Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 209 - 1. november 2005 - Semjan um makrel- in er eitt dømi um, at við samstarvi millum strandarlondini ber til at skipa fiskiskapin á ein lívfrøðiliga for- svarligan hátt. Tað er hetta, sum í longdini tænir øllum pørtum, sigur landsstýrismað- urin í fiskivinnumál- um, Bjørn Kalsø FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Strandarlondini, ES, Føroy- ar og Noreg, gjørdu á fundi í Havn, 25.- 26. november semju um fiskiskapin eftir makreli í 2006. Heildarkvotan í 2006 er sett til 442.000 tons, og samanborið við semjuna fyri 2005 er kvotan hækkað við fimm prosentum. Føroyska makrelkvotan í 2006 er soleiðis 20.450 tons. Samsvarandi ICES Fiskimálaráðið sigur, at partarnir hava síðani 1999 gjørt semju um ein veiði- setning fyri umsiting av makrelstovninum og eitt kvotabýti. - Fyrsta strandarlandaav- talan varð gjørd fyri 2000, og við undantaki av 2003 hava avtalur verið gjørdar á hvørjum ári síðani. Víst verður á, at ásetingin av heildarkvotuni fyri 2006 er gjørd samsvarandi veiði- setninginum hjá strandar- londunum og eftir tilmæl- inum frá ICES, sum í seinastu ráðgevingini sigur, at ein heildarkvota millum 373.000 tons og 487.000 tons er innan fyri lívfrøði- liga tryggar karmar. Altjóða sjógvur Ein partur av heildarkvot- uni av makreli er settur av til altjóða sjógv. - Hetta verður viðgjørt á ársfundinum hjá NEAFC í november. Fiskimálaráðið vísir á, at ES, Føroyar og Noreg eru samd um at halda fram og betra eftirlitið við fiski- skapinum eftir makreli, herundir landingum, út- blaking og vantandi veiði- fráboðanum. - Londini eru eisini samd um at menna vísindaliga samstarvið í sambandi við kanningar av makrelstovn- inum, sigur Fiskimálaráðið. Bjørn fegnast Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, fegnast um, at tað eydnaðist londunum at koma ásamt um eina avtalu um makrel- in. - Semjan um makrelin er eitt dømi um, at við sam- starvi millum strandarlond- ini ber til at skipa fiski- skapin á ein lívfrøðiliga forsvarligan hátt. Tað er hetta, sum í longdini tænir øllum pørtum, leggur landsstýrismaðurin dent á. Strandarlond samdust um makrelveiði Tað hevur gingið væl hjá føroysku nótaskipunum á makrelveiði í heyst, og prísirnir hava verið góðir Mynd: Vilmund Jacobsen Landsstýrismaðurin fegnast um, at strandarlondini á fundinum í Føroyum komu ásamt um eina avtalu um makrelin Mynd: Vilmund Jacobsen Lodnustovnurin í Barentshavinum er illa fyri. Tískil verður mælt til, at eingin veiða verður loyvd komandi vár, sigur ráðgevandi nevndin hjá ICES FISKASTOVNAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í døgunum, 6.–13. oktober 2005, var fundur í ráðgev- andi nevndini (ACFM) hjá ICES, og føroyska umboð- ið á fundinum var Jákup Reinert, fiskifrøðingur. Í stuttum lýsir hann stovnsmetingarnar og ráð- gevingina. - Eingir serføroyskir stovnar vóru á skránni, men eitt nú felagsstovnar og ferðandi stovnar sum t.d. kongafiskur í Irmingarhav- inum, svartkjaftur, norð- havssild, makrelur og rossamakrelur. Nógvir aðrir fiskastovnar vórðu við- gjørdir á fundinum. ACFM sigur soleiðis um nakrar av fiskaastovnunum: Trantkongafiskur í Irm- ingarhavinum og har um leiðir: Av praktiskum or- søkum velur ICES at við- gera allan uppsjóvar trant- kongafisk í økinum sum eina eind, til tað vísindaliga er staðfest, hvussu stovns- uppbýtið í veruleikanum er. Mælt verður til, at veiðan í 2006 ikki fer upp um miðalveiðina í 1989-1992, t.e. minni enn 41.000 tons. Tveir bólkar av uppsjóvar trantkongafiski eru í Irm- ingarhavinum og har um leiðir, og mælt verður til, at hvørgin teirra verður troytt- ur lutfalsliga meira enn hin. Svartkjaftur: Hóast met- ingarnar av stovni og veiði- trýsti eru óvissar, er tó vist, at gýtingarstovnurin er væl fyri, men veiðutrýstið er alt ov stórt. Mælt verður til at halda seg til verandi veiði- setning svarandi til eina veiði í 2006 upp á minni enn 1.5 miljónir tons, og at tiltøk verða sett í verk fyri at verja yngul og annan óbúnan fisk. Norðhavssild: Stovnurin er væl fyri, og veiðitrýstið hóskandi. Verandi veiðiav- tala eigur at halda fram svarandi til eina veiði í 2006 upp á 732.000 tons. Makrelur: Fyri suður-, vestur- og orðsjóvarstovnin undir einum (NEA makrel- urin) verður mælt til at halda seg til avtaluna um veiðisetning. Hetta vil hava við sær eina veiði í 2006 upp á millum 373.000 og 487.000 tons. Rossamakrelur: Mælt verður til, at veiðan í 2006 av rossamakreli í øllum økinum (IIa, IIIa, IVa, Vb, VIa, VIIa-c, e-k og VIIa-e) verður hildin lægri enn 150.000 tons. Lodna í Barentshavinum: Stovnurin er illa fyri. Ver- andi veiðiavtala millum Noreg og Rusland skal tryggja, at gýtingarstovnur- in í gýtingartíðini (januar- apríl) alla tíðina er oman fyri Blim (200.000 tons). Framskrivingar vísa, at við ongari veiði verður gýting- arstovnurin bert eini 72.000 tons næsta ár. Tískil verður mælt til, at eingin veiða verður loyvd komandi vár. ICES: Eingin lodnuveiða í Barentshavinum í vár