týsdagur 1. november 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Trý
stig til
Claus
Eftir leikbannið
hevur føroyski
landsliðsspælarin
endurvunnið pláss-
ið millum teir fyrstu
ellivu í Coventry
ONGLAND 1. DEILD
Jóannes Hansen
Úrtøkan hevur í fyrsta
partinum av kappingini
verið soltin hjá Coventry
City og føroyska lands-
liðsspælaranum
Claus
Bech Jørgensen. Teir hava
støðugt verið í vanda fyri
at detta niður skeivu
megin keðiligu strikuna.
Coventry er framvegis
millum botnliðini. Teir
eru bert eitt stig framm-
anfyri triði aftasta pláss-
ið, sum er tað besta nið-
anfyri strikuna. Men hesa
ferð hilnaðist tað væl.
Coventry hevði vitjan av
Luton, sum telist millum
teirra, ið kappast millum
tey bestu, og Coventry
vann 1-0. Málið fingu teir
tíðliga í 2. hálvleiki.
Hetta var bara triði sig-
urin hjá Coventry í sekst-
an teimum fyrstu umfør-
unum. Venjarin segði seg
vóna, at góða úrtøkan
hesa ferð fer at bera størri
sjálvsálit við sær. Hann
helt, at leikliga avrikið
hesa ferð boðaði frá, at
sjálvsálitið ikki er nóg
stórt.
Claus Bech Jørgensen
hevði undan vikuskiftin-
um tvær ferðir sitið uttan-
fyri, tí hann var leikbann-
aður. Nú hann var tøkur
aftur, fekk hann pláss
millum teir fyrstu ellivu.
Claus var á vøllinum,
inntil tað restaðu fimm
minuttir.
Longu
mikukvøldið
skal Coventry aftur í eld-
in. Tá fara teir at fáa vitj-
an av gamla høvuðsstað-
arfelagnum Stoke, sum
eftir sekstan tey fyrstu
umførini hevur fingið
nítjan stig og harvið er
trý stig frammanfyri Cov-
entry.
Met-luttøka til triathlon
Tá Føroya Triathlon
Felag sunnudagin
skipaði fyri kapping á
OL-teininum, vóru so
nógvir íðkarar, at
byrjað var í tveimum
riðlum
TRIATHLON
Tíðindaskriv
Fyrst fóru teir íðkarar, ið
ætlaðu sær at royna tri-
athlon á einum styttri teini.
Hesi vóru øll unglingar 13-
14 ár.
Síðani fóru tey vaksnu, ið
kappaðust um FM-heitið.
Hjá unglingunum vóru
tað Høgni Miné-Rasmussen
og Bjørg Seloy, ið komu
best frá svimjingini. Men so
kom tann gloymda 4 greinin
í triathlon, skiftingin millum
ítróttagreinarnar.
Her var Bjørg aftur skjót-
ast hjá gentunum, meðan
Sigmundur
Dahl
skifti
skjótast hjá dreinginum.
Á súkkluteininum var tað
so aftur Høgni, ið var skjót-
astur
av
dreingjunum,
meðan Helena Gunnars-
dóttir Jacobsen stóð seg
best hjá gentunu.
Á renniteinunum vístu
Rannvá Djurholm og Jákup
Joensen, at tey vóru best til
hesa ítróttagrein.
Tá komið var um mál-
strikuna, vóru tað Høgni
Miné-Rasmussen og Hel-
ena Gunnarsdóttir Jacob-
sen, sum vóru fyrst.
Pauli Holm Norðfoss
gavst tá hann hevði súkklað
hálvan teinin, hann fekk
eitt astma annfall, og ikki
var møguligt hjá honum at
halda fram. Hann lá annars
væl fyri aftaná svimjingina
og fyrsta skiftið.
Gunnar
Føroyameistari
Hjá teimum vaksnu var tað
Eli Christiansen, sum var
fyrstur upp úr hylinum,
men Gunnar Dahl Olsen
skifti hesaferð skjótastur.
Og tá hann eisini súkklaði
skjótast, so var ikki nóg
mikið hjá Eli at renna eitt
sindur
skjótari.
Meira
skuldi til, og vann gunnar
og gjørdist føroyameistari í
1/2 triathlon 2005.
Jákup Johansen, Beinir
Rasmussen of Evald Ras-
mussen vóru so at siga
javnir, og fóru mestsum í
senn út á súkkluteinin.
Fyrstu løtuna var Beinir á
odda, men so yvirhálaði
Jákup hann og Evald fylgdi
við. Jákup økti, og í Kald-
bak fór Beinir fram um
Evald, sum misti takið.
Beinir punkteraði á Sundi,
men súkklaði til Havnar,
skifti súkklu og fór út á
renniteinin beint framman
fyri Evald. Í renningini vísti
Evald seg at vera sterkastur,
og skjótt yvirhálaði hann
Beinir, men fekk ikki fatur í
Jákupi, sum hevði roknað
við hesum og tí satsað alt
upp á súkklingina, og tað
lukkaðist.
Andrass Joensen og Kári
Simonsen høvdu eina løtu
eina spennandi kapping.
Andrass svam og skifti
skjótari enn Kári, sum hin-
vegin súkklaði skjótari, men
ikki nóg mikið til at halda
Andrass
aftanfyri
í
renningini.
Bara Sóley í Eyðanstovu
umboðaði kvinnurnar í
kappingini, og gekst væl
hjá henni, hóast hon alla
tíðina var uttan kapping, og
tí ongantíð var pressað.
