týsdagur 1. november 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 1. november 2005
21
Við jøvnum millum-
bili verður fantaserað
um oljukekkin, sum
føroyingar (møgu-
liga) fara at fáa tá og
um oljupengarnir
byrja at fossa inn í
landskassan. Í Al-
berta, Kanada, gerst
hesin dreymur veru-
leiki í jannuar 2006
skrivar føroyingurin
Jens Christian Justin-
ussen úr Kanada. Tað
er tann høgi oljuprís-
urin, sum hevur
gjørt, at Alberta hev-
ur fingið eitt óvæntað
yvirskot uppá 6.8
mia. dollars. Ein part
av hesum peningi
hava tey valt at givið
út til allar íbúgvarnar
í Alberta
Jens Christian Justinussen
Jc@megaviking.com
Í januar 2006, fáa allir
íbúgvar í Alberta, Kanada,
ein oljukekk uppá 400 doll-
ars per. person. Ein familja
við tveimun børnum, fær
sostatt 1600 dollars -
skattafrítt.
Í alt fer stjórnin í Alberta
at geva 1.4 mia dollars
beinleiðis til fólkið. Olju-
kekkurin kemur ikki at
ávirka aðrar inntøkur fólk
hava frammanundan, sum
t.d. pensión.
Øll, sum hava búðstað í
Alberta, hava rætt til olju-
kekkin, undantikið tey, sum
sita í fongsli og tey sum
ikki hava goldið barnapen-
ing.
Alberta er oljuríkasta øki
í Kanada og ovurhonds
høgu oljuprísurnir seinastu
tíðina hava givið tí almenna
eitt óvæntað yvirskot. Ser-
liga aftaná at orkanin
Katrina herjaði í Mexi-
kanska golfinum og smildr-
aði 109 oljupallar.
Mett verður, at Alberta
við sínari sandolju (t.e.
olja, sum er í sandi, eitt slag
av tjøru) hevur ikki minni
enn 175 mia. tunnur av
olju. Hetta er næststørsta
oljukeldan í heiminum!
Næst eftir Saudi Arabia,
sum mett verður at hava
250 mia. tunnur av olju.
Trupulleikin við olju-
sandinum hevur verið, at
tað krevur nógva orku at
skilja oljuna frá sandinum.
Prosessin krevur nógv gas
og vatn og við lágum olju-
prísum hevur tað ikki lønt
seg at útvunnið oljuna.
Men nú oljuprísurin er
farin upp, er tað vorðið
profitabult, og oljuvinnan í
Alberta hevur tikið dik á
seg. Seinastu fimm árini
hevur tað verið investerað
fyri 24.7 mia. dollars í hesa
vinnu.
Flestu íbúgvar hava ikki
beklagað seg yvir at fáa
nøkur oyru eyka. Men
røddir hava verið frammi
um, at tað er sera óheppið
at geva pengar út uppá
hendan mátan, tí tað kann
lætt føra til øvundsjúku í
restini av Kanada, sum
annars bert merkja høga
oljuprísin við einari øktari
olju- og hitarokning.
Ein maður helt, at 400
dollars hvørki gjørdi til ella
frá og helt, at tað hevði
verið nógv betur, um tað al-
menna brúkti pengarnar til
at investera í sjúkrahús ella
okkurt sovorðið.
Ein sølukvinna helt hin-
vegin: "Hetta er nokk til at
gjalda fyri granitvaskið,
sum eg leingi havi ætlað
mær at keypt".
Frank, sum er professari í
búskaparfrøði segði: "For-
setin Ralph Klein, 62 sum
fer frá í pensión næsta ár,
vil hava, at fólk skulu
minnast hann við einum
smíli"
"Óheldigvís er tað eitt
smíl sum ikki kemur at vara
leingi, tí skúlar, vegir og
sjúkrahús eru so illa fyri av
øllum niðurskerjingunum
seinastu fimtan árini, at tað
koma vit at blíva við at
merkja."
Fíggjarmálaráharrin,
Sherly McClellan, segði, at
albertar hava uppiborið eitt
sindur av viðvindi og hava
onga grund til at hava ringa
samvitsku av oljukekkin-
um.
"Albertar hava arbeitt
hart og givið nógv til pro-
vinsin."
"Alberta hevur goldið
alla skuld aftur, og vit eru
lægsta fíggjarliga byrðan í
Kanada. Hetta eru pengar
albertar sjávir kunnu brúka
sum teimum listir - ella
spara upp um tey vilja tað."
Báðir andstøðuflokkar-
nir, teir liberalu og demo-
kratarnir,
hava
verið
kritiskir yvirfyri oljukekk-
inum, men ikki nokk til at
steðga honum. Tað er ringt
at siga nei til pengar. Eisini
um tú ert ein vinstrahallur
demokratur:
Brian Mason: "Eg eri
ikki glaður fyri hetta tiltak-
ið, tí hetta vísir, at stjórnin
ongar langtíðarætlanir hev-
ur. Men hinvegin, so eru
nógv fólk hart fyri fíggjar-
liga. Tað eru fólk, sum hava
brúk fyri einum lætta. Eg
fari ikki at standa millum
tey og ein kekk uppá 400
dollars".
