mikudagur 2. november 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 210 - 2. november 2005
- Onkutíð havi eg
verið troytt, tá ov
nógv arbeiði hevur
verið, sigur Annelena
Rasmussen úr Mið-
vági, sum hevur ar-
beitt sum flakakvinna
í samfull 31 ár á sama
virki. Nú umhugsar
hon skjótt at gevast
FLAKAFÓLK
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Miðvágur: - Tað var nógv
meiri yvirtíð fyrr enn nú,
sigur Annelena.
Tað eru kanska onkur,
sum ikki dugir at skilja at
nakar kann hava arbeitt á
sama staði í samfull 31 ár.
Og so hevur hon enntá
arbeitt sum flakakvinna á
einum flakavirki. Ikki bein-
leiðis eitt arbeiði, sum man
hugtaka so nógv ungfólk í
dag.
Men fyri 67 ára gomlu
Annelenu Rasmussen í
Miðvági hevur hetta verið
eitt lívsstarv. Og eitt gott
starv:
- Jú, mær hevur dámt
sera væl hetta arbeiðið.
Hetta er eitt gott arbeiðs-
pláss, og sera fitt arbeiðs-
fólk, sigur hon.
Annelena er enn til ar-
beiðis á Fiskavirking í Mið-
vági, men ætlar sær kortini
ikki at arbeiða so leingi
aftrat.
Heiðrað
Tá ein tosar um flakakvinn-
ur, so er sum oftast talan
um tvey sløg av arbeiðum -
annaðhvørt skert tú fiskin
ella tú arbeiðir í pakkingini.
Fyrr var hon við í skift-
andi arbeiðum, men tey
seinnu árini hevur hon
flakaskorið fyri tað mesta.
- Tað er eisini tað, sum
mær dámar best, sigur
Annelena.
Hon er tó ikki tann ein-
asta, sum hevur mong ár á
baki innan flakavinnuna á
landi við virkið í Miðvági.
Fyri nøkrum árum síðani
var nevniliga ein samkoma
á virkinum, fyri at heiðra
seks av starvsfólkunum
sum tá høvdu verið har í
samfull 25 ár.
Umframt Annelenu vóru
hesi fimm fólkini heiðrað
henda dagin: Sofía Harald-
sen úr Miðvági, Samson
Gårdlykke úr Miðvági,
Edith Simonsen úr Sanda-
vági, Sigvald Hansen úr
Miðvági og Paula Vilhelm-
sen úr Sandavági.
Við hesa samkomuna
vórðu starvsfólkini boðin
til ein drekkamunn. Borð-
reitt varð við lagkøkum, og
hesi seks fólkini fingu
kurvar við blómum og eina
smúkku frá virkinum.
Hóast Annelena hevur
verið nógv ár á virkinum,
so er kortini ein kvinna,
sum hevur munin á henni.
Tað er Jona Samuelsen sum
byrjaði nøkur ár undan
Annelenu.
8 tíma dagur
Sum nevnt er stórur munur
á flakaarbeiði í dag og fyri
31 árum síðani.
Ein
munur,
sambært
Annelenu er, at fyrr vóru
arbeiðsdagarnir longri.
- Tá var meiri yvirtíð,
men í dag er tað fyri tað
mesta talan um átta tímar
dag, sigur hon.
Hetta forðaði henni ikki í
at halda fast við arbeiðið,
hóast børnini vóru smá – og
eingin barnagarður var at
lata børnini í, meðan hon
var til arbeiðis.
- Men hetta gekk eisini,
sigur hon.
Gevast
Nú árini eru vorðin so
mong, er Annelena so smátt
farin at hugsa um at gevast
at arbeiða á virkinum.
- Nei, eg komi ikki at ar-
beiða so øgiliga leingi
aftrat.
- Eg hugsi faktiskt um
møguliga at gevast á jólum,
sigur hon.
Hon gerst eitt sindur
meiri tigandi. Hyggur út
gjøgnum vindeygað í tann
regntunga hósdagin.
- Starvsfólkini hava verið
øgiliga fitt. Men nú eru fá
eftir av teimum, sum vóru
tá eg byrjaði her, sigur hon.
– Mær dámar best at skera flak
Tá Annelena Rasmussen á sinni
byrjaði sum flakakvinna á virkinum
í heimbygdini, so var útgerðin ikki
so nútímans sum hon er tað í dag.
Í byrjanini av sjeyti-árunum
arbeiddu tey øll møgulig sløg av
fiski undan á virkinum. Her kundi
eisini vera talan um brosmu, longu
og kongafisk.
- Men í dag er nógv broytt. Nú
arbeiða vit mest við hýsuni, sigur
Annelena.
Henda hósdagin í farnu viku
hevur hon fingið sær frí eina lítla
løtu uppundir døgurða fyri at hitta
umboðini fyri tíðindatænastuna.
Tíðin gongur skjótt og nú hoyrist
ein klokka onkustaðni aftanfyri
okkum. Fólk sæst á gongini, tí nú er
døgurðatími.
Annelena fer eisini oman trappur,
eins og hon hevur gjørt tað fleiri
túsund ferðir áður...
Jona Samuelsen hevur arbeitt
longri enn Annelena
á flakavirkinum
Túsund ferðir oman trappurnar
Í samfull 31 ár hevur hon arbeitt sum flakakvinna, 67 ára gamla Annelena Rasmussen í Miðvági. – Hetta hevur verið eitt gott arbeiðspláss við sera fittu mstarvsfólkum, sigur hon