týsdagur 1. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Fram til jólar hava vit
nógv at gera á Grafia, men
tá ið jólini eru løgd aftur
um, fara vit so smátt at taka
hond um húsini og seta tey
í stand til reklamuvirki.
Jastrid er ógvuliga fegin
um keypið.
- Húsini, sum eru út við
100 ára gomul, hava sína
søgu, og eg haldi, at plaser-
ingin er so áhugaverd niðri
við sjóvarmálan.
At síggja til, er húsið,
sum hon hevur keypt frá
Torbjørn Gaard, ein perla í
Klaksvíkini.
Saman
við
sær
á
reklamuvirkinum
hevur
hon Sonju R. Kjølbro, sum
er útbúgvin miðlagrafikari
og systir sína, Hannefíu.
Tað visuella
Grafia er ein virkin og fjøl-
broytt fyritøka, sum tekur
sær av sniðgeving og mark-
naðarføring – ella øllum tí
visuella hjá stovnum, hand-
ilsfyritøkum, virkjum og
einstaklingum.
- Okkara arbeiði spennir
rættiliga víða og snýr seg
um alt, sum hevur við skrift
og litir at gera, eitt nú lýs-
ingar, faldarar, bløð, bøkur,
búmerkir og nú eisini
heimasíður.
Jastrid sigur, at stovnar
og fyritøkur av ymiskum
slagi eisini kunnu venda
sær til Grafia, sum hjálpir
teimum at mynda teirra
grafiska og innihaldsliga
samleika – ella at finna
sálina í virkinum, sum hon
tekur til.
Soleiðis veitir Grafia
eisini
heildarloysnir
á
ymiskum økjum.
- Reklamur og átøk hava
so sanniliga eisini nógv við
psykologi at gera, og hetta
er ein partur av tí, vit læra á
skúlanum, sigur hon.
Grafia er eisini til reiðar
at hjálpa og vegleiða fyri-
tøkum, tá ið handilsstevnur
eru eins og átøk av ymisk-
um slagi.
- Vit eru eisini til reiðar at
hjálpa til, um ein fyritøka
ætlar sær at gera ein film
um virksemið, sigur hon.
Jastrid leggur dent á, at
tað er bara hugflogið, sum
setir avmarkingarnar, tá ið
ræður reklamur og átøk,
sum øll hava til endamáls at
selja meira – ella at vinna
fleiri viðskiftafólk.
- Alt, vit gera, er væl
gjøgnumhugsað. Tað kann
taka sína tíð, áðrenn eitt
hugskot búnast. Tú gongur
og hugsar um hetta – og so
knappliga er tað, tú leitar
eftir, bara har, sigur hon.
Grafia umsitir eisini ym-
iskar prentlutir, eitt nú bøk-
ur og faldarar, fyri við-
skiftafólk.
- Okkara viðskiftafólk
samstarva bert við okkum,
og síðan avgreiða vit tað,
sum er at gera. Hava tey
brúk fyri málsligari veg-
leiðing, keypa vit hesa tæn
astu. Vit taka okkum av øll-
um smálutum, og tá ið
liðugt er, fáa viðskiftafólk
lidnu vøruna frá okkum,
sigur Jastrid.
Eisini aðrastaðni
Grafia hevur eisini við-
skiftafólk uttanfyri Klaks-
víkina.
- Vit arbeiða eisini í Eyst-
uroy og í miðstaðarøkinum,
og vit bjóða okkum fram
um alt landið, sigur Jastrid.
Hon vísir á, at tá ið hon
byrjaði at arbeiða á re-
klamuøkinum seinnapartin
í nítiárunum, vóru fólk ikki
so "heit" fyri at brúka
reklamufyritøkur.
- Eg kendi tað ógvuliga
tungt í byrjanini at skula
sannføra fólk um, at hetta
er eitt øki, tey eiga at brúka
pening upp á fyri at náa
einum betri úrsliti. Men
hetta kennist munandi lætt-
ari í dag, og tað eru nógv
fleiri viðskiftafólk á mark-
naðinum í dag enn áður.
Hon vísir á, at bløðini
koma út oftari, og lýsingar-
møguleikarnir í loftmiðl-
unum eru fleiri enn áður.
- Í dag vita fólk, áðrenn
tey fara til handils, hvat tey
ætla sær at keypa. Tí ræður
um hjá stovnum, fyritøkum
og handlum at vera úti um
seg – og vera við í kapping-
ini
um
viðskiftafókini,
sigur Jastrid Gullaksen,
grafiskur
designari,
at
enda.
Nr. 209 - 1. november 2005
19
ving og marknaðarføring
Jastrid Gullaksen er ógvuliga fegin
um húsið, hon hevur keypt dygst
niðri við sjóvarmálan á
Klaksvíkini. – Tey eru út við 100
ára gomul og hava sína søgu. Eg
haldi, at plaseringin er so
áhugaverd, sigur hon
Mynd: Vilmund Jacobsen