mikudagur 2. november 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 210 - 2. november 2005
An international study programme
in Denmark is only a click away!
•
• Chemical and Biotechnical Science
• IT and Electronics Engineer
• Building Technician
Multimedia Design and Communication
Programmes are offered both in English and Danish
See www.academy.ats.dk for starting dates and further information
Dagur teirra sjólátnu
vakti nógv persónlig
minni hjá Levi Joen-
sen, sum helt røðu á
minningarhaldinum í
Klaksvík í gjár
MINNINGARHALD
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í vøkrum nýggjum hami er
gamli kirkjugarður í Klaks-
vík vorðin um nakað ein
enn virðiligari minnislund
fyri teir mongu sjómenn úr
Klaksvík og Norðoyggjum,
sum hava latið lív á sjónum
gjøgnum tíðirnar.
Til minningarhaldið í
gjár setti KFUM & K Kórið
sín dám á løtuna, áðrenn
Levi Joensen helt røðu, og
kransar síðani vórðu lagdir
við Minnisvarðan.
Tungar løtur
Stóra fjøldin, sum var savn-
að við gamla kirkjugarð í
gjár, minti á, at eisini
Klaksvíkin hevur verið sera
hart rakt av syndarligum
lagnum á havinum bæði í
friðar- og í krígstíðum.
Mong av teimum, sum
vóru til staðar, mundu kenna
seg aftur í persónligu
minnunum hjá røðaranum
Levi Joensen. Levi minti á,
at umstøðurnar og samskift-
ismøguleikarnir hjá teim-
um, sum baldust á sjónum
fyrr sjáldan, vóru av teimum
bestu. Tess størri var gleðin
kanska, tá teir komu aftur í
øllum góðu. Men sorgin, tá
ikki tað ikki berast boð í bý,
verður altíð líka stór.
Levi mintist tunga huglag-
ið og spakuliga tosið millum
menn á keiini, tá bíðað varð
eftir báti ella skipi, ið átti at
havt verið aftur. Og sjálvur
var hann ofta við, tá farið var
at leita. Enn mintist hann
køldu kensluna, tá ein
stampur ella annað varð
funnið, og menn vóru
greiðir yvir, hvaðani tað
stavaði, og hvat tað merkti.
Deyðin á sjónum hevur
onkursvegna altíð verið ein
patur av lívinum á landi. Tað
verði seg um bátar gingu
burtur, fingu skaðasjógv,
rendu á land ella gjørdust
offur fyri vandasiglingini
undir krígnum. Av teimum
219, sum lótu lív á sjónum
undir krígnum, átti Klaks-
víkin eisini sín part. Teir
fyrstu av minningasteinun-
um yvir hesi skip vórðu
reistir fyrst í 1950unum.
Hóast nógvir sorgarleikir
liggja aftanfyri hvørt einasta
skipanavn, minna tey kortini
á, at menn ongatíð mistu
vónina og ganga nógv av
nøvnunum aftur í nútíðar
skipaflotanum.
Eftir røðuna vórðu fimm
kransar lagdir við minnis-
varðan, áðrenn løtan endaði
við kórsangi og felags-
sangi.
Mong mundu kenna seg aftur í persónligu minnunum hjá
Levi Joensen í røðuni til Minningarhald teirra sjólátnu í
Klaksvík í gjár
Minningarhald í Klaksvík
Fimm kransar vórðu lagdir við Minnisvarðan í gamla
kirkjugarði í Klaksvík á Minningardegi teirra sjólátnu í gjár.
Kransarnir vórðu vegna Klaksvíkar Býráð, Føroya Landsstýri,
Klaksvíkar Útróðrarfelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri, legði krans
við Minnisvarðan vegna Føroya Landsstýri
Frá innvígslu fyrst í fimtiárunum av minnissteinum yvir skip
og bátar úr Norðoyggjum, sum fórust undir krígnum.
Menninir, sum standa við steinarnar, eru skipsfelagar hjá
teimum, sum fórust