týsdagur 1. november 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 1. november 2005
27
Leiðari
til sosialu deildina
hjá Sunda kommunu
Sunda kommuna hevur samtykt at seta sosialu
deild á stovn. Søkt verður tí eftir leiðara til deildina.
Starvið
Tú kemur sum leiðari av Sosialu deild at taka tær av
leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir
málsviðgerð av almannamálum, sum sambært lóg-
gávuni eru ella verða løgd til kommununa. Sum
leiðari verður tú eisini ráðgevi,málsviðgeri og skriv-
ari hjá barnaverndarnevndini. Leiðarin skal eisini
vera við til at byggja upp barnaverndartænastuna,
so henda verður virkin tann 1. januar 2006, tá
kommunurnar yvirtaka hana. Leiðarin kemur eisini
at hava samskifti við m.a. tannlækna, kommunu-
lækna, skúlaheilsusystir, dagstovnar, kommunalu
dagrøktina og landsmyndugleikar.
Førleikakrøv
Vit leita eftir persóni, ið er útbúgvin sum sosialráð-
gevi.Tó kunnu eftir umstøðum eisini aðrir umsøkj-
arar lúka treytirnar, um teir hava aðra í minsta lagi
miðallanga útbúgving innan heilsu-, almanna-ella
skúlaverk.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika til at byggja upp og menna
Sosialu deildina frá byrjan av.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett 1.desember 2005 ella eftir nærri
avtalu. Starvið verður lønt sambært galdandi sátt-
mála við avvarðandi fakfelag.
Hava tygum áhuga, so eru tygum vælkomin at
senda skrivliga umsókn saman við prógvum og
møguligum CV og viðmælum til Sunda kommunu,
Oyrarbakkavegur 3,Postboks 10,400 Oyrarbakki og
skal henda vera kommununi í hendi í seinasta lagi
14. november 2005 kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær kommunu-
skrivstovuna tlf. 471020 ella Heðin Zachariasen
borgarstjóra á telefon 212182.
Oyrarbakki, tann 24. oktober 2005
Leiðari
til teknisku deildina
hjá Sunda kommunu
Sunda kommuna hevur samtykt at seta tekniska
deild á stovn. Søkt verður tí eftir leiðara til deildina.
Starvið
Tú kemur sum leiðari av teknisku deild at taka tær
av leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir
eftirlit og projektering av nýgerð og viðlíkahaldi av
ognunum hjá kommununi.
Sum leiðari verður tú eisini ráðgevi, málsviðgeri og
skrivari hjá teknisku nevndini og brunanevndini.
Leiðarin kemur eisini at ráðgeva øðrum nevndum í
kommununi.
Førleikakrøv
Vit leita eftir persóni, ið er útbúgvin sum verkfrøð-
ingur/byggiverkfrøðingur, ella hevur aðra viðkom-
andi tekniska útbúgving og góðan teldukunnleika.
Royndir innan almenna umsiting er ein fyrimunur.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika til at byggja upp og menna
teknisku deildina frá byrjan av.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett 1. januar 2006 ella eftir nærri
avtalu. Starvið verður lønt sambært galdandi sátt-
mála við avvarðandi fakfelag.
Hava tygum áhuga, so eru tygum vælkomin at
senda skrivliga umsókn saman við prógvum og
møguligum CV og viðmælum til Sunda kommunu,
Oyrarbakkavegur 3,Postboks 10,400 Oyrarbakki og
skal henda vera kommununi í hendi í seinasta lagi
15. november 2005 kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til komm-
unuskrivstovuna tlf. 471020 ella Heðin Zachariasen
borgarstjóra tlf. 212182.
Oyrarbakki, tann 24. oktober 2005
Skattalistin
Skattalistin fyri Vestmanna kommunu fyri 2004
liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskriv-
stovuni frá 7. til 21. november.
Vestmanna kommuna
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in