Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 209 - 1. november 2005 - Okkara arbeiði spennir rættiliga víða og snýr seg um alt, sum hevur við skrift og litir at gera, eitt nú lýsingar, faldarar, bløð, bøkur, búmerk- ir og nú eisini heima- síður, sigur Jastrid Gullaksen í Klaksvík, sum eigur reklamu- fyritøkuna, Grafia REKLAMUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hon er ung, 34 ára gomul. Er uppvaksin á Norðlýsin- um í Klaksvík, har pápin hevur starvast ein hálvan mansaldur – og bróðurin nú eisini stórtrívist við fleiri útgávum enn áður. Tey høvdu blaðið í kjall- aranum, og tá ið hon var smágenta, var tað meira at kalla ein "plikt" at falsa Norðlýsið, tá ið hon kom úr skúla, og blaðið skuldi út. Hetta arbeiði varð gjørt við hond. Sum tíðin leið, fekk hon eisini til uppgávu at klistra ymiskar strikur nið- ur á síðurnar fyri at pynta um blaðið. Tá vórðu strik- urnar ikki gjørdar á teldu sum nú, men klistraðar niður á síðurnar sum lógu á ljósborði. Í uppvøkstrinum gjørdist hon troytt av bløðum, tí hon hevði blaðið so tætt uppat sær. Tað var ein partur av lívinum. Pápin ynskti, at hon fór at læra seg okkurt innan blaðheimin, men hetta var tað einasta, hon slett ikki ætlaði sær, helt hon. Men mongum brestir ætl- an, og soleiðis var eisini hjá henni. Í dag er hon útbúgvin sum grafiskur designari, sum tað verður rópt á fak- máli, og nú er tað hon, sum ber Norðlýsinum teldu- gjørdar lýsingar fyri við- skiftafólk, sum vilja selja meira. Hon býr niðan Horn í Klaksvík, har hon hevur hevur sína reklamufyri- tøku. Sosialurin hevur skift orð við Jastrid Gullaksen, fødd Joensen, sum eigur og rek- ur smápartafelagið, Grafia. Arbeiddi í Sveits Fyri nøkrum árum síðan tók hon eina hálvt fjórða ára langa teoretiska útbúgv- in í Danmark sum grafiskur designari. Pápin er Olivur Joensen, sum hevur verið primus- motorur og blaðstjóri á Norðlýsinum næstan ein hálvan mansaldur. - Eg fór á studentaskúla, og tá ið eg var liðug, fór eg niður til Sveits at arbeiða. Arbeiddi í eini matstovu í eini lítlari bygd, langt uppi í fjøllunum. Hetta var ein bilafrí bygd, har fólk úr øllum heiminum komu at vitja – og um veturin komu tey at standa á skí. Jastrid sigur, at tá ið hon kom heim aftur úr Sveits, fór hon til Danmarkar á læraraskúla. Henni hevur altíð dámað væl ítrótt, so hon avgjørdi at fara á læraraskúla við ítrótti sum høvuðsgrein. - Men har var eg bara í eina viku. Tá ið vit stutt eftir byrjanina vitjaðu ein skúlaflokk í einum barna- skúla, spurdi eg meg sjálva: Hvat geri eg í veruleikan- um her? Grafiskur designari Jastrid sá beinanvegin, at lærarayrkið slett ikki var nakað fyri hana. Hon tók avleiðingarnar av hesi ásannan og gavst. Nú fór hon á Dekostov- una í Havn at arbeiða, og har var hon tað mesta av tveimum árum. - Tíðin gekk, og eg helt, at eg noyddist at taka støðu til, hvørja útbúgving eg skuldi velja mær. Hugsaði um at læra til dekoratør, tí mær dámdi hetta arbeiði ógvuliga væl. Hon søkti um at sleppa í læru sum dekoratørur hjá Idé Møblum í Danmark – og hon søkti eisini Grafisk Design í Danmark. - Eg slapp inn í báðum støðum, men hvat skuldi eg so velja.? Jastrid helt, at læran sum dekoratør kanska fór at vera eitt sindur avmark- andi, og at læran sum graf- iskur designari fakliga fór at geva henni størri møgu- leikar og fleiri kreativar av- bjóðingar, eisini á telduni. - Í arbeiðnum fyri Deko- stovuna visti eg, at tað er eitt hart fysiskt arbeiði at vera dekoratør – og tú stendur ofta illa, meðan tú arbeiðir uppi í vindeygum, á veggjum og aðrastaðni, har tú noyðist at lyfta og toyggja teg. Jastrid fór at læra til graf- iskan designara, og longu fyrstu vikuna á skúlanum gjørdist hon sannførd um, at hetta júst var tað, hon hevði leitað eftir. Keypt eina perlu Eftir lokna útbúgving í Danmark, stovnaði hon virkið, Grafisk Design í 1997. - Í byrjanini var eg eins- amøll, men seinni byrjaði Sonja R. Kjølbro at arbeiða hjá mær. Seinastu fýra árini hava Jastrid og Gunnvá við Keldu havt reklamufyri- tøkuna, Vasti, saman, men hetta samstarv helt upp at í vár, tá ið tær fóru hvør til sítt, og Jastrid seldi síni 50% í fyritøkuni til Gunn- vá. - Eftir hetta stovnaði eg smápartafelagið, Grafia, sum er mítt arbeiðspláss í dag, sigur hon. Tað verður ikki leingi, at Grafia fer at húsast í kjall- aranum hjá Jastrid aftrat, tí herfyri keypti hon sær gamla handilin hjá Joensen & Olsen, sum stendur dygst niðri við sjóvarmálan á vestara armi á Klaksvíkini. Ein fjølbroytt fyritøka í Klaksvík: Grafia tekur sær av sniðgev