Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 209 - 1. november 2005 Brugdan kann gerast eitt vegamót í olju- leiting við Føroyar. Átta oljufeløg eru komin ásamt um at leggja tveir brunnar saman og bora ein kostnaðarmiklan brunn inni á basaltin- um á landgrunninum um gott og væl eitt hálvt ár. Endaliga av- talan kemur uppá pláss um eina viku ella so OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Herfyri skrivaðu oljufeløg- ini BP, Shell og Anadarko undir eina avtalu at bora ein brunn inni á landgrunnin- um á 9 ára loyvinum hjá Anadarko í 2007. Hetta hendi í Ojufyrisitingini eft- ir drúgvar samráðingar. Avgerðin hevur við sær, at tveir brunnar, sum BP og Shell hava bundið seg at bora í tí sonevnda "Gull- horninum" 1. útbjóðing, verða lagdir saman til ein brunn, sum so verður bor- aður á basaltinumlongur inni á landgrunninum. Eisini tvey onnur olju- samtøk við Statoil og Ame- rada Hess sum fyristøðu- feløg hava tveir brunnar eftir at bora frá 1. útbjóð- ing. Samráðst hevur verið um at leggja hesar báðar brunnarnar saman og bora ein brunn somuleiðis á basaltinum longur inni á landgrunninuminni á 9 ára loyvinum hjá Statoil í næsta ár. Eftir tí sum Sosialurin skilur, so eru samráðingar- nar við at koma uppá pláss. Her er talan um at saman- sjóva ynskini hjá ikki færri enn 8 oljufeløgum, og tí hevur drigið út við at fáa allar lutir uppá pláss. Sum skilst hava feløgini loksins loyst øll ivamálini og kem- ur henda avtalan helst endaliga uppá pláss fyrst í november. Oljufeløgini, sum verða við í hesi eini tí kanska mest spennandi og kostnað- armiklu og harvið eisini mest váðiligu oljuboringini á føroyska landgrunninum nakrantíð, eru Statoil, Dong, Shell, Petro Canada, Amerada Hess, BG, At- lants Kolvetni og Anadar- ko. Feløgini hava gjørt seis- miskar og aðrar kanningar á landgrunninum í summar og er ætlanin at seta borin í sokallaða Brugduprospekt- ið einaferð næsta summar. Sum skilst eru rættiliga stórar vónir til hesa boring- ina. Úrslitið av henni kann fáa veruliga gongd á olju- leiting við Føroyar. Tað nýggja og áhugaverda við hesi boringini er, at hetta verður fyrsti brunnur um okkara leiðir, har borað verður gjøgnum tjúkkar basaltfláir. Enn vita fe- løgini ikki fyri vist, hvussu tjúkkar tær eru men talan kann vera upp í ein kilo- metur. Sera torført er í løtuni at fáa boripallar til slíka bor- ing, men Sosialurin skilur, at fyristøðufelagið Statoil hevur fingið fatur á einum boripalli. OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Atlantsmótið er av álvara við at koma aftur á olju- kortið. Fleiri stór altjóða oljufeløg fara komandi tvey árini at seta borin í undir- grundina á fimm ella kanska uppaftur fleiri støðum á bretska land- grunninum. Fyri Føroyar hava hesar boringar stóran týdning, tí tær verða allar framvið markinum skamt frá føroyska landgrunnin- um, har fleiri leitiloyvi vórðu latin fyrr í ár. Herfyri upplýsti olju- felagið Chevron, at tað fer at bora ikki færri enn tríggjar avmarkingarbrunn- ar á Rosebankøkinum, har ein risastór oljakelda varð funnin fyri góðum ári síðani. Nú skilst, at lív fer eisini at koma í enn eitt oljufund, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani beint sunnan fyri Rosebank. Talan er um oljufundið Cambo, sum higartil hevur verið eitt sokallað tighthole tvs. at einki er komið út alment um fundið. Keldur í olju- verðini vilja tó vera við, at her er talan um eitt veruligt oljufund. Higartil er borað- ur ein avmarkingarbrunnur har, og nú skilst, at olju- samtakið við Amerada Hess sum fyristøðufelag fer at bora enn ein avmarking- arbrunn í næsta ár. Nú verður so leitað eftir bori- palli. Fara vit longur norður eftir framvið markinum, so hava Chevron og Mærsk í kvittanum at bora ein brunn í 2007 í einum loyvi, sum somuleiðis liggur uppat føroyskum øki. Okkurt bendir á, at eisini annað borivirksemi verður á bretskum øki vestan fyri Hetland komandi árini. Pílarnir vísa áleið økini, har 5 brunnar verða boraðir næstu tvey árini Bora 5 brunnar hinumegin markið komandi árini Her í 9 ára loyvinum hjá Statoil er ætlanin at seta borin í um gott og væl eitt hálvt ár. Økið, sum borað verður í, hevur fingið heitið Brugdan. Boring í 2006 uppá pláss í november: Brugdan vegamót í føroyskari oljuleiting