Hon
megnaði
bæði
í
svimjingini og renningini at
verða skjótari enn nakrir av
monnunum.
Næsta kappingin hjá Tri-
athlon-felagnum
verður
liðkappingin, og eisini her
tykist áhugin vera sera stór-
ur. Soleiðis siga fyrireikar-
arnir, at longu nú hava eini
12-15 lið boðað frá luttøku.
Sandoyingar byrjaðu
við buldur og brak,
men í longdini var tað
ikki nóg mikið móti
GÍ, sum við saman-
lagt 7-1 vissaði sær
tilveruna í Formula-
deildini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var kanska sigandi, at
Eli Hentze í 3-2 mánakvøld-
ið
avdúkaði
Liverpool-
troyggjuna, sum hann bar
undir gula B71-búnanum.
Við tilvísing til ótrúligu
vendina
í
Champins-
League finaluni í Istanbul,
so hevði B71 tørv á einum
eins stórum undri. Aftan
fyri 3-0 móti einum liði,
sum alt árið á tamb hevur
spælt í eini hægri røð, vóru
treytirnar hjá sandoyingum
klokkuklárar.
Og tað tóktist eisini, sum
trúðu sandoyingar uppá, at
uppgávan ikki var heilt
ómøgulig.
Teir
løgdu
bragdliga
fyri,
og
tá
Clayton Soares eftir bara
fimm minuttum var skjótur
at revsa Marcin Dawid í
GÍ-málinum, kom spenn-
ingur í uppgerðina - í øllum
førum í eina løtu.
Tí GÍ nýtti ikki langa tíð
um at svara aftur. Langt út-
spark frá sama Dawid
sveimaði allan vegin í B71-
brotsteigin, og so kundi
Krzystof Popczynski í sín-
um seinasta dysti fyri GÍ
hálvflukta liðið móti bjarg-
ingini.
Og so varð mótbrekkan
greið. Kaj Ennigarð stútaði
fyri steðgin GÍ á odda, og tá
sami Kaj í seinna hálvleiki
skoraði
eftir
fríspark,
gjørdist talan mest sum um
avspáking hjá GÍ. Mótstøð-
an frá vertunum var nú eis-
ini avmarkað, og móti dyst-
arenda kundi Sverri Jac-
obsen so staðfesta sigurin.
Soleiðis vann GÍ saman-
lagt 7-1, og tey tølini eru
somikið sannførandi, at tað
neyvan kann vera ivi um,
hvørt liðið aftur hevur
uppiborið møguleikan í
Formula-deildini.
Fakta
B71-GÍ 1-4 (1-2)
GÍ í Formula-deildina við
samanlagt 7-1
1-0: Clayton Soares
1-1: Krzystof Popczynski
1-2: Kaj Ennigarð
1-3: Kaj Ennigarð
1-4: Sverri Jacobsen
Úrslitini - 1/12 triathlon-gentur.
Nr. Íðkari
Svimjing 1. Skift
Súkkling
Renning 1
Renning 2
Renning 3
Samlað
1 Helena G Jacobsen 93
5.23
2.18
0.30.17
5.11
5.25
5.05
0.53.39
2 Rannvá Djurholm 92
7.13
2.30
0.30.51
4.12
4.22
4.05
0.55.12
3 Bjørg Seloy 92
4.32
1.57
0.33.27
6.22
6.08
5.22
0.55.45
1/12 triathlon-dreingir.
Nr. Íðkari
Svimjing 1. Skift
Súkkling
Renning 1
Renning 2
Renning 3
Samlað
1 Høgni Miné-Rasmussen 4.31
2.15
0.27.51
4.43
5.11
5,01
0.49.34
2 Jákup T Joensen
8.36
2.58
0.31.00
4.11
4.26
4.17
0.55.29
3 Sigmundur Dahl
6.11
1.37
0.31.58
7.53
7.05
6.37
1.01.23
4 Pauli Holm Norðfoss
4.48
1.44
Fekk astma anfall og
gavst
1/4 triathlon-menn.
Nr. Íðkari
Svimjing 1. Skift
Súkkling
Renning 1
Renning 2
Renn 10 km
Samlað
1 Gunnar Dahl Olsen
23.46
1.28
1.05.30
22.15
22.13
44.28
2.15.13
2 Eli Christiansen
22.16
1.59
1.10.25
21.16
21.15
42.31
2.17.11
3 Jákup Johansen
24.20
3.02
1.17.43
25.35
25.55
51.30
2.36.35
4 Evald Rasmussen
24.32
2.59
1.23.53
23.30
23.33
47.03
2.38.28
5 Andrass Joensen
27.59
2.07
1.26.14
24.35
23.35
48.10
2.44.30
6 Beinir Rasmussen
24.50
2.13
1.23.27
27.35
29.42
58.18
2.47 37
7 Kári Simonsen
29.38
3.15
1.24.32
26.03
26.31
52.34
2.50.09
1/4 triathlon-kvinnur.
Nr. Íðkari
Svimjing 1. Skift
Súkkling
Renning 1
Renning 2
Renn 10 km
Samlað
1 Sóley í Eyðanstovu
29.18
3.45
1.27.13
27.14
28.36
55.50
2.55.10
GÍ helt sessinum
Sóley í Eyðanstovu var
einasta kvinnan, sum tók lut
í kappingini. Og hóast
vantandi kappingina, hevði
hon eina góða tíð
Gunnar Dahl-Olsen gjørdist
føroyameistari í 1/4 triath-
lon. Her sæst hann í hylinum
Nr. 209 • týsdagur • 1. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo