mikudagur 2. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 210 - 2. november 2005
Eldri tónleikur
og dansitón-
leikur í Glitni
DANSUR
Hóskvøldið og sunnu-
kvøldið verða cafékvøld
í Glitnir við teimum
góðu 60’ara, 70’ara og
80’araslagarunum,
ið
Andras Arge fer at spæla
frá kl 21.
Fríggjakvøldið
og
leygarkvøldið
verður
stórur enskur dansir, har
teir vælumtóktu Hans
Andreas og Jentoft, ið
manna bólkin LM Band,
fara at spæla. Teir eru
vælumtóktir, tá talan er
um góðan dansitónleik,
og fara teir at fjlaga gest-
irnar hesi bæði dansi-
kvøldini, siga tey úr
Glitni.
Fyrilestur um
konservering av
listarverkum
Í annaðkvøld, miku-
kvøldið, KL 19 verður
almennur fyrilestur
um konservering av
listarverkum í
Listasavni Føroya
LIST
Felagskonserveringin í
Århus er eitt almanna-
gagnligt felag, sum er
sett á stovn av donskum
listasøvnum í 1982 við tí
endamáli at varðveita
listaverk í tilknýttum
listasøvnum við at kon-
servera,
umvæla,
granska og hava søvn og
bygningar undir umsjón.
Listasavn Føroya er í
2004 vorðið tilknýtt fe-
lagskonserveringina,
sum síðan stovnsetingina
harumframt hevur víðk-
að grundarlagið og kon-
serverað fyri eini røð av
privatum viðskiftafólk-
um og stórum virkjum,
m.ø. slottum og harra-
gørðum.
Deildarleiðarin Dorthe
Aggerholm úr Felags-
konserveringini í Århus
fer at halda fyrilestur um
konserveringina og um-
vælingina av málningum,
serliga eftir S. J. Mikines.
Tey hava konserverað 25
listarverk hjá Listasavn-
inum 2004-05 eftir Miki-
nes.
Fyrilesturin
verður
mikukvøldið 2. novemb-
er 2005 kl. 19 í Listaskál-
anum.
Øll eru vælkomin at
taka egin verk við, tí eftir
fyrilesturin ber til at fáa
eina meting av varð-
veitslustandinum.
Felagskonserveringin
hevur tvær deildir, ein á
Kronborg Slot og hin á
ARoS, Århus Kunst-
museum. Deildirnar um-
fata alt Danmark.
www.faelleskonserveringen.dk
Petur spælir
í Losjuni
Mánadagin kemur fyrsta
fløgan hjá Peturi Pólsyni
í handlarnar, í hesum
sambandi spælir Petur og
bólkur hansara leygar-
kvøldið konsert í Losjuni
við
Gøtugjógv.
Kára
Sverrisson og Guðrið
Hansen vera somuleiðis
við sum serligir gestir.
Sambært tíðindaskrivi
frá G-music, er tónleik-
urin ein áhugaverd sam-
anseting av ymiskum
íblástrum úr ymiskum
sambondum, úr ymisk-
um tíðarskeiðum, sum
Petur hevur arbeitt- og
verið við í.
Talan er um okkurt
slag av rokktónleiki, í
støðum í ætt við bæði
Clickhaze og Visible
Fish, men samstundis við
sterkari rót til sangskriv-
arar sum eitt nú Bob
Dylan, Nick Cave, Leo-
nard Cohen, Tom Waits.
Temaini eru tey tungu
og ævigu - lívið og deyð-
in, kærleiki og hatur,
frelsa og glatan, Gud og
Sátan. Løg og tekstir
kunnu metast sum ber-
søgin og erlig. Bogi á
Lakjuni, sum eins og
Petur, var við í bæði
Visible Fish og Click-
haze, hevur framleitt
fløguna og Óli Poulsen
hevur ljóðblandað.
Tónleikararnir,
sum
Petur hevur afturat sær,
eru allir virknir og virdir
í fleiri ymiskum saman-
setingum, men hava flest
allir spælt í bólkinum hjá
Knút H. Eysturstein.
nud
Javni hevur fingið
nýggjan forkvinnu og
dagligan leigara. Lis
Eklund í Niðristovu
er forkvinna, meðan
Annlis Bjarkhamar er
settur sum dagligur
leiðari
JAVNI
Leygardagin 29. oktober kl.
15.00 helt Javni eykaaðal-
fund. Á skránni var val av
formanni og val av nýggj-
um nevndarlimi. Lis Ek-
lund í Niðristovu, nevndar-
limur, var vald til formann,
og í hennara stað kom Turid
Askham í nevndina.
