at
hann fer at sigla tómur.
- Tað veit eg líka. Í kvøld
er hann so rættiliga fullur
av fólki, og tað vóni eg eis-
ini fer at verða í framtíðini,
sigur Jógvan.
Selja oynna
At suðuroyingar nú fáa so
gott samband sjóvegis fer
eisini at krevja, at suðuroy-
ingarnir sjálvir taka seg
saman, soleiðis at teir hava
nakað at bjóða teimum
vitjandi.
- Teir mugu simpelthen
taka seg saman og selja
oynna sum ferðavinnumál.
Suðuroyggin
er
vøkur,
friðarlig og deilig, og so eru
suðuroyingar
eisini
serdeilis blíðir.
- Teir hava nakað at vísa
øðrum, og tað átti at kunn-
að fingið bæði føroyingar
og útlendingar hendavegin,
sigur Jógvan Weihe.
Hann veit um at nógv
fólk í hansara eldri hava
aldrin verið í oynni.
- Nú hava tey so ein fínan
møguleika til tað. Hetta er
eitt gott skip. Í kvøld livir
tað eitt sindur í sjónum,
hóast væl er av vindi. Men
tað er einki at tosa um.
- Hetta er eitt gott skip,
sigur hann.
Fyrsta ferðin við trimum Smyrlum
Fyrsti túrurin
hjá nýggja
Smyrli
Dagur: Mánadagur 31.
oktober 2005 kl. 19:00
Fráferð og koma: Kl.
19:25 av Havnini.
Rampan niður á
Krambatanga kl. 21:50.
Ferðin: Mett verður, at
túrurin frá bryggju til
bryggju fer at taka um
tveir tímar. Henda fyrsta
túrin gekk eitt sindur
longri, tí at teir sigldu
við trimum motorum í
ein hálvan tíma.
Ferðafólkatal: 364
Bilar: 86 persónbilar; 12
vøruvognar; 4 lastbilar; 8
trailarar; 3 20 fót mafi; 1
40 fót mafi.
Veðurlíkindi: 13 til 18
metrar av landsynningi.
Eystfallsbroddur, har tað
rak upp í ættina.
Meting: Við gamla
Smyrli hevði hetta verið
ein sjasktúrur.Við
nýggja Smyrli ein túrur á
stovugólvi.
Nýggi Smyril
Fyrsti bilurin kemur í land av fyrsta túrinum hjá nýggja
Smyrli. Snari á baki komu 85 aðrir bilar. So fult var av bilum,
at vóru nakrir fáir bilar fleiri, so sluppu ikki allir við, tí so
nógvur farmur var við
- Eg havi siglt fyrstu túrarnar við trimum teimum seinastu
Smyrlunum, sigur heilsølumaðurin, Jógvan Weihe
Myndir: Jens Kristian Vang
- Tað er neyðugt við góðari samferðslu, serliga tá hugsast skal
um vinnulívið, sigur Jacob Poulsen úr Sumba
Smyril er bygdur til framtíðina, eisini til hesa lítlu gentuna,
sum her rindar ferðaseðilin hjá mammu síni