Tann liberali Rick Miller
segði: "Fólk fara at brúka
pengarnar uppá I-pods!"
Tilsamans er yvirskotið í
Alberta umleið 6.8 mia.
kanadiskar dollars og kann
áðrenn árið er úti koma upp
á 8.8 mia dollars, tí olju-
prísirnir eru enn óstabilir,
segði figgjarmálaráharrin
Shirley McClellan.
Ralph Klein, sum er
forseti í Alberta, vísir aftur
øllum kritikki um mangl-
andi planlegging og sigur,
at ætlanin er stutt sagt: at
geva aftur, at investera og at
spara upp.
"Tað vit geva út við olju-
kekkinum er bert ein partur
av samlaða yvirskotinum".
"Restin av pengunum,
sum er millum 70-75% av
samlaða yvirskotinum, fara
vit at investera í infra-
struktur, skúlar, hospital og
leggja til síðis til framtíðar
nýtslu , segði Ralph Klein.
Áhugafelagið hjá
teimum 14 oljufeløg-
unum, sum eru virkin
í Føroyum, hevði
fund í Havn nú um
dagarnar. - Vit royna
at savna kreftirnar og
brúka orku uppá at
gera landgrunnin
meira kappingar-
føran. Hetta verður
gjørt við m.a. góðum
dialogi millum allar
partar sigur formað-
urin Ben Arabo
OLJUFUNDUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Áhugafelagsskapurin hjá
oljufeløgunum, sum leita
eftir olju við Føroyar,
FOÍB, hevði fund í farnu
viku. Tá møttu fyri fyrstu
ferð eisini umboð fyri
nýggju oljufeløgini, Chev-
ron, OMV og Geysir, ið
fingu leitiloyvi í 2. út-
bjóðing fyrr í ár. Tilsamans
14 oljufeløg eru nú limir í
FOÍB. Ben Arabo, stjóri í
oljufelagnum
Amerada
Hess er formaður í felags-
skapinum. Hann fegnast
um, at tað nú eru 14 olju-
feløg, sum sita við borðið.
Undan fundinum í farnu
viku var limatalið 11. So
henda sannroynd peikar
tann rætta vegin.
Sjálvur heldur formað-
urin, at tað er týdningar-
mikið at hava eitt slíkt fe-
lag, tí tað er við at fasthalda
áhugan fyri Føroyaøkinum
umframt at varðveita og
menna dialogin millum
feløgini sínamíllum og við
landsins myndugleikar.
Eitt av endamálunum við
FOÌB er at gera føroyska
økið so kappingarført sum
gjørligt. Og tað verður gjørt
við
einum
mennandi
dialogi, við at vera til til at
stuðla skilagóðar verkætl-
anir ikki minst á umhvørv-
isøkinum o.a.
- Vit lærdu nógv av teim-
um fyrstu brunnunum, ið
vórðu boraðir við Føroyar.
Tað hevur týdning, nú feløg
og persónar eisini koma og
fara, at vit varðveita og
goyma hesa vitan. Enda-
málið er so eisini at tosa við
einari rødd, soleiðis at alt
arbeiðið hjá bæði feløgum
og myndugleikum verður
so nógv lættari sigur Ben
Arabo við Sosialin.
Virksemið
hjá
FOÍB
fevnir víða. Arbeitt verður
við málum av felags áhuga
fyri oljufeløgini. Tey hava
eitt nú arbeitt við umhvørv-
ismálum. Har hava tey
keypt datatilfar frá fyritøk-
um og annars verið við til at
fíggja útsetan av veðurboy-
um umframt at stuðla dygd-
argóðum umhvørviskann-
ingum, sum Heilsufrøðiliga
Starvsstovan og aðrir stovn-
ar hava gjørt.
Tað eru sjálvandi fyrst og
fremst feløgini sjálvi, sum
standa fyri ymsu kanning-
unum, men her roynir
FOÍB so at byggja brýr
millum øll feløgini og fáa
eitt samstarv í lag, sum so
aftur kann vera hvørjum
felag til stórt gagn og so
eisini føroyskum myndug-
leikum. Eisini er felagið
hoyringspartur í sambandi
við at nýggjar lóggávur
verða smíðaðar. Eitt mál,
sum FOÍB hevur brúkt
nakað av orku til er at
skunda undir royndirnar at
fáa eina dupultskattaavtalu
við Bretland. Ben Arabo
sigur seg skilja, at gongd er
í málinum.
Tað er Atlanticon, sum er
sekretariat tvs. tekur sær av
rakstrinum og fyrisitingini
hjá FOÍB. Regin Hammer
er projektsamskipari. Sum
skilst á oljufeløgunum, so
eru tey sera væl nøgd við
arbeiðið, sum Atlanticon-
fólkini gera.
Skulu
vit
samanbera
okkara FOÌB við líknandi
felagsskapir í útlandinum,
so verður tað við bretska
UKOOA og tað norska
OLF.
Allir íbúgvar í Alberta í Kanada fáa oljukekk
Oljuframleiðsla í Alberta
FOÍB vil gera landgrunnin
meira kappingarføran
Ben Arabo, formaður
í FOÍB