Nýggi formaðurin, Lis
Eklund í Niðristovu, hevur
drúgvar leiðsluroyndir. Í
mong ár var hon stjóri á
Hotel Føroyum, og eitt
skifti sat hon í nevndini í
Javna. Eftir steðg í nøkur ár
var hon aftur vald í nevnd-
ina í Javna seinasta vár, og
nú á eykaaðalfundinum tók
hon við formansstarvinum.
Støðan var tann, at á árs-
aðalfundinum 30. apríl
hevði tað ikki eydnast at
fáa nakað formansevni
undan aðalfundinum, tá
formaðurin seinastu árini
ikki tók við afturvali. So-
statt var avgjørt at boða til
eykaaðalfundar, tá for-
mansevni var tókt. Fyribils
skuldi so næstformaðurin
vera virkandi formaður.
Síðani ársaðalfundin í
apríl hevur nevndin tí ar-
beitt við spurninginum,
hvussu best er at skipa
felagið. Hetta førdi so til, at
dagligur leiðari er settur at
reka virksemi felagsins, so
formansstarvið í størri mun
verður saman við nevndini
at stinga út í kortið. Nevnd-
in ætlar at leggja dent á at
skipa arbeiðið meira sum
avmarkaðar
verkætlanir,
har tað vónandi ber til at
fáa fleiri fólk at taka lut.
Undan
aðalfundinum
leygardagin hevði Javni
eisini fund við økisnevndir-
nar. Á fundinum var arbeitt
við at raðfesta uppgávur-
nar, ið Javni skal arbeiða
við komandi tíðina um-
framt at savna ítøkilig hug-
skot um, hvussu farast skal
til verka. Á fundinum varð
eisini kunngjørt, at Javni
hevur sett Annlis Bjark-
hamar í starv sum dagligan
leiðara. Annlis Bjarkhamar
er útbúgvin lærari, og hon
hevur fjølbroyttar royndir
sum verkætlanarleiðari um-
framt royndir sínar frá
politikki. Eitt skifti var hon
jú
landsstýriskvinna
í
skúla- og mentamálum.
Sjálv kennir Annlis eisini
nakað til viðurskiftini hjá
menningartarnaðum.
Javni, ið er eitt gamalt
felag, hevur øll árini verið
eitt virkið felag. Við nýggja
bygnaðinum ynskir nevnd-
in at laða felagsarbeiði eftir
teimum krøvum og um-
støðum, sum nútíðin hevur.
Aðalmálið er enn sum áður
at stuðla fólki við menning-
artarni og teirra avvarð-
andi.
Lis og Annlis stjórna Javna
Leygarkvøldið 5.
november fer frálíki
dansibólkurin, Spiðar
5 at spæla til almenn-
an dans í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði
DANSUR
Nú leygardagin fara garv-
aðu tónleikararnir úr bólk-
inum Spiðar 5 á pallin í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði.
Eftirspurningurin
eftir bólkinum er stórur, og
bólkurin spælir eisini nógv
fyri tíðina. Tað er kortini
nakað síðani at teir spældu
í Fuglafirði, so teir lova
øllum sum koma í dans
leygarkvøldið eitt gott og
fjølbroytt dansikvøld.
Seinasta
vikuskiftið
spældi bólkurin fyri umleið
300 kátum HB-viðhalds-
fólkum ísambandi við árs-
veitsluna hjá HB, og tað
frættist, at stemningurin var
sera góður, og dansigólvið
var á tremur alla náttina.
Teir sum manna Spiðar 5
er allir garvaðir tónleikarar
og kendar frá mongum
øðrum bólkum. Tónlistar-
liga spennir bólkurin sera
vítt, og spælir bæði nýggj-
an og góðan gamlan tón-
leik. Felags fyri tónleikin
er, at alt er dansitónleikur.
Manningin í Spiðar 5 er,
Jóan Magnus Danielsen,
sang og guitar, Ólavur
Øster, guitar, Thorberg Jo-
hannesen, sang og bass,
Jógvan Olsen, tangentar og
Jonleif Jensen, trummur.
Fuglfirðingar vóna at
síggja mong til stóra dansi-
tiltakið leygarkvøldið. Tað
eru ÍF-stuðlar, sum skipa
fyri dansinum við Spiðar 5
í Mentanarhúsinum leyg-
arkvøldið 5. november.
Dansitiltakið byrjar kl.
00.30. Aldursmarkið er 18
ár og fáast atgonumerki við
dyrnar.
Spiðar 5 í Mentanarhúsinum
Diana í Puntabyrgi (hm), fyrrverandi formaður og ein av eldsálunum í Javna,
ynskir Lis Eklund í Niðristovu (vm), nýggja formanni felagsins, bestu eydnu við
arbeiðinum. Í miðjuni Annlis Bjarkhamar, nýsettur dagligur leiðari