Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Petur Jacobsen, reið- ari, avsannar blankt leysasøgurnar um útlendska kappbjóð- an upp á Krúnborg. Hetta hóast leysasøg- urnar áhaldandi tosa um ørandi millióna- upphæddir KRÚNBORG Jákup Mørk Leysasøgurnar um eina møguliga sølu av Krúnborg hava verið alsamt títtari og harðmæltari seinastu tíðina. Frá fleiri keldum hevur ljóðað, at norsk, íslendsk og kinesisk handilskartel eru til reiðar at leggja mest sum ørandi upphæddir á borðið, fyri at fáa fatur á krúndiamantinum í Eileri Jacobsen og synunum. Men sjálvir siga eigararnir, at hesar søgur eru tiknar úr leysum lofti. - Tað hava sjálvandi verið fyrispurningar av og á, men ítøkiliga eru eingi boð komin, sigur Petur Jacob- sen, sum er annar av stjór- unum í P/F Krúnborg. - Vit hava í øllum førum ikki sjálvir nakran áhuga í at selja. Vit høvdu eitt keði- ligt bein, sum nú er sagað burtur, og tað virksemi, sum nú er í felagnum, er avgjørt ikki nakað, sum vit vilja sleppa okkum av við. Vit eru jú ikki meira enn 30-40 ára gamlir, so ein søla er á ongan hátt tað, sum stendur fremst í hug- anum, staðfestir hann við tilvísing til Sólborg, sum ikki longur er í felagnum. Men eru søgurnar sannar, eru fleiri hundrað milliónir, sum tit kunnu skora, um tit selja. Er ein søla ikki lokk- andi, um talan verður um slíkar upphæddir? - Sjálvandi hevur alt sín prís. Stóð onkur í túninum hjá mær og beyð fimm milliónir fyri húsini, so hevði eg heilt víst selt, men tað boðið havi eg so ikki fingið enn, hálvgum flennir hann. Gull vert Hóast avsannina av søguni, so er einki løgið í, um út- lendskir íleggjarar hava sýnt Krúnborg stóran áhuga. Verður sæð burtur frá árinum í fjør, har Sólborg í stóran mun ávirkaði rakst- urin negativt, so er talan á pappírinum um eina sera sunna og sterka fyritøku. Higartil hevur felagið so ikki havt nakrar trupul- leikar yvirhøvur, tá stóra skuldin í Krúnborg skal forrentast, og við metlágu rentuni, sum er galdandi í fíggjarheiminum í dag, kunnu tær 15 milliónirnar, sum ársúrslitið hevur ligið um, forrentað heilt stórar keypsupphæddir. Enn hava handlar av hes- um slag ikki verið gjøg- numførdir í Føroyum sein- astu tíðina. Men verður hugt at eitt nú handlunum við Vesturvón og JFK, so er einki at ivast í, at handils- virði á nótakvotunum hjá Krúnborg liggur á teirri heilt stuttligu síðuni av teimum hundrað milliónun- um. Og sambært teimum tølum, sum vórðu nevnd frá íslendskum keldum ta ferð- ina, so verður fremsta talið kanska ikki nakað eitt-tal. Klaksvíkingar hava einki hoyrt Tá tosað verður um Krúnborg, er helst nærliggjandi hjá teim- um flestu at hugsa, at somu viðurskifti eru galdandi hjá Christian í Grótinum. Men í Klaksvík tykj- ast menn hava bestan hug at yppa øksl, tá spurningurin verður settur. - Vit hava hoyrt has- ara søgurnar um Krún- borg, men okkara fatan er púrasta greitt, at talan helst er um leysa- søgur uttan hald í veruleikanum, sigur Eyðun Rasmussen at skrivstovuni hjá Christian í Grótinum. Hava tit sjálvir merkt nakað til út- lendskan áhuga fyri tykkara reiðaríði. - Als ikki. Vit hava eina fyritøku, sum vit royna at reka sum best, og tað er sum so tað, ljóðar staðfestingin av skrivstovuni. -mørk Lýsingar geva meirsølu Ein norsk kanning vísir, at íløgur í marknaðarføring kunnu koma fleirfalt aftur. LÝSINGAR www.industry.fo Marknaðarføring er ein íløga, ikki ein kostnaður, og størri íløgan er, størri er avkastið, sum fæst av íløguni sigur marknað- arstjórin í "Eksport- utvalget for fisk". Væl at merkja um íløgurnar í marknaðarføring verða gjørdar á rættan hátt Niðurstøðan hjá "Eksportutvalget for fisk" er gjørd út frá einari frágreiðing, sum hevur hugt at ymiskum marknaðum og um tað loysir seg at brúka pening uppá marknað- arføring. Kanningin vísir at í Týsklandi gevur 1 kr. í markn- aðarføring 4,9 kr. í meirsølu. Í Japan gev- ur 1 kr. í marknaðar- føring 3,3 kr. og í Frankaríki 2,8 kr. í meirsølu. (kelda: intrafish) Nr. 209 • týsdagur • 1. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Krúnborg fer ongan veg P/F Krúnborg tkr. 2004 2003 2002 2001 Bruttovinningur 24.440 42.807 56.282 48.956 Ársúrslit -1.642 12.806 20.009 16.112 Ogn íalt 167.981 152.662 149.521 130.140 Eginpeningur 80.991 82.633 69.827 49.817 Eginpeningsavkast -3 18 36 39 Ognaravkast 1 12 20 19 Soliditetur 48 54 47 38 Ognarviðurskifti P/F Ísborg eigur allan partapeningin í P/F Krúnborg Høvuðspartaeigarar í P/F Ísborg eru Eiler Jacobsen, Sámal Jacobsen, Petur Jacobsen og Eiler Jacobsen (yngri). FAKTA Tað ljóðar áhaldandi, at kinverskir ríkmenn standa til reiðar við hundraðtals milliónum fyri at fáa hendur á Krúnborg – og kvotunum í hesum. Møsn siga reiðararnir, sum als ikki vilja kennast við hetta Mynd: Reuters ±