týsdagur 1. november 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 209 - 1. november 2005
Skrivstovufólk
Til virki okkara sóknast vit eftir einum skriv-
stovufólki, sum skal kunna byrja skjótast gjørligt.
Vit hugsa okkum, at tú
•
hevur lokið útbúgving sum skrivstovufólk
•
ert væl kunnað við alt vanligt skrivstovu-
arbeiði
•
dugir væl at skriva føroyskt
•
hevur evni at læra nýtt
•
dugir at nýta vanligar skrivstovuskipanir, so
sum tekstviðgerð og rokniark
•
ert lætt at samstarva við
•
vera kundarvinarligt og fyrikomandi
•
dugir væl at samskifta, ikki minst í telefon
Neyðugt er,at tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak,
tá hetta krevst.
Lønin verður avtalað millum teg og leiðsluna.
Lønin verður ásett út frá útbúgving og royndum
og í mun til lønarlagið á virkinum annars.
Á virkinum starvast 22 fólk,og meina vit sjálvi,at ar-
beiðsumstøðurnar og arbeiðsumhvørvið er gott.
Tey, ið ætla at søkja, skulu senda umsókn við
prógvum og møguligum ummælum, innan 10.
november 2005.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri
upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Jógvan Amonsson.
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
statsaut. revisorar
R.C.Effersøesgøta 26 · Postrúm 191
FO-110 Tórshavn
Member of international network
of professional accountants
Lærarastørv
Søkt verður eftir tveimum lærarum til Fuglafjarðar
skúla. Størvini, ið er tíðaravmarkað, eru fyri lærarar í
barnsburðarfarloyvi.
Starv 1: 21 t/viku (lønarbrot 0,82)
frá 28. november.
Tímatalva:
3. fl. 13 t/v
kr., fø., heimstl., til. og flokslærari
9. bc fl. 8 t/v
kr. og lívfrøði
Starv 2: 18 t/viku (lønarbrot 0,82)
frá 5. desember
Tímatalva:
8. c fl. 5 t/v
fø. og flokslærari
4., 5., 7. fl. 4 t/v
til. og hand.
og 9 t/v
bókasavn
Størvini verða lønt sambært galdandi avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini frá Súna í Hjøllum,
skúlastjóra, tlf. 444087 ella tlf. 214087.
Umsóknir saman við ljósriti av próvskjølum o.ø.
skulu sendast skúlastýrinum í seinasta lagi
týsdagin tann 15. november kl. 10.00. Viðmerkið
møguliga raðfesting av størvunum.
Skúlastýrið f. Fuglafjarðar skúla
Uni Næs, formaður
FO-530 Fuglafjørður
Elektrikari søkist!
Elektrikari søkist til fjølbroytt el-arbeiðið, má kunna
arbeiða sjálvstøðugt og hava koyrikort til bil.
Einar Mikkelsen Sp/f
Bøgøta 12 - FO-110 Tórshavn
Tlf. 312211
Tit ringja - vit syngja!
bjóða vit okkum til at syn - gja
til størri og smærri tiltøk.
Ring 54 08 57, Tórshavnar Manskór.
Fyri at savna pen - ing til felagsvirksemi hjá kórinum,