týsdagur 1. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 1. november 2005
23
Danmark hevur sett
amerikonskum flog-
førum forboð fyri at
flúgva í donskum
loftrúmi, um enda-
málið við flúgvingini
stríðir ímóti altjóða
samtyktum. Men USA
aktar ikki boðini
FLÚGVING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri trimum vikum síðani,
tann 10. oktober, fór eitt
amerikanskt
flogfar
úr
Reykjavík til Budapest í
Ungarn. Á ferðini fleyg
flogfarið millum annað
ígjøgnum
danskt
ella
"føroyskt" loftrúm.
Amerikanska flogfarið
hevði skrásetingarnummar-
ið N168D. Hetta er eitt
flogfar hjá amerikanska
felagnum Devon Holding
& Leasing, sum sambært
New York Times verður
brúkt til at flyta fangar fyri
fregnartænastuna
CIA.
New York Times hevur fyrr
avdúkað, at felagið flytir
fangar til lond, har tað er
loyvt at pína teir.
Upplýsingarnar um flog-
ferðina tann 10. oktober eru
frá danska samferðslumála-
ráðharranum,
Flemming
Hansen, og tær eru komnar
fram í sambandi við ein
fyrispurning, sum ráðharrin
hevur fingið frá fólkatings-
manninum Frank Aaen.
Per Stig Møller, uttan-
ríkisráðharri, hevur fyrr
upplýst, at Danmark hevur
gjørt amerikonsku stjórn-
ina varuga við, at CIA-flog-
før við slíkum fangum
skulu ikki flúgva ígjøgnum
danskt loftrúm.
Í sínum fyrispurningi til
samferðslumálaráðharran
við Frank Aaen eisini hava
at vita, hvørji ørindi eitt
flogfar hjá amerikanska
felagnum Path Corporation
hevði, tá tað stóð í Kastrup
23 tímar í mars í ár. Tað er
alment kent, at CIA nýtir
eisini flogfør hjá hesum
felagnum.
Frank Aaen hevur nú sent
boð eftir uttanríkisráðharr-
anum í samráð um CIA-
flúgvingina.
Amerikanski hermað-
urin Alberto Mart-
inez kann fáa deyða-
revsing, verður hann
funnin sekur
RÆTTARMÁL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Alberto Martinez er skuld-
settur fyri at hava verið
tveimum av sínum feløgum
í Irak at bana. Rættarmálið
ímóti honum byrjaði í gjár
og er tað fyrsta av sínum
slagi í tvey ár.
Tilburðurin, sum málið
snýr seg um, var tann 7.
juni, tá tveir amerikanskir
hermenn, Phillip Esposito
og Louis Allen, doyðu í ein-
ari spreinging í einari av
borgunum hjá Saddam Hus-
sein í býnum Tikrit. Alberto
Martinez var eisini har, og
amerikanska
herleiðslan
heldur, at tað var hann, sum
drap teir báðar felagarnar.
Teir tríggir vóru hermenn
í einari eykadeild hjá tjóð-
arhirðini. Í fyrstani varð
hildið, at teir báðir her-
menninir doyðu av einari
bumbu ella einari minu,
sum uppreistrarmenn høvdu
lagt, men kanningar á staðn-
um vístu, at so var ikki.
Fleiri, sum kendu teir
báðar deyðu og Alberto
Martinez, hava greitt frá, at
viðurskiftini teirra millum
vóru sera spent, og at
Phillip Esposito hevði lagt
eina ætlan um, hvussu hann
og Louis Allen skuldu
sleppa frá Martinez.
Talsmenn hjá ákæru-
valdinum hjá herinum hava
sagt, at Alberto Martinez
hevði atgongd til tey vápn,
sum blivu brúkt, tá hinir
báðir hermenninir vórðu
dripnir. Verður hann funnin
sekur,
kann
hann
fáa
deyðarevsing.
Fyri einum hálvum ári
síðani varð amerikanski
hermaðurin Hasan Akbar
dømdur til deyða fyri at
hava beint fyri tveimum av
sínum feløgum í Irak í
2003. Hann varð funnin
sekur í at hava tveitt gran-
atir inn í tjaldið, sum teir
báðir hermenninir vóru í.
UTTAN ÚR HEIMI
CIA brýtur flogbann
í "føroyskum" loftrúmi
Amerikanskur hermaður skuldsettur
fyri at hava myrt sínar felagar
Russar trúgva ikki Putin
Flestu russar hava ikki álit á myndugleikunum, og teir
halda ikki, at Vladimir Putin, forseti, sigur allan
sannleikan.
Tað sæst í einari kanning, sum stovnurin Romir
hevur gjørt. Hon vísir, at 52 prosent av teimum spurdu
siga seg ikki hava fult álit á einum einasta almenna
stovni í landinum, og bara 30 prosent siga saeg hava
álit á øllum, sum forsetin sigur. Støðan er uppaftur
verri, tá tað snýr seg um dómsvaldið, ákæruvaldið og
tjóðartingið, tí bara 10 prosent hava álit á teimum.
Korrupsjón er ein stórur trupulleiki í Russlandi. Ein
kanning, sum varð gjørd herfyri, vísti, at tað hevur
ongantíð verið so vanligt at rinda løgregluni og ymsum
almennum eftirlitsmyndugleikum mutur, sum síðani
Putin tók við forsetaembætinum.
Huntley bukaður í
fongslinum
Bretska blaðið The Sun veit at siga, at Ian Huntley, sum
myrdi tær báðar smágenturnar Holly Wells og Jessicu
Chapman, varð illa bukaður í fongslinum í summar.
Tilburðurin skal hava verið í juli, men almenningurin
hevur ikki frætt um hann fyrr enn nú.
Maðurin, sum leyp á Ian Huntley, eitur Daniel Neil.
Hann skal hava greitt frá, at hann sá foreldrini hjá teim-
um báðum smágentunum í sjónvarpinum, og at hann
svór at hevna tær, skuldi tað borið so á, at hann nakran-
tíð fór at møta drápsmanni teirra. Daniel Neil situr
Wakefield-fongslinum dømdur fyri neyðtøku, og Ian
Huntley situr eisini har.
- Tá eg møtti honum ein dagin í juli, misti eg tamar-
haldið á mær sjálvum og leyp á hann, skal Daniel Neil
hava sagt einari nevnd, sum kannaði tilburðin. Sam-
bært The Sun hava aðrir fangar eisini gjørt seg inn á Ian
Huntley. Eitt nú skal onkur hava stoytt kókandi heitt
vatn á hann.
Mamma Ian Huntley, Lynda Nixon, mælti fyri
tveimum árum síðani myndugleikunum til at avrætta
sonin fyri tað, sum hann hevði gjørt.
Kópurin fór við nøsini
Suðurafrikanska kvinnan Elsie van Troder hevði lagt til
merkis, at ein kópur hevur ligið niðri í fjøruni eitt heilt
samdøgur uttan at flyta seg, og hon bað tí nøkur vinfólk
koma at hjálpa sær at fáa kópin aftur á sjógvin.
Tað skuldi hon ongantíð havt gjørt, skrivar Reuter.
Kópurin vísti seg at hava tað gott, men hann var alt
annað enn fegin um at verða órógvaður. Tá Elsie van
Troder kom nóg nær, beit kópurin nøsina av henni. Tað
eydnaðist vinfólkunum hjá Elsie at finna nøsina aftur,
og hon varð so sett upp á pláss aftur. Men nakað av
pastikki skuldi eisini til fyri at fáa hana snøgga.
Kópur er ikki óvanligur í Suðurafrika, men hóast teir
yvirhøvur trívast væl saman við fólki, eru teir ikki
vandaleysir.
- Kópur er rovdjór og hann hevur hvassar tenn. Vil
illa til, kann hann bíta fólk til avlívis, sigur suðurafrik-
anska lívfrøðingurin Herman Oosthuizen við Reuter.
Depardieu gevst
Tann kendi franski filmsleikarin Gerard Depardieu
hevur gjørt av at taka seg burtur úr filmsyrkinum.
Depardieu, sum er 56 ára gamal, hevur spælt í 170
filmum, og hann hevur eina ferð verið í uppskoti til
eina Oscar-virðisløn. Hann sigur við franska blaðið La
Parisien Dimanche, at hann heldur seg hava fingið nóg
mikið burtur úr filmslívinum, og at hann hevur rokkið
teimum málum, sum hann setti sær. Og so er eingin
orsøk til at halda fram, heldur hann.
Hann er kortini ikki heilt liðugur enn. Hann spælir í
einum filmi, sum verður frumsýndur um stutta tíð, og í
lø'tuni er hann í ferð við upptøkurnar til ein nýggjan
film um tann kenda Asterix. Sjálvur spælir Depardieu
leiklutin sum tann líka kendi Obelix.
Aftur ein bumba
Minst 20 fólk doyðu, tá ein
bumba brast á einum
sølutorgi í irakska býnum
Basra fyrrakvøldið. Hendan
myndin er frá jarðarferðini í
gjár. Tað hava ikki verið so
nógvar bumbuspreingingar
har suðuri í Irak, har eitt nú
bretskir og danskir hermenn
hava støð, men í seinastuni
er mótstøðan eisini harðnað
har